Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 27-08-2007
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2007 A - Hefti 16 A frá 27. august 2007
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

22. august 2007Nr. 82

Kunngerð um yrkisútbúgving innan landbúnað

Við heimild í § 4, stk. 1, § 5, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 16, stk. 2 og § 17, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006, verður ásett:

Kapittul 1

Stevnumið og bygnaður

§ 1. Sett verður á stovn yrkisútbúgving innan landbúnað.

§ 2. Útbúgvingin skal við skúlaundirvísing og upplæring á læruplássi:

1)   Geva lærlinginum førleikar innan øll viðkomandi øki í yrkinum,

2)   nøkta tørvin hjá vinnuni, tá ið um ræður fakligan førleika og almennan kunnleika,

3)   leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving, og

4)   menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan.

§ 3. Útbúgvingin skal geva lærlinginum førleika at:

1)   Útinna tað handverk, ið er knýtt at arbeiðinum,

2)   økja framhaldandi um sín førleika gjøgnum arbeiði og við útbúgving,

3)   vísa neyðug fyrilit fyri heilsu, trygd og umhvørvi,

4)   leggja arbeiðið tilrættis á skilagóðan hátt,

5)   fáa sær innlit í fíggjarviðurskifti,

6)   útvega sær viðkomandi og dagført tilfar um yrkið, og

7)   seta seg inn í galdandi reglur og lóggávu innan starvsøkið.

§ 4. Lærutíðin er tilsamans 3 ár og 2 mánaðir.

Stk. 2. Útbúgvingin fer fram í góðkendum skúla og á læruplássi, ið avvarðandi yrkisnevnd hevur góðkent, og fevnir um hesar partar:

1)   Fyrsta læruárið byrjar á læruplássi í 12 vikur og síðani 40 vikur samanhangandi fyrra skúlaskeið, ið verður samskipað við Støðisútbúgvingina Innan Fiskivinnu (SIF).

2)   Annað læruárið er verklig upplæring á læruplássinum.

3)   Triðja læruárið er upplæring á læruplássinum og seinna skúlaskeiðið.

Stk. 3. Innskriving til fyrra skúlaskeiðið, sbr. stk. 2, nr. 1, fer fram samstundis við samskipaðu innskrivingina til miðnámsskúlarnar, har freistin vanliga er 15. mars á hvørjum ári.

Kapittul 2

Innihaldið í útbúgvingini

Skúlaparturin

§ 5. Almennu lærugreinirnar eru á C-stigi við tilsamans 805 tímum.

Stk. 2. Almennu lærugreinirnar eru hesar:

Lærugrein

Tímatal

Alis-/evnafrøði C

140

Enskt C

140

Føroyskt C

140

Lívfrøði C

105

Samfelagsfrøði C

105

Støddfrøði C

175

Tilsamans

805

Stk. 3. Tilskilaða tímatalið í stk. 2 fevnir ikki um tíðina, ið nýtt verður til próvtøku.

§ 6. Yrkislærugreinirnar skulu geva lærlinginum serligan kunnleika innan ávís fakøki, ið hava við yrkið at gera. Hetta er neyvari lýst í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð.

Stk. 2. Yrkislærugreinirnar kunnu annaðhvørt vera skipaðar sum undirvísing, skeið ella námsferðir.

§ 7. Yrkislærugreinirnar í støðisárinum eru hesar:

 

Lærugrein

Vegl. tímatal

Búskapur 1

35

Fígging

35

Fyriskipan (leiðsla og umsiting)

35

Góðskulæra

35

Heilsa, trygd og umhvørvi

35

Húsdjór 1

35

KT

70

Plantur 1

35

Smáverulívfrøði

35

Tøkni 1

35

Vinnulæra

35

Tilsamans

420

Stk. 2. Yrkislærugreinirnar sbr. stk. 1 verða samskipaðar við yrkislærugreinir í Støðisárinum Innan Fiskivinnu (SIF), sbr. § 4, stk. 2, nr. 1.

Stk. 3. Yrkislærugreinirnar í seinna skúlaskeiðnum eru hesar:

 

Lærugrein

Vegl. tímatal

Búskapur 2

70

Húsdjór 2

70

Lívfrøði og náttúra (vistfrøði/náttúrurøkt)

70

Plantur 2

70

Framleiðsla

70

Tøkni 2

70

Tilsamans

420

Stk. 4. Høvuðsevnini í yrkislærugreinunum eru lýst í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð.

§ 8. Skúlin letur lærlingi og læruplássi støðumet hjá lærlinginum, sbr. kunngerð um felags útbúgvingarreglur og útbúgvingarbygnað fyri yrkisútbúgvingar.

Verkligi parturin

§ 9. Á læruplássinum skal lærlingurin fara ígjøgnum og arbeiða við øllum viðkomandi arbeiðsuppgávum innan yrkið. Hesar eru nærri lýstar í fylgiskjali 2 til hesa kunngerð.

Stk. 2. Um læruplássið ikki kann geva lærlinginum møguleika at arbeiða við øllum arbeiðsuppgávunum, sum hoyra til verkligu upplæringina, skal læruplássið gera avtalu við annað virki, at lærlingurin har fær upplæring í teimum arbeiðsuppgávum, sum vanta. Yrkisnevndin góðkennir slíkar avtalur sbrt. § 16, stk. 1 í lógini.

Stk. 3. Upplæringin innan tey ymsu arbeiðsøkini verður váttað í loggbók, sum læruplássið hevur skyldu at føra. Skúlin og læruplássið nýta loggbókina í samskiftinum sínamillum, so hvørt sum útbúgvingin líður.

Kapittul 3

Próvtøka og yrkisroynd

Próvtøka fyri støðisárið

§ 10. Próvtøka fyri støðisárið verður hildin í mai-juni (vanligt próvtøkuskeið) og í september-oktober (sjúkrapróvtøkuskeið).

Stk. 2. Próvtøkukrøv og próvtøkuhættir eru ásett í lærugreinakunngerðum og í kunngerð um próvtøku á Støðisútbúgving Innan Fiskivinnu (SIF) og Hægri próvtøku Innan Fiskivinnu (HIF).

Stk. 3. Skúlin skal í seinasta lagi 1. desember boða Mentamálaráðnum frá, hvørjir lærlingar skulu til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, og hvørjar lærugreinirnar eru. Skúlin letur inn upplýsingar á oyðublaði, ið Mentamálaráðið ger. Skúlin skal boða Mentamálaráðnum frá møguligum broytingum alt fyri eitt.

Próvtøka aftaná støðisárið

§ 11. Próvtøka aftaná støðisárið fer fram sbrt. kunngerð um próvtøku á Støðisútbúgving Innan Fiskivinnu (SIF) og Hægri próvtøku Innan Fiskivinnu (HIF).

Stk. 2. Farið verður til próvtøku 5 ferðir í lærugreinum, ið Mentamálaráðið tekur út. Farið verður altíð til skrivliga próvtøku í føroyskum, støddfrøði á C-stigi og í eini samansettari próvtøku í yrkislærugreinum.

Yrkisroyndin

§ 12. Yrkisroyndin í seinna skúlaskeiðnum fer fram sbrt. kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir og eftir ásetingunum í kunngerð um felags útbúgvingarreglur og útbúgvingarbygnað fyri yrkisútbúgvingar.

Stk. 2. Í sambandi við 2. læruárið, har lærlingurin er á læruplássinum, skrivar hann eina virkisfrágreiðing, sum er partur av grundarlagnum undir yrkisroyndini. Skúlin ger nærri reglur um virkisfrágreiðingina.

§ 13. Yrkisroyndin tekur støði í yrkislærugreinunum sbrt. § 7, í virkisfrágreiðingini sbrt. § 12, stk. 2, umframt í upplæringini á læruplássinum.

§ 14. Lærlingurin skal út frá givnari uppgávu, ið skal svarast eftir 1-2 døgum, vísa, at hann sjálvstøðugt megnar at standa fyri eini framleiðslugongd ella einum arbeiðsøki.

Stk. 2. Tíðin, ið nýtt verður til yrkisroyndina, er ikki roknað upp í undirvísingartíðina í seinna skúlaskeiðnum.

Kapittul 4

Útbúgvingarskjal

§ 15. Við lokna útbúgving fær lærlingurin útflýggjað útbúgvingarskjal sbrt. §§ 18 og 19 í kunngerð um felags útbúgvingarreglur og útbúgvingarbygnað fyri yrkisútbúgvingar.

Kapittul 5

Aðrar ásetingar

§ 16. Í fyrra og seinna skúlaskeiðnum kann undirvísingin í ávísum yrkislærugreinum fara fram á læruplássi, sbrt. § 7, stk. 2 í lógini. Skúlin hevur námsfrøðiligu ábyrgdina av undirvísingini og ger í samráð við læruplássið av, um undirvísingin skal fara fram á læruplássinum ella á øðrum hóskandi virki ella stovni, og hvussu henda undirvísing verður skipað.

Stk. 2. Yrkisútbúgvingarráðið samtykkir, hvør yrkisnevnd fyrisitur útbúgvingina. Samtyktin skal førast í gerðabók ráðsins.

Kapittul 6

Gildiskoma

§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Mentamálaráðið, 22. august 2007

 

Jógvan á Lakjuni (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Petur Petersen (sign.)

 

 

 

Fylgiskjal 1

 

 

Skúlaparturin

 

1. Yrkislærugreinir

 

1. 1 Fyriskipan

Endamálið er, at næmingurin:

1) Fær kunnleika um fyriskipanarlig viðurskifti á føroyskum fyritøkum,

2) fær innlit í, hvørjar uppgávur virkisfyrisitingin tekur sær av, og hvussu arbeiðið verður skipað,

3) fær kunnleika um ymsar leiðsluhættir, og hvussu fyritøkubygnaðurin kann lýsast,

4) fær innlit í logistikk, marknaðarviðurskifti, kundarøkt, sølu og sølufremjandi tiltøk,

5) skal fáa kunnleika um sáttmálaviðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum og um fakligar felagskapir á bæði arbeiðsgevara- og løntakarasíðuni, og

6) fær kunnleika um aðalstýri, almenna umsiting og avvarðandi almennar stovnar.

 

1.2 Góðskulæra

Endamálið er, at næmingurin:

1) Fær kunnleika til ymsar góðskustýringarskipanir innan matvøruídnaðin og góðskustýring í víðastu merking,

2) fær kunnleika til lóggávuna um matvøruframleiðslu og um innaneftirlit á føroyskum virkjum og verksmiðjuskipum og um krøvini í sambandi við HACCP-grundað innaneftirlit,

3) fær hollan kunnleika um, hvussu eitt heilsufrøðiliga reint umhvørvi kann skapast og haldast við líka í sambandi við framleiðslu av matvørum,

4) mennir sín kunnleika og gerst førur fyri at meta um, hvussu ein hóskandi góðskustýringarskipan kann byggjast upp, setast í verk og haldast við líka, og

5) fær innlit í framferðarhættir fyri at halda seg dagførdan og altíð kenna til krøvini frá almennum myndugleikum og kundum.

 

1.3 Heilsa, trygd og umhvørvi

Endamálið er, at næmingurin:

1) Fær kunnleika um, hvønn týdning heilsugóð viðurskifti hava í øllum arbeiðsliðum,

2) lærir, hvussu skaðar á arbeiðsplássum kunnu fyribyrgjast,

3) fær leiðbeining um fyrstuhjálp og fyrstuhjálparútgerð,

4) fær innlit í innihaldið í arbeiðsumhvørvislógini og teimum kunngerðum, reglum og leiðbeiningum, ið fylgja hesari, og

5) fær kunnleika um trygdarskipanir, val av trygdarumboðum, ábyrgd, skyldur og rættindi hjá trygdarumboðum, leiðslu og starvsfólkum.

 

1.4 Kunningartøkni

Endamálið er, at næmingurin:

1) Lærir grundleggjandi hugtøk innan KT, um telduna sum fíluskipan, lærir at brúka tekstviðgerð, rokniark, framløguforrit og samskiftisnet,

2) lærir at brúka telduna sum týdningarmikið arbeiðsamboð í tí framhaldandi skúlaarbeiðinum og í dagligum yrki,

3) skal kenna til, hvussu ein telda virkar og kann brúkast til at skriva, rokna, goyma og annars viðgera data við, og

4) sum heild fær ein grundleggjandi kunnleika um tey kunningartøkniligu amboðini, hvussu tey virka og kunna brúkast í meginreglunum og ítøkiliga í samfelagi og vinnulívi.

 

1.5 Smáverulívfrøði

Endamálið er, at næmingurin:

1) Í frálæruni fær grundleggjandi vitan um smáverur,

2) skal gerast førur fyri at taka støðu til og fremja atgerðir, sum hava týdning fyri góðskuna á matvørum og fyri at halda umhvørvið reint, so gróðrarlíkindi hjá skaðiligum smáverum verða burturbeind ella hildin niðri,

3) lærir at kenna mun á gagnligum og skaðiligum smáverum, fær kunnleika til smittuvandar, matvørueitran og matvørusmittu,

4) fær innlit í ymsar hættir at økja um haldbarið á matvørum, sum t.d. køling, frysting, salting, turking, royking, niðursjóving o.a. konserveringshættir, og

5) lærir at gera einfaldar starvsstovuroyndir við tilknýti til ymsu tættirnar í undirvísingini.

 

1.6 Vinnulæra

Endamálið er, at næmingurin:

1) Fær kunnleika um almennu umsitingina av vinnuni, um almennar stovnar og fakligar felagsskapir við tilknýti til vinnuna,

2) verður kunnaður um eigaraviðurskifti,

3) fær grundleggjandi kunnleika um verandi vørur og vørubólkar, sum verða framleidd úr okkara tilfeingi og lærir at meta um framtíðar vørur og vørubólkar,

4) fær innlit í sølu og sølurásir, marknaðir og marknaðaratgongd og flutningsviðurskifti nú og í framtíðini, og

5) dugir at meta um framtíðarútlit fyri vinnuna.

 

1.7 Búskapur

Endamálið er, at næmingurin fær kunnleika til:

1) Søguligt yvirlit og um búskap yvirhøvur.

2) Búskap og roknskap: innlit í og fatan av roknskaparføring, avstemman og kontering av kassabók; uppseting, fatan og uppgerð av roknskapi, taka tøl út til at rokna skattaroknskap og skiftisavlop.

3) Marknaðarkunnleika: marknaðarviðurskiftini fyri tær mest viðkomandi landbúnaðarvørurnar og keyptu hjálparevnini.

4) Rakstrarætlan: dømi um ætlanir fyri eitt brúk.

5) Íløgur: íløguútrokningar fyri hvørja íløgu sær, og hvussu hesar ávirka heildina.

6) Fígging: ymiskar fíggingarmøguleikar og ymisk sløg av lánum.

7) Eginbúskap: um at laga nýtsluna eftir inntøkuni av garðinum.

8) Lóggávu: innihaldið í viðkomandi lógum fyri landbúnaðin og virkisraksturin.

 

1.8 Húsdjór

Endamálið er, at næmingurin fær kunnleika til:

1) Arvalógir: tær mest viðkomandi arvalógirnar (Mendel) fyri húsdjór, innan nøring og blandingsávirkan.

2) Kynbøting: um at velja djór at seta við, við atliti at upplýsingum um kynbótadjór, -mál og –ætlanir.

3) Húsdjórasløg: upplýsingar um mest útbreiddu sløgini.

4) Djóravælferð: røkt og misrøkt, heilsa, sjúkur og reinføri.

5) Nøring: makingartíð, ísáðing, kálving/lembing og trupulleikar við burðum.

6) Mjólking: vanar, fyrireiking, eftirviðgerð, køling, meting av mjólkini og mjólkamillumbil.

7) Fóðurevni: innihaldið í ymsum fóðri, og hvussu fóðrið er egnað, umframt møgulig eiturevni.

8) Fóðurgreiningar og –lýsingar: fóðurætlanir: normar og tørvur, fóðurfíggjarætlan og ítøkiligar fóðurætlanir. Dagligar vanar: fóðurvanar, sjúkueftirlit o.a.

9) At fyribyrgja vanlukkur: handfaring av húsdjóratøðum, gassum og kemikalium.

10) Seyð: røkt, fletting, geving, umsjón og nýtslu av heilivági.

11) Úrtøku: bruttoúrtøku, hjálparevni, úrtøkumeting og skiftisavlop.

 

1.9 Lívfrøði og náttúra

Endamálið er, at næmingurin fær kunnleika til:

1) Arvalæru og biotøkni: einføld arvalæra, liviháttur og nøring hjá smáverum og møguleikar fyri at ávirka lívfrøðiligu gongdina.

2) Kropsbygnað og lívsvirki hjá húsdjórum: grundleggjandi uppbygging og virkishættir, sodning og niðurbróting.

3) Djóraatburð og vælferð: náttúrligar liviumstøður, ynski og minstukrøv til fóður og hitalag.

4) Vistfrøði: javnvágir í náttúruni.

5) Náttúrurøkt: virkistættir, ið ávirka náttúruna, jarðarhandfaring og jarðarslit.

 

1.10 Plantur

Endamálið er, at næmingurin fær kunnleika til:

1) Plantulæru: um lívsgongdir og upptøku av føðsluevnum.

2) Nyttuvøkstur: útbreiðslu og vakstrarumstøður í bø og haga (vakstrarkrøv).

3) Plantuverju: vakstrarfremjandi tiltøk og týning av illgresi.

4) Plantuføðslu: um krøv til føðsluevni, tøð og veðurlag, her í millum manguleyðkenni.

5) Jarðarlæru: um uppruna, tæring og ymiska jørð.

6) Jarðarrøkt: um velting og betrandi tiltøk í bø og haga, her í millum vandan fyri jarðarsliti.

7) Veiting.

8) Grassløg: um úrtøku, fóðurvirði og evni til at liva veturin av.

9) Framleiðslustýring: sáðskifti, sáðitíðarskeið, úrtøkumeting, tíð at taða og sláttutíð.

10) Vistfrøðiligan plantuvøkstur: meginreglur.

 

1.11 Tøkni

Endamálið er, at næmingurin fær kunnleika til:

1) Motorlæru: lýsing og virkisháttur, kW og røringarmagn.

2) Traktorlæru: val av traktori, røtt nýtsla, røkt og fyribyrging av óhappum.

3) Landbúnaðarmaskinur og amboð: um at velja hóskandi maskinur, nýta og innstilla rætt og røkta tær, so tær kunnu brúkast í longri tíð.

4) Verkstaðarlæru: um røkt og umvælingar.

5) Maskinbúgving: at velja rætta útbúnaðin til virksemið í og rundan um bygningarnar.

6) Útlufting: um inniluft og møguleikar at laga hana til tørvin hjá húsdjórunum og røktaranum.

7) Hoyturking: fyritreytir, útgerð og arbeiðshættir.

8) Bygningslæru: um innrætting og virkiskrøv, vatnveiting, reingerð, sópingarskipanir og um mjólkiútbúnað.

9) Orku: um nýtslu og sparimøguleikar.

 

1.12 Framleiðsla

Endamálið er, at næmingurin fær kunnleika til:

1) Dagliga røkt av húsdjórum,

2) dagligar vanar í sambandi við brunding,

3) sjúkuviðgerð og reglur fyri handfaring av heilivági,

4) útrokning og nýtslu av fóðurætlanum,

5) vanar í sambandi við mjólkagóðsku og duga at áseta mjólkaprísir,

6) úrtøkuútrokningar og útrokning av skiftisavlopi,

7) útrokning av taðingarætlanum,

8) at fáa sum mest burtur úr veðurlags- og umhvørvisviðurskiftum, og

9) útrokningar av maskinnýtslu og íløgum.

 

 

 

Fylgiskjal 2

 

 

Verkligi parturin

 

 

2.1 Alment

Á læruplássinum skal lærlingurin gjøgnumganga og arbeiða við øllum teimum viðkomandi arbeiðsuppgávunum, sum eru á garðinum, her í millum fáa kunning um:

-     Bø og haga

-     bygningar, og

-     maskinur og amboð

 

2.2 Neytahald

-     Daglig røkt og vanligt eftirlit

-     Kanna, um kýrnar skulu til tarvs/ísáðast

-     Kálvingar: vanligar – óvanligar

-     Sjúkrarøkt og handfaring av heilivági

-     Ymiskt fóður og hvussu givið verður

-     Mjólking: um arbeiðsgongdina.

-     Mjólkareinføri – reinføri

-     Mjólkaflokking – avrokning

-     Eftirlit við úrtøku

-     Kálvarøkt

-     Kvotutillaging

-     Stráfóður: goymsla og tørvur

-     Brynnur og tørvur á vatni

-     Geva kraftfóður við hond ella sjálvvirkandi

-     Skiftisavlop: meting um úrtøku

 

2.3 Seyðahald

-     Røkt

-     Nær og hvussu skal gevast

-     Sjúkueftirlit - handfaring av heilivági

-     Lembing: umsjón og eftirlit

-     Royting

-     Fjallgonga: skipan og trygd

-     Slepping

-     Fletting: hjallur og reinføri

-     Røkt av seyðahúsi

-     Hegning

-     Brynnur og tørvur

-     Skiftisavlop: meting av úrtøku

 

2.4 Jarðarbrúk

-     Velta bø – grasfræblandingar

-     Nýdyrking, vegir og veitir

-     Taðing v/handilstøðum – taðingarætlan.

-     Taðing v/mykjutøðum – jørðroyndir

-     Týning av illgresi

-     Sláttur: tíðarskeið og háttur

-     Grasgoymsla - brunnar og varðveitsla

-     Grønmeti: epli og røtur

-     Nýtslu- og arbeiðsætlan við ymsu jarðarstykkjunum.

-     Kunna ávísa eykenni fyri sjúku og trot

-     Meting um úrtøku

 

2.5 Tøkni

-     Traktorar: nýtsla og dagligt eftirlit

-     Traktorar: røkt

-     Hóskandi maskinnýtsla til ávísa tørvin

-     Maskinur: røkt og varðveitsla

-     Mjólkimaskinur: eftirlit, røkt og reingerð

-     Køliútgerð til mjólkina: virkisháttur og eftirlit

-     Útgerð til tøðini: nýtsla og eftirlit

-     Útlufting: virkisháttur og eftirlit

-     Útgerð til súrhoyggj: nýtsla og trygd

-     Trygd: fyribyrgja arbeiðsvanlukkur

 

2.6 Annað

-     Meting av rakstrarúrslitinum sum heild