25. august 1999Nr. 82
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum
§ 1
Í kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, verður § 2 orðað soleiðis:
“§ 2. Fiskiførum størri enn 90 tons, fiskifør uttan egningarmaskinu tó undantikin, er ikki loyvt at veiða við línu innan fyri 6 fjórðingar úr grunnlinjunum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálastýrið, tann. 25. august 1999
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Kaj P. Mortensen (sign.)