Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 1997Nr. 82
Kunngerð um heimahjálp, sum broytt við kunngerð nr. 69 frá 16. juli 1999
Eftir heimild í § 32 A í lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988 um lóg fyri Føroyar um almenna forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 23. mei 1997, verður fyrisett:
§ 1. Heimahjálparaskipanin, sum er partur av Heimarøktini, fevnir um allar persónar, sum eru staddir í Føroyum.
§ 2. Heimahjálp kann verða veitt í hesum førum:
1. Bráfengis heimahjálp kann verða veitt í styttri tíðarbili, tá húsmóðrini (húsfaðirinum) berst frá vegna sjúku, barnsburð ella eftirbata (hvíld). Hjálpin kann vanliga ikki veitast út um 3 vikur, í serligum førum 6 vikur. Tá heilt serligar umstøður eru til staðar, kann hjálpin veitast fyri longri tíðarskeið enn 6 vikur av somu orsøk, tá vissa verður hildin at vera fyri, at tørvurin á hjálp heldur uppat eitt avmarkað tíðarskeið. Uppgávan hjá heimahjálparunum er at røkja tað, sum vanliga verður røkt av húsmóðrini (húsfaðirinum) í einum heimi.
2. Varandi heimahjálp kann í óavmarkaða tíð verða veitt fyritíðar- og fólkapensjónistum, ið tørva hjálp orsaka av varandi sjúku ella breki.
3. Heimahjálp kann verða veitt av og á til at taka sær av brekaðum barni ella vaksnum í heiminum.
§ 3. Tann, sum heldur tørv vera á heimahjálp í einum heimi, eitt nú húsfólkið sjálvt, lækni, sjúkrasystir, býráð/bygdaráð ella onnur, eigur at venda sær til økisleiðaran.
Stk. 2. Ein tørvsmeting verður gjørd av, um heimahjálp kann verða játtað, og til hvørjar uppgávur heimahjálpin verður veitt til.
§ 4.1) Um ein er ónøgdur við eina avgerð, sum økisleiðarin hevur tikið, kann avgerðin kærast til stjóran fyri Heimarøktina og Serforsorgina innan 4 vikur eftir, at avgerðin er tikin.
Stk. 2. 1) Stjórin fyri Heimarøktina og Serforsorgina tekur eina avgerð innan 2 vikur frá tí degi, hann hevur móttikið kæruna.
§ 5.1) Heimarøktin hevur fyrisitingina av heimhjálpini um hendi.
Stk. 2.1) Økisleiðararnir, sum hava dagligu leiðsluna av sínum øki um hendi, verða settir og loystir úr starvi av stjóranum fyri Heimarøktina og Serforsorgina.
Stk. 3.1) Stjórin fyri Heimarøktina og Serforsorgina setir eftir tørvi og loysir úr starvi eftirlitsfólk, at vera økisleiðarunum til hjálpar, og heimahjálparar.
§ 6. Lønar- og setanarviðurskifti hjá økisleiðarum, eftirlitsfólki og heimahjálparum eru sambært sáttmála við landsstýrið og avvarðandi yrkisfeløg.
§ 7. Fyri heimahjálp veitta eftir § 2 nr. 1 ella nr. 3 verður at gjalda í mun til landsskattin hjá húskinum ella uppihaldaranum eftir frádrátt í landsskattinum fyri børn:
|
Er landsskatturin |
verður gjaldið |
|
fyri skattaárið |
um tíman: |
|
undir - 6.000 kr. |
kr. 0 |
|
6.000 kr. - 6.999 kr. |
kr. 5 |
|
7.000 kr. - 7.999 kr. |
kr. 6 |
|
8.000 kr. - 8.999 kr. |
kr. 7 |
|
9.000 kr. - 9.999 kr. |
kr. 8 |
|
10.000 kr. - 10.999 kr. |
kr. 9 |
|
11.000 kr. - 11.999 kr. |
kr. 10 |
|
12.000 kr. - 12.999 kr. |
kr. 11 |
|
13.000 kr. - 13.999 kr. |
kr. 12 |
|
14.000 kr. - 14.999 kr. |
kr. 13 |
|
15.000 kr. - 15.999 kr. |
kr. 14 |
|
16.000 kr. - 16.999 kr. |
kr. 15 |
|
17.000 kr. - 17.999 kr. |
kr. 16 |
|
18.000 kr. - 18.999 kr. |
kr. 17 |
|
19.000 kr. - 19.999 kr. |
kr. 18 |
|
20.000 kr. - 20.999 kr. |
kr. 19 |
|
21.000 kr. - 21.999 kr. |
kr. 20 |
|
22.000 kr. - 22.999 kr. |
kr. 21 |
|
23.000 kr. - 23.999 kr. |
kr. 22 |
|
24.000 kr. - 24.999 kr. |
kr. 23 |
|
25.000 kr. - 25.999 kr. |
kr. 24 |
|
26.000 kr. - 26.999 kr. |
kr. 25 |
|
27.000 kr. - 27.999 kr. |
kr. 26 |
|
28.000 kr. - 28.999 kr. |
kr. 27 |
|
29.000 kr. - 29.999 kr. |
kr. 28 |
|
30.000 kr. - 30.999 kr. |
kr. 29 |
|
31.000 kr. - 31.999 kr. |
kr. 30 |
|
32.000 kr. - 32.999 kr. |
kr. 31 |
|
33.000 kr. - 33.999 kr. |
kr. 32 |
|
34.000 kr. - 34.999 kr. |
kr. 33 |
|
35.000 kr. - 35.999 kr. |
kr. 34 |
|
36.000 kr. - 36.999 kr. |
kr. 35 |
|
37.000 kr. - 37.999 kr. |
kr. 36 |
|
38.000 kr. - 38.999 kr. |
kr. 37 |
|
39.000 kr. - 39.999 kr. |
kr. 38 |
|
40.000 kr. - 40.999 kr. |
kr. 39 |
|
41.000 kr. - 41.999 kr. |
kr. 40 |
|
42.000 kr. - 42.999 kr. |
kr. 41 |
|
43.000 kr. - 43.999 kr. |
kr. 42 |
|
44.000 kr. og meira |
kr. 43 |
Stk. 2. Peningurin verður at rinda Føroya Gjaldsstovu eftir uppkravi frá Heimarøktini.
§ 8. Fyri heimahjálp veitta eftir § 2, nr. 2 til pensjónistar verður at gjalda í mun til ta inntøku, sum pensjónisturin og hjúnafelagin hava út um pensjónina, soleiðis sum inntøkan er uppgjørd til útrokning av pensjón (pensjónsviðbót), og við útrokningina av gjaldinum skal nýtast “inntøkumarkið“ sum lægsta inntøka, ið førir við sær lækkan av pensjónsviðbót:
|
Tá inntøkan er í % |
verður at gjalda: |
|
av inntøkumarkinum |
|
|
minni enn 160 |
kr. 0 |
|
160 til 179 |
kr. 4 |
|
180 - 199 |
kr. 5 |
|
200 - 219 |
kr. 6 |
|
220 - 239 |
kr. 7 |
|
240 - 259 |
kr. 8 |
|
260 - 279 |
kr. 9 |
|
280 - 299 |
kr. 10 |
|
300 - 319 |
kr. 11 |
|
320 - 339 |
kr. 12 |
|
340 - 359 |
kr. 13 |
|
360 - 379 |
kr. 14 |
|
380 - 399 |
kr. 15 |
|
400 - 419 |
kr. 16 |
|
420 - 439 |
kr. 17 |
|
440 - 459 |
kr. 18 |
|
460 - 479 |
kr. 19 |
|
480 - 499 |
kr. 20 |
|
500 - 519 |
kr. 21 |
|
520 - 539 |
kr. 22 |
|
540 - 559 |
kr. 23 |
|
560 - 579 |
kr. 24 |
|
580 - 599 |
kr. 25 |
|
600 - 619 |
kr. 26 |
|
620 - 639 |
kr. 27 |
|
640 - 659 |
kr. 28 |
|
660 - 679 |
kr. 29 |
|
680 - 699 |
kr. 30 |
|
700 - 719 |
kr. 31 |
|
720 - 739 |
kr. 32 |
|
740 - 759 |
kr. 33 |
|
760 - 779 |
kr. 34 |
|
780 - 799 |
kr. 35 |
|
800 - 819 |
kr. 36 |
|
820 - 839 |
kr. 37 |
|
840 - 859 |
kr. 38 |
|
860 - 879 |
kr. 39 |
|
880 - 899 |
kr. 40 |
|
900 - 919 |
kr. 41 |
|
920 - 939 |
kr. 42 |
|
940 og meira |
kr. 43 |
Í mesta lagi verður at gjalda fyri 26 tímar um mánaðin. Gjaldið verður goldið sum frádráttur í pensjónini.
Stk. 2. Hvørja ferð inntøkumarkið verður broytt, ger Almannastovan nýggjar talvur yvir gjaldið, serstakt fyri hjún, ið bæði eru pensjónistar, og fyri onnur.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 127 frá 9. oktober 1990 um heimahjálp.