29. mai 2015Nr. 82
Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág
Við heimild í § 18, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verður ásett:
§ 1. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 516 kr., verður einki tilskot veitt.
§ 2. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 516 kr. ella størri, er tilskotið:
1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 516 kr. ella størri, men minni enn 1.032 kr.,
2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 1.032 kr. ella størri, men minni enn 2.064 kr.,
3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 2.064 kr. ella størri, men minni enn 5.469 kr.
4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 5.469 kr. ella størri.
5) 100% av tí partinum sum er 2.456 kr. ella størri hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2015.
Heilsumálaráðið, 29. mai 2015
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)