30. august 1984Nr. 82
Kunngerð um trygdartiltøk við nýtslu av radioaktivum evnum
Við heimild í § 17, stk. 1 samanber § 17, stk. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 26. mai 1982, hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. “Bekendtgørelse” nr. 574 frá 20. november 1975 frá Miljøministeriet “om sikkerhedsforanstaltninger ved brug m.v. af radioaktive stoffer” fær gildi í Føroyum.
Stk. 2. Eintøk av donsku kunngerðini fáast frá Arbeiðseftirlitinum.
§ 2. Brot á hesa kunngerð og ta kunngerð, sum við hesum verður sett í gildi, verður revsað eftir § 39 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974.
§ 3. Kunngerðin kemur í gildi 17. september 1984.
Føroya Landsstýri, 30. august 1984
Eilif Samuelsen
landsstýrismaður
/ J. Djurhuus