Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. juni 2013Nr. 83
Kunngerð um felagsreglur í yrkisnámi, sum seinast broytt við kunngerð nr. 121 frá 19. juli 2019 1)
Við heimild í § 4, stk. 1, § 5, stk. 2, § 8, stk. 3, § 17, stk. 2, § 18, stk. 2 og § 46 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011 og í § 5, stk. 2, § 6, stk. 6, § 12, § 14, § 18, stk. 2 og § 19, stk. 2 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2012 verður ásett:
Kapittul 1
Bygnaður
§ 1. 2) Yrkisútbúgvingar eru innan hesi øki:
1) Tøkniligar útbúgvingar:
a) Timburútbúgving.
b) Elektrikaraútbúgving.
c) Bilsmiðútbúgving.
d) Metalútbúgving við sergrein.
e) Hárfríðkanarútbúgving.
f) Snikkaraútbúgving.
2) Handils- og skrivstovuútbúgvingar:
a) Útbúgving innan skrivstovu við sergrein.
b) Útbúgving innan smásølu og heilsølu.
3) Fiskivinnu- og landbúnaðarútbúgvingar:
a) Alari.
b) Fiskavirkari.
c) Fiskireiðskapstøkningur.
d) Landbúnaðartøkningur.
4) Aðrar yrkisútbúgvingar:
a) Klædnaatstøðingur.
b) Matvøruatstøðingur.
c) Tilvirkisatstøðingur.
Stk. 2. 1) Í samráð við skúlan avgerð yrkisnevndin, hvussu skúlaparturin fyri tøkniligu yrkisútbúgvingarnar verður skipaður.
Kapittul 2
Upptøka
§ 2. 1) Upptøka til tøkniligu yrkisútbúgvingarnar og handils- og skrivstovuútbúgvingarnar er treytað av, at næmingurin hevur lærusáttmála.
Stk. 2. 1) Um næmingagrundarlag er fyri tí, kann skúlin gera av at taka næmingar upp tvær ferðir um árið.
Stk. 3. 1) Næmingur, sum ikki hevur lærusáttmála, kann verða tikin upp til 1. skúlaskeið, treytað av at hann fyrst hevur staðið fyrireikingarskeið til yrkisútbúgving við nóg góðum úrsliti.
Stk. 4. 1) Fyrireikingarskeiðið til yrkisútbúgving verður lýst í námsskipan.
§ 3. 1) Upptøka á útbúgvingarnar nevndar í § 1, stk. 1, nr. 3 og 4 er treytað av, at umsøkjari hevur fráfaringarpróvtøku fólkaskúlans, 9. flokk.
Stk. 2. 1) Umsøkjari, sum ikki lýkur treytirnar fyri atgongd til útbúgvingina, kann verða tikin upp, um skúlin metir, at umsøkjarin hevur tær neyðugu fakligu fyritreytirnar fyri at fullføra útbúgvingina til ásetta tíð. Umsøkjari kann verða vístur til upptøkuroynd, sum skúlin skipar fyri.
§ 4. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 5. 1) Fyri at verða tikin upp á 2. skúlaskeið í tøkniligari yrkisútbúgving skal lærlingurin, við nóg góðum úrsliti hava staðið 1. skúlaskeið og hava ein galdandi lærusáttmála.
Stk. 2. 1) Fyri at verða tikin upp á høvuðssskúlaskeið á handilsútbúgvingini og skrivstovuútbúgvingini, skal lærlingurin hava lærusáttmála og hava staðið fyrireikingarskeið innan handil og skrivstovu.
Kapittul 3
Innihald
§ 6. Skúlagongdin er skipað í undirvísingarbreytir. Skemalagda undirvísingarvirksemið fevnir í mesta lagi um 36 pultstímar um vikuna.
Stk. 2. Skúlagongdin hjá næmingum við lærusáttmála svarar til starvstíðina hjá fulltíðarsettum á arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 3. 1) (Strikað).
§ 7. Lærugreinirnar eru býttar í almennar lærugreinar, yrkislærugreinir og vallærugreinir.
Stk. 2. Mentamálaráðið ger námsætlanir fyri almennar lærugreinir og vallærugreinir, ið eru almennar lærugreinir.
Stk. 3. Yrkisnevndin ger námsætlanir fyri yrkislærugreinir og vallærugreinir, ið eru yrkislærugreinir.
§ 8. 1) Almennar lærugreinar skulu geva útbúgvingini fakliga breidd, taka atlit til yrkisøkið hjá lærlinginum og næminginum umframt menna lestrarførleika lærlingsins og næmingsins.
Stk. 2. Almennar lærugreinir skulu liggja so tíðliga sum møguligt í skúlagongdini.
Stk. 3. Í útbúgvingarkunngerðunum skal tímatalið í almennum lærugreinum ásetast fyri hvørja lærugrein sær og tilsamans, meðan tímatalið fyri yrkis- og yrkisvallærugreinir skal ásetast við vegleiðandi tímatali tilsamans.
§ 9. Yrkislærugreinir skulu við atliti at viðkomandi yrkisøki fevna um:
1) Tøknilig, náttúrufaklig, fyrisitingarlig og vinnubúskaparlig evni, sum bæði eru verklig og ástøðilig við tilknýti til vanligar arbeiðsuppgávur, arbeiðshættir, maskinur, útbúnað, amboð, tilfar, fyrisiting og fyriskipanir,
2) evni, sum viðvíkja formgeving og dygdartilvitan,
3) yrkiskunnleika í tøkniligum, vinnubúskaparligum, samfelagsligum og søguligum høpi,
4) evni, sum lýsa sambandið millum vøkstur og menning í einum virki, umframt ta fyriskipanarligu, fíggjarligu, tøknifrøðiligu og tænastuveitingarligu menningina,
5) evni, sum viðgera arbeiðs- og arbeiðsmarknaðarviðurskiti innan yrkisøkið, eitt nú umhvørvis- og trygdarviðurskifti,
6) leitan og nýtslu av vitan og samskifti á føroyskum og einum ella fleiri fremmandamálum, og
7) evni, har arbeitt verður við uppgávum, sum krevja støddfrøðiligar og líknandi arbeiðshættir.
§ 10. Skúlaskeiðini á tøkniligu undirvísingarbreytini eru nærri lýst í útbúgvingarkunngerðum fyri einstøku útbúgvingarnar.
Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 11. Ein námsskipan er fyri hvørja yrkisútbúgving sær.
Stk. 2. Námsskipanin tekur støði í útbúgvingarkunngerðini og endurspeglar førleikakrøvini við lokna yrkisútbúgving.
Stk. 3. Námsætlan er fyri hvørja yrkislærugrein sær og fyri verkligu læruna. Námsætlanin lýsir førleikamálini fyri lærugreinirnar, avriksmát, eftirmeting, og vegleiðandi tímatali.
§ 12. Skúlin ger á hvørjum ári eina ætlan fyri undirvísingina í einstøku skúlaskeiðunum.
Stk. 2. Áðrenn undirvísingarbyrjan ger lærarin eina ítøkiliga undirvísingarætlan fyri allar undirvísingargongdir í skúlaskeiðnum í teimum einstøku lærugreinunum.
Stk. 3. Undirvísingarætlanin í einstøku lærugreinunum verður gjørd við støði í málunum fyri lærugreinina og útbúgvingina. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal góðkenna undirvísingarætlanina, áðrenn undirvísingin byrjar.
Kapittul 4
Eftirmeting og próvtøka
Innanhýsis eftirmeting
§ 13. Einstaki næmingurin skal eftirmetast eftir hvørt skúlaskeið.
Stk. 2. 2) Eftirmeting í almennu lærugreinunum verður framd sambært námsætlan. Mentamálaráðið tekur út tvær av trimum almennum lærugreinum í 1. skúlaskeiði á tøkniligum útbúgvingum sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1, litra a-f.
Stk. 3. Eftirmetingin av yrkislærugreinunum verður framd sambært námsskipan fyri einstøku yrkisútbúgvingina.
Stk. 4. Fyri lærugreinir við minni enn 30 undirvísingartímum í einstaka skúlaskeiðnum verður givin ein luttøkuváttan.
Próvtøkur
§ 14. Í yrkisútbúgving verða próvtøkur framdar sambært námsskipanini fyri viðkomandi yrkisútbúgving.
Stk. 2. Próvtakari, sum ikki møtir ella kemur ov seint til próvtøku, kann ikki krevja at sleppa til próvtøku. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann tó eftir skrivligari umsókn avgera, at próvtakari kann fara til próvtøku seinni í próvtøkuskeiðnum, um serlig orsøk fyriliggur.
§ 15. Próvtøkuuppgávan í munnligari próvtøku í almennari lærugrein á E stigi tekur støði í temauppgávu frá undirvísingini.
Stk. 2. Bæði próvdómari og próvhoyrari skulu vera hjástaddir, tá ið próvtakarin velur próvtøkuspurning. Próvhoyrarin skal, meðan próvdómarin lýðir á, tryggja sær, at próvtakarin hevur skilt spurningin.
Stk. 3. Tá ið próvtal verður ásett í sambandi við munnliga ella verkliga próvtøku, skulu bara próvhoyrari og próvdómari vera hjástaddir. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann tó í samráð við avvarðandi próvhoyrara gera av, at ein ikki royndur lærari kann vera hjástaddur, meðan samráðst verður um at áseta próvtal.
Stk. 4. Tá ið próvtal fyri munnliga próvtøkuavrikið verður kunngjørt próvtakaranum, skal próvdómarin lýða á.
Yrkis- og sveinaroynd
§ 16. Fyri at lærlingur við góðkendum lærusáttmála kann fara til yrkis- ella sveinaroynd, skal hann frammanundan hava staðið øll skúlaskeið í viðkomandi yrkisútbúgving.
Stk. 2. Yrkis- og sveinaroynd fer fram sambært viðkomandi útbúgvingarkunngerð.
Stk. 3. Døming í yrkis- og sveinaroynd fer fram sambært námskipanini fyri viðkomandi útbúgving.
Stk. 4. Metingin verður førd á serligt skjal, sum yrkisnevndafyrisitingin letur. Metingarskjalið verður sent yrkisnevndafyrisitingini at goyma, og metingardómarar og lærari eiga at fáa avrit av metingarskjalinum.
Stk. 5. Skúlin goymir uppgávur, ið eru latnar inn til døming, í 1 ár frá royndardegnum at rokna.
Tøkniligar yrkisútbúgvingar
§ 17. 1) Í yrkislærugreinunum verður eftir hvørt skúlaskeið framd ein innanhýsis eftirmeting sambært námskipanini fyri ávísu yrkisútbúgvingina.
Stk. 2. Yrkisnevndafyrisitingin tilnevnir ein metingardómara til innanhýsis eftirmetingina eftir 1. skúlaskeið sambært stk. 1.
§ 18. 1) Treytin fyri, at næmingur kann halda fram á næsta skúlaskeiði er, at talmetið fyri innanhýsis eftirmetingina í yrkislærugreinunum, sbrt. § 17, stk. 1, í minsta lagi er 02.
Stk. 2. 1) Næmingur, sum ikki lýkur treytirnar í stk. 1 fyri at halda fram næsta skúlaskeið, kann eftir avgerð leiðara útbúgvingarstovnsins og í samráð við læruplássið fáa møguleika at taka skúlaskeiðið ella partar av skeiðnum umaftur.
Fyrisitingar-, handils- og skristovuútbúgvingar
§ 19. FHS útbúgvingin er støðisútbúgvingin innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, sum ásett í kunngerð nr. 15 frá 14. februar 2000 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið.
Stk. 2. Próvtøka verður hildin sambært kunngerð nr. 96 frá 8. juni 2001 um próvtøku í grundútbúgvingini innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuyrkið, FHS, og innan hægri handilspróvtøku, HH.
§ 20. Í yrkislærugreinunum í eftirfylgjandi skúlaskeiðum verður framd ein innanhýsis eftirmeting sambært námsskipan fyri ávísu yrkisútbúgvingina.
§ 21. Treytin fyri, at næmingur kann halda fram á næsta skúlaskeiði er, at talmetið fyri innanhýsis eftirmetingina í yrkislærugreinunum í minsta lagi skal vera 02.
Skjølini
§ 22. Eftirmetingarskjal við støðumetum verður undirskrivað av læraranum og latið leiðara útbúgvingarstovnsins.
Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur ábyrgd av, at próvtøl og støðumet verða skrásett í próvtalsbók.
Stk. 3. Skúlin skal varðveita eftirmetingarskjøl og próvtalsbøkur í minsta lagi 5 ár.
Kapittul 5
Skyldur og skilhald
§ 23. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger reglur um at vera til staðar og virkin í undirvísingini, og um skilhald.
Stk. 2. Tað áliggur leiðara útbúgvingarstovnsins at kunna næmingarnar, eisini næmingar við lærusáttmála, um møtiskyldu, fráveruuppgerð og avleiðingar fyri brot á hesar skyldur.
Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins kunnar næmingarnar um skilhaldsreglur skúlans.
Lestrarvirkni
§ 24. Næmingur og lærlingur skal vera til staðar og virkin í undirvísingini.
Stk. 2. Skylda sbrt. stk. 1 fevnir í minsta lagi um:
1) at vera til staðar í undirvísingarhølinum, fyrireikaður og luttakandi, tá ið lærari undirvísir eftir lagdari ætlan, og
2) at lata inn skrivlig avrik rættstundis, og sum í dygd og vavi lúka ásett krøv.
§ 25. Skúlin skrásetur fráveru næmingsins, eins og orsøkirnar fyri møguligari fráveru, og skrásetur tiltøk mótvegis næminginum í sambandi við brot á galdandi reglur.
Stk. 2. Næmingur skal hava møguleika fyri at eftirkanna skrásetingina av fráveru síni.
§ 26. Næmingur, sum vegna sjúku er burtur frá undirvísingini í styttri tíðarskeiði, skal lata skúlanum sjúkraváttan fyri tíðarskeiðið, hann er sjúkur. Er talan um næming við lærusáttmála, skal læruplássið hava fráboðan.
Stk. 2. Skúlin kann í serligum føri, eftir umsókn frá næmingi og í samráð við læruplássið, játta styttri fráveru frá undirvísingini, um skúlin út frá eini ítøkiligari meting heldur, at næmingurin hóast fráveruna kann røkka málið fyri útbúgvingina.
Kapittul 6
Burturvísing frá undirvísingini
§ 27. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann avgera, at næmingur verður burturvístur frá undirvísingini, um hann uttan lógligt forfall er burtur frá undirvísingini.
Stk. 2. Næmingur kann bert verða burturvístur, um onnur tiltøk, sum t.d. samtalur ella ávaringar, eru roynd. Leiðari útbúgvingarstovnsins sær til, at tílík tiltøk verða skrásett.
Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins avgerð, hvørji tiltøk eftir stk. 2 skulu setast í verk í mun til brot næmingsins, m.a. samrøður, ávaringar ella burturvísing frá undirvísingini. Í sambandi við burturvísing ger skúlin í samráð við læruplássið av, um skúlaskeiðið heilt ella partvís kann takast umaftur.
§ 28. Hevur næmingurin framt eitt misbrot av serliga grovum slagi, kann hann verða burturvístur frá undirvísingini alt fyri eitt uttan ávaring.
Stk. 2. Verður næmingur við lærusáttmála burturvístur frá undirvísingini, fellur lærusáttmálin burtur samanber § 39, stk. 5 í yrkisútbúgvingarlógini.
Kapittul 7
Váttanir
Skúlaummæli
§ 29. Í seinasta lagi 14 dagar eftir lokið skúlaskeið, letur skúlin næminginum og viðkomandi læruplássi eitt ummæli við próvtølum og støðumetum.
Stk. 2. Skúlaummælið skal ikki hava aðrar metingar ella útsagnir um næmingin enn tær, sum nevndar eru í stk. 1.
Skúlaváttan
§ 30. Eftir seinasta skúlaskeið letur skúlin næminginum skúlaváttan. Í skúlaváttanini skulu standa tær sergreinir, sum næmingurin hevur tikið, umframt øll próvtøl í sambandi við yrkis- ella sveinaroyndina.
Stk. 2. Mentamálaráðið ger oyðubløðini til skúlaváttanirnar.
Stk. 3. Avrit av skúlaváttanini skal latast viðkomandi læruplássi og Yrkisdeplinum.
Stk. 4. Skúlaváttan sbrt. stk. 1 kann bert verða givin næmingi við lærusáttmála, tá ið hann hevur staðið yrkis- ella sveinaroyndina.
Stk. 5. Gevst næmingur áðrenn fullførda útbúgving, skal skúlin lata næminginum eina váttan fyri tann partin av skúlagongdini, hann hevur fullført.
Starvsváttan
§ 31. Eftir lokna læru skal viðkomandi lærupláss geva lærlingi eina starvsváttan um verkliga partin. Um so er, at fleiri virki eru partar av lærusáttmálanum, gevur hvørt virki sær eina starvsváttan.
Stk. 2. Avrit av starvsváttanini skal latast Yrkisdepilinum.
Stk. 3. Starvsváttanin skal fevna um:
1) Heiti á útbúgvingini, umframt heiti á møguligari sergrein ella yrki,
2) navni á virkinum,
3) navni á útisetavirki, og nær lærlingurin hevur verið har,
4) váttan um, at verkliga læran er framd samsvarandi galdandi reglum,
5) undirskrift virkisleiðarans, og
6) navn og føðingardagur lærlingsins.
Stk. 4. Yrkisdepilin ger oyðubløðini til starvsváttanirnar.
Stk. 5. Ein starvsváttan kann eftir samtykt frá yrkisnevndini fevna um aðrar, enn tær í stk. 3 nevndu upplýsingar, tá ið tað snýr seg um upptøku til yrkis- ella sveinaroynd.
Stk. 6. Starvsváttanin skal ikki hava metandi útsagnir um lærlingin.
Stk. 7. Gevst lærlingur áðrenn fullførda útbúgving, skal læruplássi lata lærlinginum eina váttan fyri tann partin av verkligu læruni, hann hevur luttikið í.
Læru- ella sveinabræv
§ 32. Tá ið lærlingur hevur lokið skúlagongdina og verkligu læruna, verður læru- ella sveinabræv útskrivað við støði í skúlaváttanini sbrt. § 30 og í starvsváttanini sbrt. § 31.
Stk. 2. Yrkisdepilin skrivar út læru- ella sveinabræv.
§ 33. Læru- ella sveinabrævið skal fevna um:
1) Heiti á útbúgvingini, umframt heiti á møguligari sergrein ella yrki,
2) heimild fyri útbúgvingini, og
3) navn og føðingardagur lærlingsins.
Stk. 2. Læru- ella sveinabrævið skal ikki hava metandi útsagnir um lærlingin, tó kann Yrkisnevndin umskriva endaliga sveinaroyndarpróvtali í sveinabrævinum til heiðursmerking, tá ið námsskipanin loyvir tí.
Kapittul 8
Aðrar ásetingar
§ 34. Um skúlagongdin í ávísari yrkisútbúgving ikki fer fram á føroyskum skúla, verður skúlaparturin í útbúgvingini skipaður eftir teimum reglum, ið eru galdandi í viðkomandi landi.
§ 35. Er næmingur ella lærlingur undir 18 ár, skal foreldramyndugleikin hava fráboðan um viðurskifti sambært hesari kunngerð.
Kapittul 9
Kærur
Fyrisitingarlig avgerð
§ 36. Fyrisitingarlig avgerð, sum leiðari útbúgvingarstovnsins hevur tikið sambært § 14, stk. 2, § 18, stk. 2, § 27 og § 28, stk. 1, kann kærast til landsstýrismannin. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at næmingurin hevur móttikið avgerðina.
Stk. 2. Um næmingur ikki er myndugur, kunnu tey, ið hava foreldramyndugleika, kæra.
Próvtøkur í almennum lærugreinum
§ 37. Næmingur ella tey, ið hava foreldramyndugleika, kunnu kæra viðurskifti í sambandi við próvtøku har ímillum um próvtøl og talmet, sum telja við sum próvtøl. Kæran verður latin leiðara útbúgvingarstovnsins og skal vera grundgivin.
Stk. 2. Kæran skal vera leiðara útbúgvingarstovnsins í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at próvtøkuúrslitið er kunngjørt próvtakaranum.
Stk. 3. Kærarin fær útflýggjað avrit av próvtøkuuppgávuni ella próvtøkugrundarlagnum, sum hann hevur viðgjørt og svarað. Er talan um skrivligt próvtøkuavrik fær kærarin útflýggjað avrit av egnum próvtøkuavriki.
Stk. 4. Kæra um munnligt ella skrivligt próvtal kann hava við sær, at ásetta próvtalið verður hækkað, lækkað ella staðfest.
§ 38. Kært verður persónliga, og kæran skal ítøkiliga lýsa veruligu umstøðurnar, ið sambært fatan kærarans eru orsøk til, at kæran eigur at verða gingin á møti. Kæran kann snúgva seg um:
1) Próvtøkugrundarlagið, t.d. próvtøkuspurningar og próvtøkuuppgávur, í mun til krøv og mál í námsætlanini í avvarðandi lærugrein,
2) próvtøkugongdina, og
3) dømingina.
Stk. 2. Hevur Mentamálaráðið gjørt uppgávuna til próvtøkuna, ið kært verður um, sendir leiðari útbúgvingartovnsins Mentamálaráðnum kæruna um próvtøkugrundarlagið, sbrt. stk. 1, nr. 1, og tekur Mentamálaráðið avgerð í málinum við støði í fakligari ráðgeving.
§ 39. Leiðari útbúgvingarstovnsins avger, um kærumál sbrt. § 38, stk. 1 skal viðgerast, ella um tað verður víst aftur. Afturvísing skal vera skrivlig og grundgivin.
Stk. 2. Tekur leiðari útbúgvingarstovnsins avgerð um, at kæran verður víst aftur, kann kærarin umvegis leiðara útbúgvingarstovnsins kæra málið til Mentamálaráðið innan 7 dagar eftir, at afturvísingin er kunngjørd kæraranum. Leiðari útbúgvingarstovnsins sendir Mentamálaráðnum sítt tilmæli saman við kæruni.
§ 40. Tekur leiðari útbúgvingarstovnsins avgerð um, at kæran skal viðgerast, letur hann kæruna beinanvegin til próvhoyrara og próvdómara. Próvhoyrari og próvdómari skulu innan 7 dagar frá tí, teir hava fingið kæruna frá leiðara útbúgvingarstovnsins, gera eina fakliga meting umframt eina felags niðurstøðu í kærumálinum.
Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins sendir fakligu metingina og niðurstøðuna til kæraran, sum fær høvi til innan 7 dagar at gera møguligar viðmerkingar.
Stk. 3. Við støði í frágreiðingunum og møguligum viðmerkingum, sbrt. stk. 1 og 2, avger leiðari útbúgvingarstovnsins, um kæran skal viðgerast ella verður víst aftur. Avgerðin hjá leiðara útbúgvingarstovnsins skal vera skrivlig og grundgivin. Leiðari útbúgvingarstovnsins sendir próvtakara, próvhoyrara og próvdómara fráboðan um avgerðina.
§ 41. Tekur leiðari útbúgvingarstovnsins avgerð um, at kæran skal viðgerast víðari, sendir hann Mentamálaráðnum kæruna saman við grundgeving síni, frágreiðing frá próvhoyrara og próvdómara um próvtøkuna og møguligar viðmerkingar frá kæraranum.
Stk. 2. Snýr kæran seg um at áseta próvtal í sambandi við skrivliga próvtøku, sendir leiðari útbúgvingarstovnsins Mentamálaráðnum alt tilfar í kærumálinum, sbrt. stk. 1, so umdøming kann fara fram. Mentamálaráðið tilnevnir síðani ástøðufólk, sum við støði í øllum tilfarinum í kærumálinum ásetir próvtal. Próvtalið, sum ástøðufólkið ásetir, skal vera grundgivið og er endaligt.
Stk. 3. Snýr kæran seg um at áseta próvtal í sambandi við munnliga próvtøku, tekur Mentamálaráðið við støði í øllum tilfarinum í kærumálinum støðu til kæruna. Mentamálaráðið avger, um endurpróvtøka skal verða boðin kæraranum, ella um kæran verður víst aftur.
Stk. 4. Verður endurpróvtøka sbrt. stk. 3 boðin kæraranum, tilnevnir Mentamálaráðið nýggjan próvdómara, og endurpróvtøka verður framd so skjótt sum til ber.
Stk. 5. Meðan kærumál verður viðgjørt, skal skúlin hava frumprógvið í varðveitslu. Ber umdøming ella endurpróvtøka í sær, at próvtal verður broytt, útskrivar leiðari útbúgvingarstovnsins nýtt prógv, og gamla frumprógvið verður burturbeint.
Stk. 6. Umdøming og endurpróvtøka kann hava við sær, at próvtalið verður hækkað, lækkað ella verður tað sama, sum fyrr ásett.
Yrkis- og sveinaroynd
§ 42. Um lærlingurin metir, at døming í ávísari yrkislærugrein í sambandi við yrkis- ella sveinaroyndina ikki er nøktandi, kann hann í seinasta lagi 8 dagar eftir próvtøkuna leggja málið til viðkomandi yrkisnevnd til støðutakan.
Stk. 2. Yrkisnevndin kann, um hon metir grundarlag verða fyri tí og um lærlingurin ynskir tað, taka avgerð um umdøming við øðrum metingardómarum. Um so er, at umdøming verður framd, eru próvtølini frá umdømingini galdandi.
Stk. 3. Avgerð ið tikin er av yrkisnevndini kann kærast til kærunevndina, sambært kunngerð nr. 98 frá 12. juli 2011 um kærunevnd at viðgera avgerðir yrkisnevndarinnar. Avgerð tikin av kærunevndini er endalig innan fyrisitingina, sbr. § 23, stk. 5, 2. pkt. í yrkisútbúgvingarlógini.
Kapittul 10
Gildiskoma
§ 43. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2013/2014 ella seinni.
Stk. 2. Samstundis verður sett úr gildi kunngerð nr. 39 frá 9. mars 2001 um møtiskyldu í yrkisútbúgvingunum. Eisini verða settar úr gildi §§ 7 og 8 í kunngerð nr. 64 frá 31. mai 2002 um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir.
Mentamálaráðið, 4. juni 2013
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 121 frá 19. juli 2019, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Broytingarnar í § 1, nr. 3 eru tó galdandi fyri næmingar, sum byrja útbúgvingina í august 2020 ella seinni.”
2) Broytt við kunngerð nr. 110 frá 10. desember 2014.