Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 10-06-2011
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2011 A - Hefti 23 A frá 10. juni 2011
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

7. juni 2011Nr. 83

Kunngerð um løgujáttan

Við heimild í § 27, nr. 6 í løgtingslóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan, verður ásett:

Kapittul 1

Virkisøki

§ 1. Løgujáttan verður brúkt í sambandi við bygging, ognan ella avhending av bygningum, løgum og skipum o.ø. og í sambandi við stór viðlíkahaldsarbeiði, sbrt. § 22, stk. 1 í lógini.

§ 2. Stuðul og lán til løguverkætlanir verða tikin við sum stuðulsjáttan ella lógarbundin játtan, alt eftir rættargrundarlagnum.

Kapittul 2

Løguútreiðslur

§ 3. Løguverkætlanir mugu ikki setast í verk, fyrrenn játtan er fingin til vega, umframt at avvarðandi myndugleiki hevur góðkent verkætlanina og samlaðu løguupphæddina.

Stk. 2. Samlaða løguupphæddin skal fata um allar útreiðslur fyri, at løgan eftir ætlan kann takast í nýtslu, herundir innbúgv, størri útgerð og uttanumøkið.

§ 4. Størri løguverkætlanir upp á 10 mió. kr. ella meira, skulu gerast við grundarlagi í eini verklagslóg.

Stk. 2. Við heimild í ásettu samlaðu løguupphæddini í verklagslógini, kann landsstýrismaðurin gera avtalur, sum hava við sær byggiútreiðslur í komandi fíggjarárum, um so er, at hetta er neyðugt fyri at gera skynsamar sáttmálar við atliti at valda útbjóðingar- og byggiháttinum, og treytað av, at tann samlaða løguupphæddin verður hildin.

§ 5. Við átekning kann verða givin heimild at flyta óbrúktar løgujáttanir til seinni fíggjarár, sbrt. § 22, stk. 2 í lógini.

§ 6. Í viðmerkingunum til løgujáttan skal vera ein frágreiðing um tað ávísu løguverkætlanina og upplýsingar um samlaðu løguupphæddina, við útreiðslunum liðaðar á fíggjarár, sbrt. § 22, stk. 3 í lógini.

§ 7. Landsstýrismaðurin er ikki bundin av sundurgreiningini av fleiri løguverkætlanum undir somu høvuðskontu, treytað av, at samlaða løguupphæddin av einstøku verkætlanunum ikki verður broytt og farið ikki verður upp um játtanina.

Stk. 2. Er talan um atgerðir, sum bera í sær munandi broytingar í einstøku verkætlanini og atgerðir, sum bera í sær eina hækking av samlaðu løguupphæddini fyri einstøku verkætlanina, kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, vegna avvvarðandi landsstýrismann, ráðføra seg við fíggjarnevnd Løgtingsins um broyttar fortreytir fyri játtanini.

Stk. 3. Er talan um nýggjar løguverkætlanir, sum ætlanin er at fremja undir somu høvuðskontu, men sum ikki eru lýstar í viðmerkingunum til løgujáttanina, kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, vegna avvarðandi landsstýrismann, ráðføra seg við fíggjarnevnd Løgtingsins um broyttar fortreytir fyri játtanini.

Kapittul 3

Løguinntøkur

§ 8. Løguinntøkur kunnu bert verða havdar, um so er, at heimild er fyri hesum á fíggjarlóg. Um ikki, skal játtan verða fingin til vega, áðrenn avhending av løgu kann verða framd.

Stk. 2. Viðmerkingar til inntøkujáttanir skulu lýsa grundarlagið undir inntøkumetingum, sbrt. § 22, stk. 4 í lógini.

§ 9. Bygningar, løgur og skip o.a. kunnu ikki avhendast, fyrrenn hesi hava verið lýst alment til sølu.

Kapittul 4

Ígildiskoma

§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2011

 

 

Fíggjarmálaráðið, 7. juni 2011

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Atli Suni Leo