Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. juni 2019Nr. 83
Kunngerð um sigling við ferðafólki við smærri bátum, sum verða sjósettir av ferðamannaskipum
Við heimild í § 31 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri ferðamannaskip, ið eru 100 bruttotons til støddar ella meiri, og sum sigla í innara sjóøkinum.
§ 2. Smærri bátar, ið verða sjósettir av ferðamannaskipum at flyta ferðafólk, skulu altíð koma til eina ISPS-góðkenda havn, ið avvarðandi havnamyndugleiki hevur ávíst.
Stk. 2. Sigling í innara sjóøkinum við smærri bátum við ferðafólki, sum ikki hevur til endamáls at flyta ferðafólk inn í ella úr eini ISPS-góðkendari havn, er bannað.
§ 3. Sjóvinnustýrið kann eftir umsókn frá avvarðandi havnamyndugleika í einstøkum førum og undir nærri ásettum treytum loyva, at ferðafólk verða flutt av einum ferðamannaskipi til eina havn, sum ikki er ISPS-góðkend.
§ 4. Brot á § 2 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 14. juni 2019
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)