Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. august 2006Nr. 83
Kunngerð um sjúklingaráð, sum broytt við kunngerð nr. 125 frá 9. september 2022
Við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið verður ásett:
§ 1. Landsstýrismaðurin velur eitt sjúklingaráð, sum er ráðgevandi fyri landsstýrismannin í málum um viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar í sjúkrahúsverkinum.
§ 2. 1) Uppgávurnar hjá sjúklingaráðnum fevna um:
1) at ráðgeva landsstýrismanninum í sambandi við uppskot til lógir og kunngerðir, um uppskotini hava týdning fyri veitingar til sjúklingar, og
2) at viðgera mál av generellum og prinsipiellum týdningi fyri veitingar til sjúklingar.
Stk. 2. 1) Sjúklingaráðið kann ikki viðgera ítøkilig persónsmál.
§ 3. 1) Sjúklingaráðið skal geva landstýrismanninum ráð um tey uppskot til lógir, kunngerðir og onnur mál, sum hann leggur fyri ráðið.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal leggja fíggjarætlanirnar fyri tey trý sjúkrahúsini fyri sjúklingaráðið til ummælis.
§ 4. 1) Sjúklingaráðið kann av sínum eintingum viðgera uppskot til lógir, kunngerðir og onnur mál viðvíkjandi veitingum í sjúkrahúsverkinum og koma við uppskotum til landsstýrismannin..
§ 5. 1) Landsstýrismaðurin velur fimm limir í sjúklingaráðið eftir uppskoti frá sjúklingafeløgum, sum umboða sjúklingar, ið vanliga verða viðgjørdir á sjúkrahúsunum. Feløgini kunnu í mesta lagi hvør sær skjóta upp fimm umboð.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin velur limirnar soleiðis, at samansetingin av ráðnum verður so breið sum gjørligt. Miðað skal verða ímóti, at umboðini í ráðnum eru av báðum kynum, sbr. § 8 í løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn, og av ymsum landafrøðiligum økjum í Føroyum.
Stk. 3. Sjúklingaráðið verður tilnevnt eftir hvørt løgtingsval. Limirnir í sjúklingaráðnum verða sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru tilnevndir.
§ 6. 1) Sjúklingaráðið velur formann, næstformann og skrivara millum limirnar. Formaðurin orðar tey tilmælir og hoyringsskriv, ið sjúklingaráðið leggur fyri landsstýrismannin. Formaðurin kallar inn til fundir í sjúklingaráðnum og er orðstýrari á fundunum. Hevur formaðurin forfall, røkir næstformaðurin uppgávuna sum formaður.
Stk. 2. 1) Sjúklingaráðið ásetur sína egnu fundarskipan. Sjúklingaráðið heldur fund minst fýra ferðir um árið. Gjørd verður fundarfrágreiðing um tilráðingar, ið gjørdar verða á fundunum. Fundarfrágreiðing skal undirskrivast og góðkennast av teimum limum, sum luttaka á fundunum.
Stk. 3. 1) Avrit av fundarfrágreiðingunum verða sendar landsstýrismanninum.
Stk. 4. 1) Sjúklingaráðið skal í minsta lagi hava 2 árligar fundir við landsstýrismannin.
Stk. 5. 1) Sjúklingaráðið letur í seinasta lagi 1. apríl landsstýrismanninum ársfrágreiðing um sítt arbeiði.
§ 7. Fundarsamsýningar, ferðaútreiðslur, dag- og tímapeningur til sjúklingaráðið verður goldin í samsvari við umfarsskriv um nevndarsamsýningar.
§ 8. Limirnir í sjúklingaráðnum hava tagnarskyldu eftir reglunum í borgarligu revsilógini.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálaráðið, 17. august 2006
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)