Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 19-05-1992
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

19. mai 1992Nr. 83

Kunngerð um Føroyska Altjóða Skipaskrá, sum seinast broytt við kunngerð nr. 23 frá 29. mars 2011

Samsvarandi § 11 og § 12, stk. 2 løgtingslóg nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá hevur landsstýrið fyrisett.

Kapittul 1.

Skrásetingarmyndugleiki og tilmelding um skráseting.

§ 1. Føroya Skipaskráseting fyrisitur skrásetingar í Føroysku Altjóða Skipaskránni.

 Stk. 2. Føroysk skip jvb. § 1 í løgtingslóg um skráseting av skipum, sum verða meldað til skráseting í Føroysku Altjóða Skipaskránni, FAS, í seinasta lagi 30 dagar eftir, at skipið er liðugt bygt, ella um skipið er keypt liðugt bygt, í seinasta lagi 30 dagar eftir keypið, eru undantikin fráboðanarskylduni sambært løgtingslóg um skráseting av skipum.

 Stk. 3. Tilmeldingin verður latin inn undirskrivað av eigara ella eigarum skipsins, fyri íognarfeløg og samløgufeløg av øllum ábyrgdarluttakarum, fyri feløg og felagsskapir, sum hava valt eina nevnd, tá av øllum limunum í nevndini. Fyri feløg og felagsskapir kann tilmeldingin tó verða skrivað undir av teimum, sum hava tekningarrætt við sølum ella veðseting skipa. Í heilt serligum føri kann Skipaskrásetingin eisini loyva, at tilmeldingin verður latin inn, hóast einstakar undirskriftir vanta.

 Stk. 4. Skipaskrásetingin kann leingja ta í stk. 2 nevndu freist.

§ 2. Tilmelding um skráseting í Føroysku Altjóða Skipaskránni verður gjørd á oyðiblaði, sum fæst við at venda sær til Skipaskrásetingina. Tilmeldingin skal, umframt upplýsingar um skipið sum navn, heimstað í Føroyum, byggiár, bygginummar, byggistað, skipaslag, skipanýtsla, sigliøki og møguligar flutningstreytir samsvarandi treytunum í § 4 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá, innihalda upplýsingar um eigaran við neyðugari váttan um, at tilmeldarin er eigari skipsins, jvb. § 6.

 Stk. 2. Er eigarin føroyingur, jvb. § 1 í løgtingslóg um skráseting av skipum, skal tilmeldingin av partsreiðaríum innihalda upplýsingar um partsreiðarar og um støddina av pørtunum og um val af fyrisitandi reiðara. Fyri feløg og felagsskapir skulu upplýsingar um møguliga nevnd, stjórn ella korresponderandi reiðara og upplýsingar um tekningarreglur við sølu ella veðseting skipa fylgja við tilmeldingini. Fyri íognarfeløg og samløgufeløg skulu upplýsingar um ábyrgdartakarar og um tekningarreglur við sølu ella veðseting skipa fylgja við tilmeldingini. Ein stjórn ver›ur mett sum korresponderandi reiðarí, og kann tá ikki annar korresponderandi reiðari verða tilmeldaður. Fyri tilmelding av partafelag krevst próvført við avriti úr partafelagsskránni, at felagið er upptikið í skránna.

 Stk. 3. Harumframt skal við tilmeldingini viðmerkjast, um skipið hevur verið meldað til skráseting eftir §§ 1 og 4 í løgtingslóg um skráseting av skipum. Um so er, ella um reiðaríið longu er skrásett sum eigari av føroyskum skipi, kann í tilmeldingini verða víst til tilmelding frammanundan.

 Stk. 4. Er eigarin eitt útlendskt felag, jvb. løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá § 1, stk. 2, skal tilmeldingin fyriuttan upplýsingar um eigaran hava upplýsingar um teir persónar ella feløg, sum lúka treytirnar í § 1 í løgtingslóg um skráseting av skipum, og sum hava ein beinleiðis ella óbeinleiðis ognarpart í tí útlendska felagnum, saman við upplýsingum um tann umboðsmann, sum eigarin hevur valt.

 Stk. 5. Skipaskrásetingin kann krevja teir í tilmeldingini nevndu upplýsingar próvførdar við t.d., at úrskriftir úr almennari skrá, gerðabøkur fyri aðalfund ella nevndarfundir ella váttaðar úrskriftir av hesum verða sendir inn.

 Stk. 6. Váttan um tjóðskaparstøðu kann verða gjørd á tilmeldingarblaðið, jvb. § 3.

 Stk. 7. Skipanavn kann bert verða skrásett, um so er, at tað er so skilligt, at tað ikki kann blandast vi› onnur skrásett føroysk skipanøvn, tó kann eitt skip, sum verður flutt til ella úr Skipaskránni, varðveita navn sítt. Skipanavn kann verða tilmeldað, tá skrásetingartreytirnar fyri skip í gerð, eru loknar.

 Stk. 8. Skipaskrásetingin skal sýta skráseting av skipanavni, sum gongur inn á egið navnalag, sum annar reiðari nýtir.

§ 3. Tá skip verður skrásett, og eigarin ikki frammanundan er skrásettur sum eigari av føroyskum skipi, skal við tilmeldingini fylgja tørvandi próvførsla, at eigarin ella teir persónar ella tey feløg, sum hava beinleiðis ella óbeinleiðis ognarpart í útlendska felagnum, jvb. § 2, stk. 4, lúka tjóðskapartreytirnar eftir § 1 í løgtingslóg um skráseting av skipum. Hetta verður gjørt á tann hátt, at avvarðandi persónur/persónar, fyri feløg og felagsskapir avvarðandi limir í nevndini, venda sær til Skipaskrásetingina og eftir at hava prógvað samleika sín undir trúnaði undirskrivað tilmeldingarblaðið ella oyðiblað um tjóðskaparváttan, hvørs innihald skal vísa føðistað og føðingardag undirskrivarans. Um so er, at avvarðandi ikki sjálvur møtir á skránni, skal rættleiki undirskriftanna, og at undirskrivarin er myndugur, verða váttað av notarius publikus, einum sakførara ella tveimum vitnum. Í øllum føri skal dópsváttan, føðiváttan ella pass undirskrivaranna verða framlagt.

 Stk. 2. Stendst ivi um, at tjóðskapartreytirnar eru loknar, kann próvførsla verða kravd framløgd. Er eigarin ómyndigur, kann váttan frá myndugleikunum verða kravd framløgd um loyvi at ogna sær skip ella part í skipi. Skipaskrásetingin kann í heilt serligum føri fyribils loyva, at einstøk undirskrift vantar á tjóðskaparváttanini, um so er, at hinir avvarðandi undirskrivarar vátta, at tann vantandi undirskrivarin lýkur treytirnar sambært kravdu tjóðskaparváttanini og tað eftir tí fyriliggjandi verður mett, at treytirnar eru loknar.

 Stk. 3. Er eigarin útlendskt felag, skal tað próvførast, at føroyingar ella feløg, sum eftir § 1 í løgtingslóg um skráseting av skipum verða mett sum føroysk, hava ein beinleiðis ella óbeinleiðis ognarpart í útlendska felagnum, sum skal vera í minsta lagi 20%, at teir sambært hesum hava týðandi ávirkan við atkvøðurætti ella líknandi, og at teir hava reiðaravirki sum ein týðandi tátt.

§ 4. Ver›ur korresponderandi reiðari tilmeldaður fyri eitt partsreiðarí, skal hesin lúka treytirnar í § 41, stk. 2, í sjólógini og skrivliga vátta fyri at átaka sær starvið.

§ 5. 1) Tá eitt skip verður skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, skal eigarin skrivliga til Skipaskrásetingina tilmelda ein umboðsmann, sum eigarans vegna kann taka sær av teimum skyldum, sum eru lagdar á eigaran sambært løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá og tryggja, at reglurnar í hesi kunngerð verða hildnar. Umboðsmaðurin skal vera búsitandi í Føroyum.

Stk. 2. Undantak kann gerast frá kravinum í stk. 1, um eigarin av skipinum er búsitandi í Føroyum. Tað sama er galdandi, um stjóri ella nevndarlimur í felagnum, sum eigur skipið, er búsitandi í Føroyum og viðkomandi sambært viðtøkum felagsins, kann tekna felagið og hevur ábyrgdina av teimum skyldum, sum eru hjá reiðarínum sambært løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.

§ 6. Tá nýbygd skip verða skrásett, skal byggiváttan (bilbræv) frá teirri skipasmiðju, sum hevur bygt skipið, fylgja við. Byggiváttanin skal hava neyðugar upplýsingar um skipið, og skal tað verða próvført, at skipið er bygt fyri byggiharrans rokning, og at ognarrætturin til skipið er latin hesum.

 Stk. 2. Um so er, at skip verða fingið úr útlandinum, skal umframt heimildarváttan frá honum, sum fær skipið, eisini útvegast neyðug próvførsla fyri, at seljarin hevur rætt til at selja skipið, vanliga við eini váttan frá útlendskum skrásetingarvaldi um, at seljarin hevur staðið sum eigari skipsins og somuleiðis váttan frá útlendska skrásetingarvaldinum, at skipið ikki er tikið upp í avvarðandi útlendsku skipaskrá ella skipabyggingarskrá, ella at tað er ella verður strikað úr skránni tann dagin, tað verður próvført, at skipið er tikið upp í skrá í øðrum landi.

 Stk. 3. Skipaskrásetingin kann í serstøkum førum skráseta, hóast váttan ikki er fingin til vega frá útlendska skrásetingarvaldinum. Skráseting kann tó bert fara fram, um so er, at landið, sum skipið er fingið úr, ella hvørs skipa- ella skipabyggingarskrá, tað hevur staðið í, hvørki hevur tikið við millumlanda sáttmálanum frá 1967 um gerð av ávísum einsháttaðum reglum viðvíkjandi sjópantirættindum og ø›rum pantirættindum í skipum ella millumlanda sáttmálanum frá 1967 um skráseting av rættindum í skipum í gerð.

 Stk. 4. Um so er, at skip er fingið frá útlandinum, skulu pantirættindir, sum eru nevnd í tí stk. 2 nevndu strikingarváttan ella sum kunnu próvførast av panthavaranum, og sum lúka treytirnar í § 259 í sjólógini, flytast til Føroysku Altjóða Skipaskránna, samstundis sum skipið verður skrásett. Skip, sum verða flutt úr Skipaskránni til Føroysku Altjóða Skipaskránna, verða flutt yvir við øllum rættindum og skyldum.

 Stk. 5. Um heimildarváttan fyri keyparan ella neyðug próvførsla frá seljara sum nevnd í stk. 2 ikki kann útvegast, verða reglurnar í § 55 nýttar.

Kapittul 2.

Skráseting og skrásetingartreytir.

§ 7. Áheitanin um skráseting skal førast inn í eina dagbók sama dagin, sum hon er komin til Føroysku Altjóða Skipaskránna, og skal verða tilskilað stutt, hvat ið tilmeldingin ræður um.

 Stk. 2. Eftir innførsluna í dagbókina skal tilmeldingin hava árit um, nær innførslan er gjørd, og um upplýsingar eftir §§ 2-6 eru fingnar til vega.

 Stk. 3. Kann skipi› ikki eftir fyriliggjandi próvførslum skrásetast, ver›ur áheitanin víst aftur. Eru tørvandi upplýsingar ikki fingnir til vega, kann Skipaskrásetingin krevja sær rætting gjørda innan ásetta freist.

 Stk. 4. 2) Skjøl til skrásetingar verða latin inn millum kl. 9.00 og 12.00 teir dagar, Skipaskrásetingin hevur opið. Skjøl, sum koma inn í avgreiðslutíð, verða førd í dagbókina sama dag, meðan skjøl, sum koma inn aftaná avgreiðslutíð, verða førd inn í dagbókina næsta avgreiðsludag.

 Stk. 5. Dagbókin verður førd framhaldandi álmanakkaárið og skal fyri hvønn dag verða áteknað í nummarrøð øll innlatin skjøl við frásøgn um, hvat slag av skjali og hvat skip, talan er um, møgulig upphædd á skjali og navn og bústa›ur tilmeldarans. Dagbókin skal harumframt hava ein teig til viðmerkingar.

 Stk. 6. Skjøl, sum verða førd í dagbókina, skulu hava árit um innføring við dagseting. Dagbókin verður endað hvønn dag, tá avgreiðslutíðin er úti, og skal hvønn dag verða undirskrivað av leiðaranum á Skipaskrásetingini ella varamanni hansara.

§ 8. Fyri skráseting av rættindum í skipi krevst, at skjal verður meldað til skrásetingar.

 Stk. 2. Undirskrift og myndugleiki skjalhavarans saman við rættari dagseting verður váttað av notarius publikus, einum sakførara ella tveimum vitnum. Starv vitnanna og bústaður skal vera uppgivið. Eru undirskriftir ikki nóg skilligar, skulu tær verða endurgivnar við spjaldrastavum, stempli ella maskinskrivaðar.

 Stk. 3. Á skjalinum skal standa navn skipsins, heimstaður og kenningarbókstavir. Ovast á fyrstu síðu skal standa navn tilmeldarans og bústaður. Á tilmelding um broytingarárit á áður skrásettum skjali skal navn og bústaður tilmeldarans verða sett á broytingaráritinum. Á pantibrøvum skulu standa bústaður kravánarans, um ikki kravánarin er vanliga kendur, ella bústaður umboðsmanna, sum hevur heimild at taka ímóti kunngerðing ella fráboðan veðhavans vegna.

 Stk. 4. Skipaskrásetingin kann senda tilmeldaranum allar fráboðanir viðvíkjandi skrásetingini í Føroysku Altjóða Skipaskránni við bindandi ávirkan.

 Stk. 5. Verða tað við einum skjali stovnsett fleiri rættindir, skal á skjalið verða áteknað, hvørji rættindi heitt verður á skrásetingina um at skráseta, annars verða bert skrásett rættindi sum skjalið tilskilar sum høvuðsrættindi.

 Stk. 6. Treytað skjal kann bert verða skrásett sum heimild, tá treytin er knýtt aftrat ávísum hendingum ella sannroyndum, sum eru íkomin, ella tá nærri ásett tíðarfreist er úti.

 Stk. 7. Verður eitt treytað ognarbræv meldað til skráseting, skal tað á skrásetingarátekningina verða týðuliga ásett, at ognarbrævið er skrásett sum treytað. Játtar seljarin, at treytin er lokin, verður skrásett á skrásetingarátekningina, at ognarbrævið er endaligt.

 Stk. 8. Stendst ivi um eitt skjal, sum er meldað til skráseting, er ósatt ella falsað, ella um tað er orsøk til tess, skal tað beinanvegin verða sagt skrásetta eigara skipsins frá hesum.

§ 9. Um hjúnafelagi situr í óskiftum búgvi, verður skrásett váttan frá skiftirættinum um, at búgvið er latið hjúnafelagnum. Á sama hátt skulu arvingar, sum skifta sjálvir, skrásetast sum eigarar arvalatna skipsins ella part í skipi sambært skiftisúrskrift, sum skal leggjast fram. Um ein ella fleiri arvingar ynskja at vera skrásettir sum eigarar, ella um arvingarnir ynskja at yvirtaka skip ella part í skipi sum partsreiðarar, verður arvaskeyti kravt ella skiftisúrskrift við váttan arvinganna um at yvirtaka skipið ella skipspartin og um býtið millum arvingarnar.

 Stk. 2. Í rættarsak um skip ella part í skipi kann saksøkjarin, tá ið rætturin hevur tikið avgerð um hetta, biðja um, at váttað avrit av stevningini verður skrásett. Fellur sakin burtur uttan dóm, ella gongur dómurin tí saksøkjara ímóti og kærufreistin gongur út, uttan at kæra er gjørd aftur, kann tann saksøkti biðja um, at stevningin verður strikað úr skipaskránni.

§ 10. Verður eitt skip ella partur í einum skipi selt um eina endaliga tvingsilssølu, skal fútarætturin, og er talan um fíggjartrot ella alment skifti av skipi ella parti í skipi, skiftirætturin ella executor testamenti, beinanvegin senda fráboðan um hetta til skrásetingina.

 Stk. 2. Somu fráboðanarskyldu hevur verji, um avvarðandi, sum eigur skip ella part í skipi, verður fyri myndugleikamissi, ella um lágverjumál er fyriskipað, ella um ein ómyndugur persónur ella persónur undir lágverjumáli fær sær til vega skip ella part í skipi. Er talan um persón, sum ikki er myndugur, skal fráboðanin harumframt upplýsa føðingardagin.

 Stk. 3. Nevndu fráboðanir ver›a førdar í dagbókina og ført verður í viðmerkingarteigin á skipsblaðnum um heimildir.

 Stk. 4. Fyri skráseting av heimild eftir tvingsilssølu ella alment skifti krevst ávikavist tvingsilssøluskeyti – ella úrskrift úr fútarættarger›abók – og arvaskeyti.

 Stk. 5. Fyri føroyingar ella føroysk feløg eftir § 1, stk. 2 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá, sum koma undir fíggjartrot ella alment skifti, skal skiftirætturin ella búskiftari arvleiðingarbrævsins beinanvegin senda fráboðan um hetta til skipaskrásetingina. Somu fráboðanarskyldu hevur fútarætturin, um teir í løgtingslógini § 1, stk. 2, nevndu ognarpartar verða seldir á tvingsilssølu.

§ 11. Øll skjøl, sum verða meldað til skráseting, skulu vera á føroyskum ella donskum. Byggiváttanir, ognarbrøv, pantibrøv og skaðaloysisbrøv skulu vera skrivað á oyðubløð, sum landsstýrið hevur góðkent. Skipaskrásetingin kann í serligum føri loyva, at eisini onnur skjøl verða tikin upp til skrásetingar.

 Stk. 2. Árit til eins og strikingar og rættingar til tann partin av pantibrøvum og skaðaloysisbrøvum, sum oyðiblaðnum er skilt úr sum siðvenja, kunnu bert verða gjørdar, um hesar eru endurgivnar fyri seg í skjalinum.

§ 12. Í serstaka skipsmappu verða løgd makaskjøl ella fotoavrit av teimum skjølum, sum eru komin til skrásetingar í Føroysku Altjóða Skipaskránni.

 Stk. 2. Lógmætisprógv verða ikki skrásett, tó skal Skipaskrásetingin ansa, at neyðug lógmætisprógv eru framløgd, áðrenn skráseting ella striking verður gjørd. Á skjalið og avrit av skjølunum verður viðmerkt, hvørji lógmætisprógv eru framløgd.

 Stk. 3. Tá skjøl útgivin av útlendskum eigara, jbr. § 1, stk. 2, í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá, verða meldað til skrásetingar, skulu neyðug lógmætisprógv ver›a løgd hjá, um at undirskrivararnir hava tekningarrætt.

§ 13. Skjal, sum ikki lýkur tær í §§ 8-12 og §§ 41-44 ásettu treytir, verður víst aftur frá skrásetingini og strikað úr dagbókini. Skjalið kann eisini verða víst aftur, tá tað verður meldað til dagbókina. Tilmeldarin fær boð um afturvísingina skjótast gjørligt.

 Stk. 2. Eru tørvandi upplýsingar ikki fingnir til vega, kann skrásetingin krevja sær rætting gjørda innanfyri nærri ásetta freist, og fær skjalið viðmerking um tørvandi upplýsing.

 Stk. 3. Verður ein freist ásett fyri at fáa tørvandi upplýsingar ella próvførslu til vega, skal verða tilført í skránna, at skjalið er ført í dagbókina. Eru tørvandi upplýsingar ikki fingnir til vega innan ásetta dagin, verður nevnda tilføring strikað í skránni og í dagbókini. Metir Skipaskrásetingin, at brot er framt á tilmeldingarskyldurnar, verður um neyðugt tikið stig til at útvega tørvandi upplýsingar við ákæru.

 Stk. 4. Tá ið eitt skjal er skrásett, verður gjørd átekning á skjalið og tess avrit, at skrásetingin er gjørd. Er viðmerking fráboðað á einum skjali um onnur skjøl, hvørs innihald er mótstríðandi, verður á skránna ført um hesar viðmerkingar.

 Stk. 5. Koma tvær ósambæriligar tilmeldingar um rættindir í sama skipi á sama degi, verður á hvørja hesa skrásett viðmerking um hina. Er talan um ósambærlig heimildarskjøl, verður tilføring gjørd í skránna sambært stk. 3, og verða heimildarnir samstundis bidnir um, áðrenn eina freist sum ásett í stk. 2, at greiða viðurskiftini sínámillum. Sama ger seg galdandi, um tvey ósambærlig rættindir fyri sama skip verða meldað til skráseting sama dag í Føroysku Altjóða Skipaskránni og Skipaskrásetingina. Fer freistin útum tíðina, verður tilføringin í skránni strikað, og skjølini strikað í dagbókini.

 Stk. 6. Tá eitt skjal er skrásett ella víst aftur, verður tað sent tilmeldaranum, sum eisini skal hava áheitan viðvíkjandi tørvandi upplýsingum, sum skulu sendast Skipaskrásetingini. Skipaskrásetingin skal so vítt gjørligt krevja tørvandi skjøl frá tilmeldara beinanvegin.

 Stk. 7. Gildug pantibrøv skulu sendast aftur sum innskrivað bræv. Sama er galdandi fyri fráboðanir samsvarandi § 22, stk. 2, og § 39, stk. 1.

§ 14. Í Føroysku Altjóða Skipaskránni hevur hvørt skip sítt  skipsblað. Skipsbløðini verða skipað í bókstavarøð eftir kenningarbókstavum skipa. Haraftrat verður førd ein navnaskrá fyri skrásett skip. Skipsbløðini í skránni verða býtt upp í 3 partar: 1) um heimildir, 2) um pantirættindir og 3) um brúksrættindir og onnur rættindir, og skulu skipsbløðini hava teigar til frágreiðingar um skipið og tilføringar viðvíkjandi stjórnandi reiðarum fyri partsreiðaríir, føroysk feløg og teirra nevndir, stjórn og tekningarrætti við sølu og veðseting skipa, umboðsmaður fyri útlendsk felag og somuleiðis eigarar av ognarparti í útlendska felagnum.

§ 15. Aftrat Føroysku Altjóða Skipaskránni verður førd ein reiðarískrá. Í hesi skrá skulu tey reiðaríini standa, sum hava skip í Føroysku Altjóða Skipaskránni, og skal vera tilskilað, hvat skip hvørt reiðarí eigur. Fyri hvørt skip verður víst til skipsblaðið.

§ 16. Tá ein teigur í einum skipsblaði er fullur, verður eitt eykablað heft aftrat, og verður á hvørt av bløðunum týðiliga tilskilað um hvørt annað. Er skipsblaðið fult ella er tess innihald ógreitt, verður nýtt blað tikið í nýtslu ístaðin, meðan tað fyrra verður goymt burtur. Á nýggja skipsblaðnum verða bert galdandi rættindir førd, og ver›a strikað rættindir merkt í nummarrøð í avvarðandi teigi vísandi til fyrra skipsblaðið.

 Stk. 2. Tá skip verða strikað úr skránni, verður skipsblaðið úttikið við átekning um dagseting fyri strikingina og strikingarorsøkina og verður blaðið sett inn í eina serstaka skrá fyri strikað skip. Eftir 10 ár kunnu strikað bløð verða burturløgd í savn.

 Stk. 3. Í skipsblaðið verður ført skipaslag, kenningarbókstavir, mát og framtøkumegi saman við stuttari afturfrásøgn av teimum í §§ 2, 5 og 6 nevndu upplýsingum. Eitt skjal verður ført á skipsblaðið við stuttari frásøgn um tess eginleika, tess útgevara og til hvønn skjalið er útgivið›, dagseting fyri tess innføring í dagbókina og fyri heimildarskjøl eisini skrásetingardagurin. Fyri rættindir, sum eru knýtt at eini treyt, ella tíðarfreist, verður treytin ella tíðarfreistin førd. Fyri brúkssáttmálar verða tíðartreytir førdar og fyri veðrættir veðupphædd, veðrættarstøða og bústaður panthavarans. Fyri pantibræv kunnu renta og avdragsskyldur førast.

 Stk. 4. Um eitt skip verður flutt til ella frá einari føroyskari skrá, skulu higartil skrásett rættindi og skyldir flyta við til eitt nýtt skipsblað, á sama hátt sum tá nýggj skipsbløð eftir stk. 1 verða innsett, og fær skipið nýggjar kenningarbókstavir.

 Stk. 5. Striking av rættindum verður gjørd soleiðis, at tað, sum stendur strikað á skipsblaðnum, framvegis kann lesast.

 Stk. 6. Er ein heimild treytað, verður hetta ført í viðmerkingarteigin í 1. parti á skipsblaðnum. Eisini ver›ur í sama teigi ført um øll skjøl viðvíkjandi fíggjartroti, ómynduggerðir og fráboðanir frá fútarætti og skiftirætti um deyðsbúarskifti, tvingsilssølur og annað av sama slagi.

 Stk. 7. Broytingar í skjølum ella striking av skjali verður ført í viðmerkingarteigin í 2. parti av skipsblaðnum.

§ 17. Tá skráseting er gjørd av skjali, verður makaskjal goymt í skipsmappuni hjá avvarðandi skipi. Mappurnar skulu hava áteknað kenningarbókstavirnar hjá hvørjum skipum og skulu goymast á eldtryggum stað. Tá treytaleyst skeyti er skrásett, verður makaskjalið av higartil galdandi skjeyti tikið úr mappuni og goymt í savninum. Makaskjøl av kvittaðum skjølum verður goymt í savninum saman við avriti av kvittanum. Goymd makaskjøl, undantikið skjeytir, kunnu gerast til einkis, tá 5 ár eru runnin.

§ 18. Um ein avgerð tikin av Skipaskrásetingini verður løgd fyri rættin eftir § 57, verður hetta viðmerkt í dagbókina og á skipsblaðið.

Kapittul 3.

Broytingar skráseting.

§ 19. Er eigarin føroyskur, jvb. § 2, stk. 2, skal broyting skrivliga verða meldað til skrásetingina av øllum ábyrdarluttakarum fyri íognarfeløg og samløgufeløg og av nevndini fyri feløg ella felagsskapir, møguliga próvført við íognarsáttmála ella við gerðabókum ella úrskrift úr gerðabókum. Tilmeldingin skal verða undirskrivað av øllum ábyrgdarluttakarum ella nevndarlimum, bæði farandi og komandi ábyrgdarluttakarum og limum. Komandi ábyrgdarluttakarar ella nevndarlimir skulu eisini skriva undir tjóðskaparváttan sum nevnt í § 3, stk. 1. Skipaskrásetingin kann í heilt serligum føri loyva frávik í hesum reglum, jvb. § 3, stk. 2.

 Stk. 2. Broytingar í stjórn ella viðvíkjandi korresponderandi reiðara skal avvarðandi nevnd melda til. Hetta er eisini galdandi fyri broytingum um nýggjar tekningarreglur um sølu og veðseting skipa.

 Stk. 3. Fyri partsreiðarí, sum hevur valt nýggjan stjórnandi reiðara, skulu partsreiðarar skrivliga melda hetta til.

 Stk. 4. Er eigarin útlendskt felag, er tað skylda eigarans skrivliga at melda til broytingar í upplýsingum, sum eru meldaðir til eftir § 2, stk. 4 og § 3, stk. 3.

 Stk. 5. Verða gjørdar broytingar við atliti av slag av skipi, nýtsluhátti, kenningarmáli, tonsatali ella framtøkumegi, skal reiðaríið, innan 30 dagar eru farnir eftir, at broyting er gjørd, melda broytingina til. Fráboðanartreytin er lokin, um fráboðan er gjørd til Skipaeftirlitið innan hesa freist.

§ 20. Verður skrásett skip ella partur í skipi latið av hondum til føroyskan keypara, hava seljari og keypari skyldu at melda hetta til. Seljari hevur skyldu til at útvega keypara skeyti.

 Stk. 2. Er nýggjur eigari ikki frammanundan skrásettur sum eigari av føroyskum skipi ella parti í skipi, skal tilmelding um skráseting eftir § 2 verða gjørd og tjóðskaparváttan eftir § 3, stk. 1 verða skrivað. Annars skal nýggjur eigari samstundis við skeytinum skrivliga geva upp, hvørji føroysk skip ella partar í skipi, sum avvarðandi longu er skrásettur eigari í.

§ 21. Ein og hvør broyting í upplýsingum, sum eru meldaðir til skráseting sambært §§ 2-5, skal verða meldað til skránna, á›renn 30 dagar eru farnir, síðani broytingin var gjørd. Skipaskrásetingin kann framleingja hesa freist.

 Stk. 2. Tann, sum við treytaðari heimild fær rættin til skip, verður fyri almenninginum at meta sum eigari.

 Stk. 3. Yvirtøka til at skifta sjálvir verður mett sum broyting í heimildarviðurskiftunum. Sama er galdandi tá sitið verður í óskiftum búgvi, tá talan er um skip, har tann deyði hjúnafelagi verður skrásettur sum eigari.

 Stk. 4. Trotabúarviðgerð og tað at fara undir alment skifti, verður ikki mett sum broyting í heimildarviðurskiftunum, tó skal skiftirætturin (búskiftari) beinanvegin senda fráboðan til skrásetingina jvb. § 10.

§ 22. Nýtt navn og heimstaður skal ikki verða givið, áðrenn broytingin er skrásett og rætting er gjørd á tjóðskaparbrævið.

 Stk. 2. Tá navnabroyting verður gjørd, sendir Skipaskrásetingin fráboðan til teirra, sum hava pantirættindir.

Kapittul 4.

Skrásetingin og almenningurin v.m.

§ 23. Dagbókin, skipaskráin, reiðarískráin og skipsmappurnar mugu ikki lænast út, men eru alment atkomandi undir neyðugum eftirliti.

 Stk. 2. Skipaskrásetingin kann eftir umsókn veita váttaðar úrskriftir úr skipsblaðnum og av teimum eftirskjølum, sum eru í skipsmappunum. Á úrskriftir úr skipsblø›unum verða tilføringar gjørdar um fráboðað, men enn ikki skrásett skjøl viðvíkjandi skipinum.

 Stk. 3. Standa rættindir eftir skipsblaðnum, tá skip er strikað úr skránni, skulu á úrskriftum úr skipsblaðnum týðiliga verða sett, at hesi rættindir ikki eru burturdottin, og somuleiðis mugu strikingarváttanir ikki verða givnar uttan so, at upplýst verður nærri um, hvørji hesi rættindir eru.

Kapittul 5.

Skrásetingargjøld v.m.

§ 24.3) 4) (Strikað)

Kapittul 6.

Tjóðskaparbrøv.

§ 25. Einum skipi, sum er skrásett ella er meldað til skráseting samsvarandi § 1, stk. 2, jvb. § 2, er ikki loyvt at sigla uttan tjóðskaparbræv.

 Stk. 2. Tá eitt skip er skrásett, og neyðugir upplýsingar um tonsatal og framtøkumegi er til skjals, letur Skipaskrásetingin skipinum eitt tjóðskaparbræv. Tjóðskaparbrævið skal hava skipsins kenningarmál, brutto- og nettoskrásetingartonsatal ella brutto- og nettotonsatal, skipaslag, navn, heimsta›ur, kenningarbókstavir, framtøkumegi, eigari, eigarans umboðsmann og skipari. Tjóðskaparbrævið verður skrivað á blað, sum Sjóvinnufyrisitingin hevur góðkent, og verður útflýggjað av skrásetingini.

 Stk. 3. Áðrenn tjóðskaparbræv verður útflýggjað skal verða ansað, at skipsins kenningarbókstavir týðuliga og á ein slíkan hátt, at teir ikki fáast burtur, eru høgdir inn annaðhvørt innan til á afturkanti á eini lúku, í maskinkappan ella á øðrum eyðsýndum staði á skipsins fasta parti, og at navn skipsins og heimstaður so vítt møguligt er á hekkuni. Letur hetta seg ikki gera, tá so nær hekkuni sum møguligt. Skipsnavnið skal eisini verða sett á skipssíðurnar. Málað verður við latínskum bókstavum í ljósum liti á myrkari grund ella øvugt, navnið stendur omanfyri heimstaðin. Er navnið í tveimum ella fleiri pørtum, skal ímillum hvørt verða millumrúm, sum er ein bókstavabreidd. Bókstavarstøddin skal verða á eini slíkari stødd, at teir eru lættir at lesa. Hæddin skal verða í minsta lagi 8 sentimetrar, og strikurnar skulu ver›a í minsta lagi 1,2 sentimetrar tjúkkir.

 Stk. 4. Hevur skip fingið fyribils tjóðskaparbræv, verður tað tikið inn, samstundis sum endaligt tjóðskaparbræv verur útflýggjað.

 Stk. 5. 3 Áðrenn fyribils ella endaligt tjóðskaparbræv verður útflýggjað skal verða ansað, at gjøld sambært §§ 1-3 í kunngerð um gjøld fyri skráseting v.m. í Føroysku Altjóða Skipaskrá eru goldin og kvittan fyri hesum verður lagt fyri skrásetingina.

§ 26. Tá ið eitt skip er bygt ella keypt úr útlondum og yvirtiki›ðí útlendskari havn, kann tað fáa fyribils tjóðskaparbræv frá donskum uttanríkisumboði, sum gevur tí rætt at sigla undir føroyskum flaggi, hóast tað ikki er ført inn í Føroysku Altjóða Skipaskránna, til tað kemur í føroyska havn, tó longst fyri eitt nærri tilskilað tíðarskeið, sum ikki má fara útum 1 ár frá útgávu. Í heilt serligum føri kann Skipaskrásetingin leingja freistina fyri gildi tjóðskaparbrævsins út yvir 1 ár frá útgávudegnum.

 Stk. 2. Fyri útgávu fyribils tjóðskaparbrævsins skal uttanríksumboðið krevja framlagt:

a)    próvførslu um, at tann, sum fær skipið, lýkur treytirnar í § 1, stk. 2, í løgtingslóg um skráseting av skipum ella § 1, stk. 2, í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá og avvarðandi váttar, at skipið verður nýtt samsvarandi § 4 í lógini.

b)    upprunalig byggiváttan (bilbræv) ella skeyti, sum skipið verður fingið eftir, við váttan frá einum notari ella tilsvarandi myndugleika um rætta undirskrift og myndugleika undirskrivarans og um neyðugt undirskrivarans rætt til at binda seljaran,

c)    váttan frá avvarðandi skrásetingarmyndugleika um, at skipið hevur ikki verið tikið upp í útlendskari skipaskrá, ella at tað er ella verður strikað úr hesari. Í seinna førinum skal váttanin eisini sýna, at seljari var rætti skrásetti eigari skipsins, og

d)   um eigarin lýkur treytirnar í § 1, stk. 2, í løgtingslóg um skráseting av skipum, próvførslu um, at skipið ikki er tikið upp í Skipaskrásetingina.

 Stk. 3. Kunnu tær undir stk. 2 a) -d) nevndu próvførslur ikki verða framdar, ella heldur uttanríkisumboðið iva vera um, at fyristandandi rættarhandil hevur til endamáls veruliga at fremja ognarskifti, verður sakin løgd fyri Skipaskrásetingina, og fyribils tjóðskaparbræv verður ikki útgivið.

 Stk. 4. Uttanríkisumboðið skal harumframt, áður enn fyribils tjóðskaparbræv verður útgivið, skrivliga ella við telesamskifti fáa upplýst frá Skipaskrásetingini, hvørjir kenningarbókstavir verða latnir skipinum, og um navn skipsins kann góðkennast.

 Stk. 5. Skipaskrásetingin kann heimilað uttanríksumboði at geva út fyribils tjóðskaparbræv, tá skip er skrásett, ella neyðugar próvførslur fyri skráseting eru til skjals í skránni.

 Stk. 6. Fyribils tjóðskaparbræv verður skrivað á blað, sum Sjóvinnufyrisitingin hevur góðkent, og skal hava upplýsingar um skipaslag, navn, heimstaður, kenningarbókstavir, tonsatøl (grundað á málibræv), eigara, eigarans umboðsmann, skipari og um gildi tjóðskaparbrævsins.

 Stk. 7. Eftir nýtslu verða tær undir stk. 2 a), b) og c) nevndu próvførslur lætnar eigara skipsins ella eigarans umboðsmanni við boðum um skjótast gjørligt at lata hesar til Skipaskrásetingina saman við øðrum neyðugum skrásetingarskjølum. Beinanvegin fyribils tjóðskaparbræv er útgivið, verður makaskjal og váttaði makaskjøl av nevndu próvførslum send Skipaskrásetingini.

§ 27. Tjóðskaparbræv, sum er fult ella skatt, kann eftir umsókn býtast um við eitt nýtt. Somuleiðis kann nýtt tjóðskaparbræv verða givið út, um reiðaríið váttar fyri, at hitt fyrra er burtur. Váttanin skal hava eina nágreiniliga frágreiðing um burturkomu tjóðskaparbrævsins, og verður reiðarínum álagt beinanvegin at lata burturkomna tjóðskaparbrævið til skrásetingina, um tað skuldi verið funnið aftur.

§ 28. Broytingar sambært § 25, stk. 2, sum skulu standa á tjóðskaparbrævinum, ger skrásetingin og um neyðugt verður nýtt bræv skrivað, ella hitt fyrra verður tikið inn aftur til tess at staðfesta rættleikan. Skipaskrásetingin kann tó, har sum serligar umstøður tala fyri hesum, heita á Sjóvinnufyrisitingina, Skipaeftirlitið ella uttanríkisumboð um at gera smærri broytingar av minni týdningi á eitt tjóðskaparbræv. Reiðaríið hevur skyldu til at lata inn tjóðskaparbræv ella at gera sítt til, at brævið verður latið inn.

 Stk. 2. Tjóðskaparbræv verður serliga býtt um, tá spurningar um broyting í skipanavni ella onnur týðandi viðurskiftir um skipið gera, at fyrra tjó›skaparbrævið eftir rættingar verður óskiljandi, ella um tað, t.d. tá ið skipið siglir í útlondum er óhóskandi at krevja, at hitt fyrra verður tikið inn til rættingar. Í seinasta nevnda føri kann Skipaskrásetingin eisini biðja danskt uttanríkisumboð um at gera neyðugar broytingar í tjóðskaparbrævið, tá tað av royndum er kent, at skipið kemur í havn, har danskt uttanríkisumboð er á staðnum. Reiðaríið og skiparin hava skyldu til at veita neyðuga hjálp til tess at rættleiki tjóðskaparbrævsins verður staðfestur.

§ 29. Verður eitt skip strikað úr Føroysku Altjóða Skipaskránni, skal tjóðskaparbræv tess verða latið Skipaskrásetingini ella at skrivlig frágreiðing frá reiðaranum um orsøkina til, at brævið ikki kann verða latið inn. Er skipið strikað sambært § 36, stk. 1, 2 og 4 og skulu teir íhøgdu kenningarbókstavirnir, sum siga frá, at skipið er føroyskt, verða tiknir burtur, og skal áheitast á Skipaeftirlitið ella danskt uttanríkisumboð um at vátta fyri Skipaskrásetingini, at kenningarbókstavirnir eru tiknir burtur.

 Stk. 2. Verður eitt skip flutt sambært løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá, §§ 6 og 10, stk. 3, til ella frá Skipaskrásetingini, skulu tess higartil givnu kenningarbókstavir ver›a strikaðir, og gevur Skipaskrásetingin skipinum nýggjar kenningarbókstavir.

§ 30. Heldur Skipaskrásetingin eftir kanning av skjølum, sum eru latin inn, at skipið skal verða víst burtur frá skránni, ella um reiðaríið ikki, innan ta av Skipaskrásetingini ásettu freist, letur inn neyðugar próvførslur fyri skráseting skipsins, fer fyribils tjóðskaparbrævið samstundis úr gildi og skal Skipaskrásetingin taka tað aftur. Reiðaríið hevur skyldu til at lata brævið inn, tá Skipaskrásetingin biður um tað.

 Stk. 2. Tá skipið er skrásett og teir fyri endaliga útgávu tjóðskaparbrævsins neyðugu upplýsingar um tonsatal og framtøkumegi eru tøkir, verður fyribils tjóðskaparbræv býtt um við tað endaliga tjó›skaparbrævið.

 Stk. 3. Tá ið eitt skip, sum hevur fingið fyribils tjóðskaparbræv útflýggjað frá donskum uttanríkisumboði, kemur til føroyska havn, skal tollmyndugleikin á staðnum taka fyribils tjóðskaparbrævið og lata Føroysku Altjóða Skipaskránni tað. Skipið sleppur ikki av stað aftur, fyrr enn tað hevur fingið endaligt tjóðskaparbræv frá Skipaskrásetingini, ella at Skipaskrásetingin sambært § 32 útgevur fyribils tjóðskaparbræv.

§ 31. Eitt hvørt tjóðskaparbræv skal hava skiparans navn og sjóvinnubræv við dagseting á brævinum. Átekning um hetta kann Føroyska Altjóða Skipaskráin, Sjóvinnufyrisitingin, Skipaeftirlitið ella mynstringarmyndugleikin og danskt uttanríkisumboð gera.

 Stk. 2. Tjóðskaparbrævið skal vera um borð og skal verða víst myndugleikunum, tá hesi biðja um tað.

 Stk. 3. Uppískoyti ella átekning á tjóðskaparbræv eftir stk. 1 kann bert verða gjørd av teimum í stk. 1 nevndu føroysku ella donsku myndugleikum.

§ 32. Skipaskrásetingin kann geva út fyribils tjóðskaparbræv í niðanfyri standandi føri:

a)    til ikki skrásett føroyskt skip, sum er liðugt bygt á føroyskari skipasmiðju, ella tá tað eftir at vera keypt í útlandinum og hevur fingið fyribils tjóðskaparbræv frá donskum uttanríkisumboði er komið í føroyska havn. Treytin fyri útgávu er tó, at skipið er meldað til skráseting, og at mett verður um haldgóð próvførsla, at skipið lýkur skrásetingartreytirnar, og at vansketni reiðarans er ikki orsøk til, at skipið ikki kundi skrásetast. Fyribils tjóðskaparbræv verður givið fyri einstaka ferð í senn og vanliga bert til komu í føroyska ella nærliggjandi útlendska havn,

b)    til skrásett skip, tá tjóðskaparbrævið er ikki um borð. Fyribils tjóðskaparbræv verður tá bert givið parbræv til nýbygd skip á føroyskari ella danskari skipasmiðju til tess, at royndartúrar kunnu gerast.

 Stk. 3. Skipaskrásetingin kann taka aftur fyribils tjóðskaparbrøv, um misnýtsla verður staðfest.

§ 33. Merking skipa sambært §§ 25 og 26 við navni, heimstaði og kenningarbókstavum og broytingar sambært hesum skulu gerast beinanvegin eftir skráseting, hóast skipið ikki er í sigling og skal verða víst myndugleikunum, áðrenn 30 dagar eru farnir. Fráboðan um merking skal áðrenn somu tíðarfreist verða send skipaskrásetingini, um biðið verður um tað. Tjóðskaparbrævið verður útflýggjað, tá merkingin er staðfest.

 Stk. 2. Tjóðskaparbrævið saman við innhøgdu kenningarbókstavunum er samleikaprógv skipsins.

§ 34. Skipaeftirlitið hevur eftirlit við, at navn, heimstaður og kenningarbókstavir eru merktir á skipum og at merkingin verður hóskandi røkt. Skipaeftirlitið kann í hesum sambandi gera avtalur við aðrar almennar myndugleikar um at ansa merkingini og hevur skyldu at boða Skipaskrásetingini frá, um boð ikki verða hildin.

§ 35. Eigari skipsins hevur skyldu at ansa, at nevnda merking verður hóskandi røkt, og at merkingin altíð er skillig og eyðsýnd. Á skipum mugu ikki verða málað onnur nøvn enn tey, sum eru skrásett.

Kapittul 7.

Striking úr Føroysku Altjóða Skipaskránni.

§ 36. Skip verður strikað úr Føroysku Altjóða Skipaskránni, um eigarin ikki lýkur tjóðskapartreytirnar smb. § 1 í løgtingslóg um skráseting av skipum v.m., ella um treytirnar í § 1, stk. 2, í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá ikki longur eru til staðar, jvb. tó § 39, stk. 3, í hesi kunngerð.

 Stk. 2. Somuleiðis verður skip strikað, um skipið verður latið ella fer til onkran, sum ikki lýkur tjóðskapartreytirnar smb. § 1 í løgtingslóg um skráseting av skipum, jvb. tó § 39 stk. 3, í hesi kunngerð, uttan so at treytirnar smb. § 1, stk. 2, í løgtingslóg um  Føroyska Altjóða Skipaskrá eru loknar og tann, sum hevur fingið skipið, skrivliga biður um, at skipið framhaldandi skal vera skrásett.

 Stk. 3. Haraftrat verður skip strikað, tá ið tað verður høgt upp, gongur burtur, spyrst ikki aftur ella um tað av uppnevndum sýns- og metingarmonnum ella av góðkendum klassingarfelag ella á annan hátt, ið metast kann ájavnt við hetta, verður hildið ikki at kunna gerast aftur, jvb. tó § 39, stk. 3.

 Stk. 4. Haraftrat kann Skipaskrásetingin strika skip, sum ikki lýkur ásetingarnar smb. § 4 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá, um ikki at flyta ferðafólk ella farm millum føroyskar havnir, jvb. tó § 39, stk. 3. Er eigarin føroyskur, verður skipið flutt til Skipaskrásetingina við øllum rættindum og byrðum.

 Stk. 5. Skip, sum verður selt á tvingsilsuppboði í útlandinum til onkran, sum sambært § 1 í løgtingslóg um skráseting av skipum v.m. ikki kann metast sum føroyskur eigari, verður bert strikað úr Føroysku Altjóða Skipaskránni, um so er, at skipið, tá tað var selt, var statt í tí ríkinum, har tvingsilsuppboðsølan fór fram, og treytað av, at sølan hendi sambært lóggávuni í avvarðandi ríki og millumlandasáttmálan frá 1967 um gerð av einsháttaðum reglum viðvíkjandi sjópantirættindum og øðrum pantirættindum í skipum, jvb. tó § 39, stk. 3.

§ 37. Tað er eigarin, tá talan er um partsreiðarí, íognarfeløg ella samløgufeløg, partsreiðarar og ábyrgdarluttakarar, og tá talan er um feløg og felagskapir nevndin, sum hevur skylduna at gera skrivliga tilmelding til skránna um einihvørji viðurskiftir, sum hava við sær ella kunnu hava við sær striking úr skránni, beint sum hann hevur fingið at vita um tílíkt. Spyrst skip ikki afturíaftur, skal tilmelding um striking latast inn, tá ið tíðin er komin, at trygging kann rindast eftir tryggingarsáttmálanum.

 Stk. 2. Tá ið skip verður selt útlendskum keypara, skal tilmelding gerast á serligum oyðiblað lagt við skeytinum, eftir hvørjum avhendingin fer fram.

 Stk. 3. Tilmelding um skipbrot skal gerast á serligum oyðiblað og við eini frágreiðing um, hvussu skipbrot fór fram. Er frágreiðingin ikki nøktandi, kann verða biðið um fleiri upplýsingar, t.d. úrskrift av sjófrágreiðing.

 Stk. 4. Í tilmelding um upphøgging skal verða løgd við váttan frá Skipaeftirlitinum ella avvarðandi myndugleika um, at upphøgging er framd.

§ 38. Við strikingina verður rætturin mistur at hava skipið undir føroyskum flaggi og rætturin til navnið, jvb. tó § 2, stk. 7 og § 36, stk. 4.

 Stk. 2. Rætturin til navnið kann tó skilast eigaranum til, tá hann biður um tað, fyri eitt tíðarskeið uppá 3 ár, frá strikingini uttan so, at skipið verður flutt til Skipaskránna.

 Stk. 3. Skipaskrásetingin kann skjóta út strikingina, um so er, at viðurskiftini, sum skuldu vera orsøk til strikingina, jvb. § 36, stk. 1, 2 og 4, kunnu væntast rættað, ella vónir eru fyri, at skipið kemur afturíaftur ella verður bjargað ella umvælt innanfyri eina av skipaskrásetingini fyrisettari freist.

§ 39. Striking úr Føroysku Altjóða Skipaskránni má ikki fara fram, fyrrenn skipaskrásetingin hevur sent tilmeldaðum rættindahavarum frásøgn og 30 dagar eru lidnir frá tí, at frásøgnin var send, uttan so tilmeldaðu rættindishavarar geva sítt skrivliga samtykki til strikingina, ella tað er próvført, at rættindini eru burturdottin.

 Stk. 2. Striking kann tó ikki fara fram, um tað verður upplýst, at tilmedaður rættindishavari hevur tikið rættslig stig til tess at fáa sín rætt í skipinum uttan so, at søksmál verður ikki framt uttan óneyðugan steðg, ella í endaligari avgerð fær sýtt hennara frama.

 Stk. 3. Striking kann heldur ikki verða framd, um so er, at skrásett eru pantirættindi í skipinum, uttan at rættindishavarar av skrásettu rættindum geva sítt skrivliga samtykki til strikingina. Í staðin verður á skipsblaðnum skrivað ein viðmerking um tey viðurskifti, sum skuldu vera orsøk til strikingina, og tað kann hereftir ikki verða skrásett rættindir í skipinum. Rætturin til at sigla undir føroyskum flaggi og rætturin til navn skipsins dettur burtur. Tjóðskaparbræv skipsins skal latast skránni

 Stk. 4. Við flyting til Skipaskránna verða ásetingarnar í stk. 1, 2 og 3 ikki at nýta. Við flyting til Skipaskránna verður frásøgn hesum viðvíkjandi send tilmeldaðum rættindishavarum. Tjóðskaparbræv skipsins verður latið Skipaskránni.

 Stk. 5. Verður eitt skip meldað til strikingar úr Føroysku Altjóða Skipaskránni til tess at vera flutt til útlendska skrá, og eru treytirnar fyri striking loknar, váttar skrásetingin eftir áheitan, at skipið er strikað ella verður strikað úr skránni sama dag, sum tað verður próvført, at tað er tikið upp í útlendsku skránni, tó ikki seinni enn 30 dagar eftir at váttanin er givin. Er tílík váttan givin, kunnu rættindir ikki longur verða meldað til skrásetingar.

 Stk. 6. Eru rættindir skrásett á skipsblaðnum í skránni, tá skipið verður strikað, skal váttanin um, at skipið er strikað upplýsa, hvørjir hesar eru.

 Stk. 7. Eitt skip verður ikki strikað úr Føroysku Altjóða Skipaskránni, hóast tað við ummáling verður sett til minni enn 100 skrásett tons brutto ella minni enn 100 brutto tons.

Kapittul 8.

Rættindisskráseting.

§ 40. Rættindir í skipum, sum standa í Føroysku Altjóða Skipaskránni, skulu skrásetast til tess at vera før fyri at standa ímóti avtalum um skipið og móti søksmáli.

 Stk. 2. Rættindir, sum skulu ota burtur óskrásett rættindir, skulu vera skrásett, og havarin eftir avtalu í góðari trúgv.

 Stk. 3. Er ella verður skrásettur rættindishavari í skipi gjørdur ómyndugur, skal tað skrásetast, fyri at ómynduggerðin kann gerast galdandi móti avtalum um skipið, sum gjørdar vera í góðari trúgv við tann ómynduga. Samsvarandi reglur galda um lágverjumál.

§ 41. Fyri at skjal kann skrásetast, má tað eftir sínum innihaldi sláa fast, stovna, broyta ella taka av eigararættindir, pantirættindir, brúksrættindir ella rættindir, sum skerja eigarans heimild at ráða á ein háttin ella fleiri nærri tilskilaðar hættir.

 Stk. 2. Tá ið pantibræv sum er umfarsskjal, er skrásett, tørvar ongin skráseting til, at tað skiftir hond.

§ 42. Sjópantirættindir og afturhaldsrættindir kunnu ikki skrásetast og hava uttan skráseting rættarstøðu sum tilskilað í sjólógini.

§ 43. Fyri skráseting av hald í skipi, úttøku, dómi ella a›rari almennari rættargerð í skipi krevst, at tilmeldari leggur fram váttan frá tí valdinum, sum framt hetta hevur, ella útskrift av tess bókum, og gerðin skal viðkoma honum, sum eftir skrásetingini hevur heimild at ráða fyri skipinum ella skipspartinum.

§ 44. Innihald í skjali, sum biðið verður um at skráseta, skal vera endaliga fastsett. Í óskjalisbrøvum er tó nóg mikið at tilskila hægstamark fyri skuldina.

 Stk. 2. Eitt og hvørt skrásetingarskjal í skipi skal verða útgivið av honum, sum eftir skránni – ella pantibrøvum, eftir transport – hevur heimild at ráða fyri rættindunum, ella sum givið við samtykki frá honum.

§ 45. Skrásetingin verður gjørd eftir reglunum §§ 7-17, § 23 og §§1-3 í kunngerð um gjøld fyri skráseting v.m. í Føroysku Altjóða Skipaskr, smb. tó fylgjandi reglur.

 Stk. 2. Um so er, at skjal ikki heldur treytirnar í §§ 8-12 og 41-44 fyri skráseting, skal tað vísast aftur.

 Stk. 3. Um so er, at okkurt vantar, sum ætlast at kunna fáast í lag, kann skipaskrásetingin tó fyriseta freist at útvega tørvandi próvførslu, at skráseting kann fara fram, soleiðis at burturvísing verður ikki gjørd, fyrr enn freistin er úti og próvførslan ikki komin til ta tíð.

 Stk. 4. 3 Hevur skjal ikki tilskilaða forrættarstøðu hjá rættindishavara ella tilskilað hana soleiðis, at tað gongur ímóti skránni, ella eru minni ójavnar millum innihaldið í skjalinum og próvførslur, sum liggja fyri, skal skjalið hava viðmerking um tað, og innihaldið í henni skal førast í skránna.

§ 46. Skrásett rættindir kunnu strikast, um skrivlig samtykki liggur fyri frá honum, sum í skránni stendur sum rættindishavari, ella prógv er fyri, at rættindini eru dottin burtur eftir sínum innihaldi, eftir dómi ella øðrum rættarúrskurði.

 Stk. 2. Til strikingar av pantibrøvum, sum eru umfarspappír, krevst kvittað pantibræv fyrilagt, prógv fyri ógilding ella uppathald eftir dómsavgerð. Pantibrøv til ríkiskassan, landskassan og teir av hesum stovnaðu lánistovnar kunnu tó eftir avgerð skipaskrásetinganna strikast móti kvittan frá rættindishavaranum sambært skránni.

§ 47. Striking eftir § 46 ver›ur gjørd soleiðis, at innførslan í skránni verður strikað yvir, tó so at tað upprunaliga innihaldið framvegis er lesandi. Eftirskjølini av skrásettum skjølum verða tikin upp úr skipsmappuni.

§ 48. Tá ikki annað er fyrisett, fær skráseting rættargildi frá tí degnum, skjalið er tilmeldað Føroysku Altjóða Skipaskránna.

 Stk. 2. Skjøl, sum tilmeldað eru sama dag, verða mett sum tilmeldað skráseting samstundis.

 Stk. 3. Rættindir og byrður flutt frá útlendskari skrá og frá ella til Skipaskránna eftir § 6 og § 10, stk. 3 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá ella eftir § 6, stk. 4 í hesi kunngerð, halda tað rættarstøðu, tey høvdu undan flytingini.

§ 49. Tá skjal er ført inn í skránna, kann eingin atfinning gerast móti tess gildi afturímóti honum, sum í góðari trúgv hevur fingið tað eftir skrásetta avtalu. Ta› sama er eisini galdandi hjá honum, sum fær pantibræv, sum er umfarsskjal, við transport.

 Stk. 2. Tó hevst mót tílíkum, sum fingið hevur skjal í góðari trúgv, tað mótmæli, at skjalið er falsað ella givið rættstríðandi orsakað av persónligum harðskapi ella hóttan ella at hann, sum gav tað út, var ómyndugur, tá ið hann gav tað.

 Stk. 3. Reglurnar í stk. 1 og 2 verða ikki at nýta, tá talan er um rættindir, sum eru flutt frá útlendskari skrá eftir regluni í § 6, stk. 4.

Kapittul 9.

Veðhald v.m.

§ 50. Inn undir skrásett rættindir í skipi, tá ið ikki annað er avtalað, koma eisini maskinur, ketlar, motorar, radioútgerð, ekkolodd, tól og onnur útgerð, sum útvegað er fyri eigara rokning at hava um borð á skipinum, sjálvt um tað bráðfeingis er leyst av skipinum.

 Stk. 2. Einsæris rættindir kunnu ikki verða stovnað ella treytað í lutum í skipi ella í umrøddu útgerð.

§ 51. Detta skrásett pantirættindir í skipi burtur, heilt ella partvís, ella spyrst tað, at tey eru ikki gildugt stovnað, hevur eigarin rætt til, hóast mótsetta avtalu við eftirstandandi panthavara ella aðrar, at gera nýtslu – beinanvegin ella seinni – av tí plássinum, sum leyst er til nýggjan pantirætt, uttan so at hann hevur givið rættin frá sær. Verður pantirætturin strikaður, uttan at eigarin samstundis ger nýtslu av rætti sínum at seta nýggjan pantirætt ístaðin, skal tað eftir áheitan tilskilast í skránni, at tann fyrri pantirætturin tilkemur eigaranum. Er tað ikki skilað til, rykkja teir eftirstandandi rættindishavararnir upp í tað leysa plássið. Við tvingsilssølu tilkemur tað leysa plássið hinum rættindishavarunum. Hetta sama er galdandi, um skip verður selt vegna fíggjartrot ella skuldarfrágongubúgvi á annan hátt enn við tvingsilssølu.

 Stk. 2. Sama regla er galdandi, tá ið ein eigari hevur treytað sær pláss til ein seinni pantirætt.

 Stk. 3. Tað kann tó gyldugt setast í eftirstandandi pantibrævi, at pantirætturin eftir tí stígur so hvørt frammanfyri standandi pantirættur verður avdrigin ella verður rindaður allur í senn til eitt frammanundan fyrisett tíðarmót. Í hesum báðum førunum kann avdráttur ikki eftir avgerð setast niður ella annar steðgur í afturrindingini gerast uttan loyvi frá eftirstandandi panthavara. At avdráttur kemur í eftirstøðu hjá forpanthavara kann tó ikki hava tað við sær, at pantirættur hjá eftirstandandi panthavara kemur til gjaldingar, men hann kann í staðin krevja, at gjaldkomin gjøld verða goldin honum sum avdrátt uppá skuldina til hansara. Um so er, at fleiri eftirpanthavarar kunnu gera henda rættin galdandi, fær hann avdráttin, sum hevur besta rættin.

§ 52. Er tað í einum pantibrævi ásett, at høvuðsstólur og restskuld fylgir einum ávísum indeksi (indekspantibræv), kann tað uttan avmarkingar av § 51, stk. 3, 1. pkt., í einum aftanfyri standandi pantibrævi gyldugt samtykkjast, at pantirættur tess tekur seg fram, so hvørt sum indekspantibrævið verður avdrigið ella verður innloyst við gjøldum, sum eru tíðarfest sambært pantibrævinum.

 Stk. 2. § 51, stk. 3, 2.-4. pkt., ver›a at nýta samsvarandi.

§ 53. Verður eitt leyst pláss í veðrættarskipanini sett við einum indekspantibrævi og veksur pantirætturin orsakað av indeksskipanini útum tað leysa plássið, fær tann parturin av pantirættinum, sum pláss ikki er fyri, veðrætt eftir øllum aftanfyri standandi og javnbjóðis rættindahavarum í skipinum, sum vóru um tað mundið, indekspantibrævið varð stovnað. Eigarin kann tilskila sær eitt annað ávíst leyst pláss til víðkanir av indekspantirættinum.

 Stk. 2. Teir í stk. 1, 1. pkt. nevndu aftanfyri standandi rættindishavarar, sum smb. § 51, stk. 3, ella § 52 hava rætt til at taka seg fram eftir einum eldri frammanfyri standandi pantirætti, taka seg eftir skrásetingina av indekspantibrævinum fram í tann mun teir eftir innihaldinum av eldra pantirættinum høvdu rætt til hetta. Tann parturin av indekspantirættinum, sum sambært hesum verður otaður burtur frá plássinum hjá frammanfyri standandi pantirættinum, fær somu veðrættarstø›u, sum avlopspantirætturin, smb. stk. 1.

 Stk. 3. Er eitt leyst pláss í veðrættarskipanini sett við einum indekspantibrævi, kann ein av teimum í stk. 1, 1. pkt., nevndu aftanfyri standandi ella javnbjóðis rættindahavarum, sum á tvingsilsuppboði ikki fáa fulnað, krevja skipið selt av nýggjum við teirri treyt, at indeksskipanin framyvir fellur burtur. Indeksskipanin fellur tó ikki burtur í tann mun, at viðkanir av indekspantirættinum kunnu rúmast á plássinum, sum tilskilaði eru hesar víðkanir framum nevndu rættindishavarar og sum hava fingið fulnað. 1. pkt. verður ikki at nýta, um so er, at indeksskipanin ikki kann hava við sær, at pantirætturin veksur út um tað leysa plássið.

 Stk. 4. Stk. 1-3 eru ikki galdandi fyri teir í stk. 1, 1. pkt. nevndu aftanfyri standandi ella javnbjóðis rættindishavarar, sum hava játtað, at leysa plássið verður sett við indekspantibrævinum.

§ 54. Panthavari, sum gevur skuldara freist við rentum og øðrum gjøldum, kann ikki halda sær pantirættin fyri tey framum eftirfylgjandi ella javnbjóðis panthavara út um eitt ár frá gjaldkomudegnum. Hevur panthavari krav uppá uppsetta rentu ella annað serstakt gjald, orsakað av ov seinari gjalding, standa tílík krøv eisini tá ið pantið skal gerast fyllist, aftanfyri rættindini hjá øðrum panthavarum. Hesar reglur koma tó ikki í nýtslu í óskalisbrøvum.

 Stk. 2. Panthavari kann ikki uttan samtykki frá teim, sum aftaná honum ella javnbjóðis honum hava rættindir í skipinum, gera avtalu við skuldarar um longri uppsøgn frá hansara síðu enn avtalað var, tá ið rættindir komu upp. Heldur ikki kann hann gera avtalu við skuldara um hægri rentu enn sum galt tá, uttan samtykki frá teim, sum rættindini høvdu, um so er at ársrentan fer uppum 6%.

 Stk. 3. Aðrar broytingar í treytum undir pantirætti ella virkan tørva ikki samtykki frá honum, sum rættindini hevur. Samtykkir hinvegin eru ógildugar.

Kapittul 10.

Fyrilokan v.m.

§ 55. Um so er, at rættindir í skipi, sum er ført inn í ella tilmeldað Føroysku Altjóða Skipaskránna, eru gjørd, broytt ella farin úr gildi, og tað er líkt til, men ikki kann próvførast, kann skipaskrásetingin, um neyðugt mót trygd, kalla inn teir, ið kundu havt áhuga av at seta seg ímóti skrásetingini ella strikingini.

 Stk. 2. Innkalling fer fram eina ferð í tí blaðnum, sum løggilt er sum lýsingarblað. Varslið er minst 4 vikur frá kunngerðingini. Um tað ber til, skulu teir, sum eftir fyriliggjandi ætlan hava áhuga, fáa serliga frásøgn í innskrivaðum brævi. Eftir avgerð frá skipaskrásetingini kann eisini innkalling fara fram av áhugaðum í blaði, sum kemur víða ella á annan hóskiligan hátt. Hann, sum biðið hevur um tað, ber útreiðslurnar av innkallingini.

 Stk. 3. Ger ongin mótmæli, tekur skipaskrásetingin avgerð samsvarandi kravinum.

§ 56. Eru 10 ár runnin, uttan at nakað er móttikið frá skipi, sum er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, og tað verður mett, at skipið ikki longur er til, kann skipaskrásetingin taka avgerð um, at skipið verður strikað úr skránni, tó ikki áður enn kallað er inn eftir reglunum sambært § 55.

Kapittul 11.

Rættarráð.

§ 57. Avgerðir sum Skipaskrásetingin av skipaskránni tekur eftir løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá og hesari kunngerð, kunnu skjótast inn til Eystara landsrætt innan 4 vikur, roknað frá tí degi, viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. Løgmálaráðið kann loyva seinni, at avgerð hjá skipaskrásetingini verður skotin inn til landsrættin, um góðar grundir skuldu verið fyri tí, men tó ikki seinni enn 6 mánaðir og ikki aftaná 4 vikur, eftir at loyvið er fingið. Um fakkunnleiki til viðurskifti um sjógvin verða mett at hava týdning, kann rætturin senda boð eftir 2 sjókønum dómarum, sum verða valdir millum teir, sum eru settir av løgmálaráðnum smb. § 6, stk. 4, í rættargangslógini. Reglurnar um kærumál í borgarligum søkum koma annars samsvarandi í nýtslu um at skjóta inn mál og viðgerð teirra í landsrættinum, men legnað í tørvandi mun.

 Stk. 2. Løgmálaráðið kann loyva, at avgerð hjá landsrættinum ver›ur sum kærumál skotin inn til hægstarætt undir somu treytum, sum galda í landsrættaravgerðum, sum standast av kæru um avgerðir í undirrættinum.

 Stk. 3. Skipaskrásetingin kann gera um aftur avgerðir, um so er, nýtt kemur upp, ella fyrsta avgerðin galt, at ein áheitan kundi ikki komast til møtis. Harvið fær avgerðin ikki afturvirkandi kraft frá tí upprunaligu tilmeldingini.

 Stk. 4. Avgerðir, tiknar av Skipaskrásetingini eftir § 1, stk. 4 í løgtingslóg um Føroysku Altjóða Skipaskránna, kunnu kærast til landsstýrið.

§ 58. Er skjal afturgivið skeivt í Føroysku Altjóða Skipaskránni ella skipsmappuni ella ikki er ført inn í skránna ella ført inn við skeivari dagseting fyri tilmeldingini, kann hann, sum órættaður er, krevja rætting og endurgjald úr landskassanum fyri liss.

 Stk. 2. Hevur onkur í avtalu fingið rættindir í skipi í lít til innihaldið í skránni ella skipsmappuni, innan rætting er gjørd, skal tað gerast av í dómi, hvør rættin skal hava, hann órættaður er ella hann, sum fingið hevur rættindir í góðari trúgv, soleiðis at annar parturin fær endurgjald. Sakin verður løgd móti Føroysku Altjóða Skipaskránni vegna tað almenna.

§ 59. Uttan fyri tey í § 58 tilskilaðu førum letur landskassin endurgjald fyri liss, sum onkur er komin undir vegna tess, at rættindir eru otað burtur eftir § 49, stk. 2, § 55 ella § 56.

 Stk. 2. Harafturat letur landskassin endurgjald fyri liss, sum stendst av eftirlæti hjá teim, sum starvast í skrásetingini.

Kapittul 12.

Revsing.

§ 60. Tann, sum ikki heldur §§ 19, 20, § 21, stk. 1, § 25, stk. 1, § 26. stk. 7, §§ 27-29, § 30 stk. 1 og 3, § 31, stk. 2 og 3, § 33, stk. 1, § 35 ella § 37 verður sektaður.

 Stk. 2. Rættindi at hava ella fáa tjóðskaparbræv kunnu av dómstólinum takast aftur fyri eitt av honum fyrisett tíðarskeið eftir reglunum í §§ 78 og 79 í borgarligu revsilógini.

 Stk. 3. Um so er, at skip siglir undir føroyskum flaggi uttan at hava rætt til hetta, kann tann ella teir, sum hava ábyrgdina av hesum, verða revsaðir eftir reglunum í stk. 1.

 Stk. 4. Er brotið framt av partafelagi, lutafelag ella tílíkum, kann bótarábyrgd verða áløgd virkinum sum so.

Kapittul 12.

Gildiskoma.

§ 61. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 



1) Broytt við kunngerð nr. 23 frá 29. mars 2011.

2) Broytt við kunngerð nr. 98 frá 7. juli 2009, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. august 2009.”

3) Broytt við kunngerð nr. 47 frá 8. apríl 1998.

4) Broytt við kunngerð nr. 70 frá 8. juni 2010.