19. juli 2024Nr. 83
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Undantak fyri makrel veiddur í norskum sjógvi)
§ 1
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 24 frá 12. apríl 2024, verður í § 1 sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Makrelur, sum føroysk fiskifør fiska í norskum sjógvi í 2024, er undantikin kravinum um landing og avreiðing um bryggjukant í Føroyum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2025.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 19. juli 2024
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)