Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. oktober 2002Nr. 83
Kunngerð um broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø.
§ 1
Í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við kunngerð nr. 135 frá 22. desember 2000, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 11 verður orðað soleiðis:
”§ 11. Hesi akfør skulu hava floksgóðkenning ella góðkenningarváttan, um tey ikki fáa meginfloksgóðkenning:
1) persónbilar til fleiri enn 9 persónar, bilførarin íroknaður,
2) vørubilar,
3) lastbilar,
4) viðfestir vognar til bilar,
5) leguvognar, og
6) prutl.”
2) Í § 12 verður sett sum stk. 3 og stk. 4:
”Stk. 3. Um ikki floksgóðkenning verður givin, skal prutl hava galdandi góðkenningarváttan, ið skjalprógvar eina konstruktivt ásetta ferð, sum í mesta lagi er 30 km/t.
Stk. 4. Framleiðarin, innflytarin ella umboðsmaður hansara kunnu bert útflýggja prutl, hvørs tilgerð og útgerð er í samsvari við floksgóðkenningina ella fráboðaðu góðkenningarváttanina, og sum eftir at verða tilriggað lýkur galdandi krøv um tilgerð av prutli og útgerð tess.”
3) § 58, stk. 2, verður orðað soleiðis:
”Stk. 2. Koyring við royndarspjøldrum er ikki loyvd í tíðini millum kl. 18.00 og kl. 06.00 og heldur ikki sunnudagar ella halgidagar fólkakirkjunnar. Henda regla er tó ikki galdandi fyri ta koyring, sum kemur undir stk. 1, litra e) ella f).”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. november 2002, sbr. tó stk. 2-3.
Stk. 2. 1) Prutl, sum er tikið í nýtslu, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, skal verða skrásett og hava fingið nummarspjaldur innan 1. oktober 2003.
Stk. 3. Prutl, ið er umfatað av stk. 2, kann verða góðkent og skrásett grundað á galdandi floksgóðkenning ella góðkenningarváttan, saman við tíðarbærari váttan frá innflytara ella verkstaði um, at prutlið lýkur galdandi krøv um tilgerð av prutli og útgerð tess.
Vinnumálaráðið, 22. oktober 2002
Bjarni Djurholm, (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)