23. mai 2005Nr. 83
Kunngerð um broyting í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum
§ 1
Í kunngerð nr. 2 frá 20. januar 2000 um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, sum broytt við kunngerð nr. 33 frá 16. mars 2000, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1 verður sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Viðfest akfar til motorsúkklu má ikki vera breiðari enn 1,00 m.”
2) Í § 7 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Viðfest akfar til motorsúkklu skal ikki vera longri enn 2,50 m.”
3) Í § 26 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Á viðfestum akfari til motorsúkklu má heildarvektin ikki fara upp um 150 kg.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 23. mai 2005
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)