23. august 2007Nr. 83
Kunngerð um broyting í kunngerð um postkassar, postrivur og postkassastøðir
§ 1
Í kunngerð nr. 110 frá 28. september 2005, um postkassar, postrivur og postkassastøðir, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Inngangurin til kunngerðina verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 13, stk. 2 og § 17 í løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001 um postvirksemi verður ásett:”
2) Í § 9, stk. 2 verður orðið “eina” strikað.
3) Í § 9 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Um adressur, aftaná skrivliga ávaring sambært stk. 2, framvegis ikki lúka ásetingarnar í hesi kunngerð, kann tann postvinnurekandi senda postin aftur til sendaran.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 23. august 2007
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)