Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2021Nr. 83
Kunngerð um stuðul til gransking
Við heimild í § 11, stk. 3, og § 17, stk. 2 í løgtingslóg nr. 89 frá 7. juni 2020 um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan verður ásett:
§ 1. Sett verður á stovn stuðulsskipan, ið veitir stuðul til gransking.
Stk. 2. Stuðul til gransking kann verða játtaður til bæði grundgransking og nýtslugransking, tá ið granskingin verður:
1) framd av føroyskum granskara ella
2) framd í samstarvi við føroyskan granskingarstovn ella
3) mett at hava samfelagsligan týdning fyri Føroyar.
Stk. 3. Stuðulsskipanin skal virka fyri, at granskingarførleikin mennist, eitt nú við at stuðla ph.d. lestri og øðrum vísindaligum útbúgvingum eftir kandidatstig.
Stk. 4. Stuðulsskipanin skal skapa neyðugu fyritreytirnar fyri gransking og menning - bæði viðvíkjandi útvegan av tilfari, og tá tað snýr seg um at menna fysiska og tøkniliga umhvørvið.
§ 2. Stuðulsskipanin fær árliga játtan á løgtingsfíggjarlógini.
Stk. 2. Stuðulsskipanin veitir fíggjarligan stuðul til granskingarverkætlanir, sum lúka treytirnar í § 1, stk. 2.
§ 3. Stuðulsskipanin verður stjórnað av faknevnd við fimm limum, ið landsstýrismaðurin velur.
Stk. 2. Limirnir í nevndini verða tilnevndir fyri 3 ár og kunnu ikki sita í nevndini longur enn tvey skeið á rað.
Stk. 3. Nevndarlimirnir skulu vera granskarar ella vera granskingarkønir.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin í nevndini. Nevndin ger starvsskipan fyri stuðulsskipanina, undir hesum, hvussu samstarvað verður við Felagsnevndina.
§ 4. Faknevndin skal tryggja, at samlaði stuðulin verður hóskandi býttur millum raðfest øki innan gransking, sum ásett av Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan.
Stk. 2. Í viðgerð og støðutakan til umsóknir skal nevndin áseta minstamark fyri stuðli til verkætlanir og minstamark fyri, hvussu nógv má verða fíggjað av øðrum enn stuðulsskipanini.
§ 5. Faknevndin kunnar almenningin um møguleikan at søkja um stuðul úr skipanini og skal seta eina freist at lata inn umsóknir.
Stk. 2. Nevndin kunnger til hvørji granskingarøki, stuðul verður veittur, sbr. § 4. stk. 1.
Stk. 3. Faknevndin hevur eftirlit við, at stuðulin verður nýttur til ætlað endamál.
§ 6. Umsóknir um stuðul úr stuðulsskipanini skulu nágreiniliga lýsa ta verkætlan, sum stuðul verður søktur til. Eisini skulu umsóknirnar gjølla lýsa fakliga og vísindaliga førleika umsøkjarans. Umsøkjari skal skjalprógva sín fakliga førleika, fíggjartørv og aðrar viðkomandi upplýsingar, sum eru neyðugar fyri málsviðgerðina í nevndini. Kravdar upplýsingar skulu latast umvegis umsóknarskipan stovnsins.
§ 7. Umsókn um stuðul til gransking verður send til metingar hjá óheftum metarum, við serkunnleika innan viðkomandi granskingarøki, tá ið stuðulsupphædd og vavið á verkætlanini talar fyri tí. Viðkomandi metarar gera ummæli til nevndina, um tað granskingarliga innihaldið í umsóknini er í lagi.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gild dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2021.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 25. mai 2021
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)