30. juni 2010Nr. 83
Kunngerð um at leggja umsitingina av matvørulóggávuni til Heilsufrøðiligu starvsstovuna og um kæru
Við heimild í § 45, stk. 1, 2. pkt., og § 56, stk. 1, í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m., verður ásett:
§ 1. Heilsufrøðiliga starvsstovan umsitur eftirlit, umsjón, kanningar og kunningarvirksemi v.m., sum hevur samband við matvørulógarøkið.
§ 2. Avgerðir, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið eftir løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m. ella reglum, givnar við heimild í lógini, kunnu kærast til Vinnukærunevndina innan fýra vikur eftir, at móttakarin hevur fingið boð um avgerðina. Avgerðir, sum Vinnukærunevndin hevur tikið, kunnu ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 30. juni 2010
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)