Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. september 2008Nr. 83
Kunngerð um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum
Við heimild í § 2, stk. 1, í Løgtingslóg nr. 118 frá 12. desember 2007 um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum, verður ásett:
§ 1. Persónar yngri enn 18 ár við føstum bústaði í Føroyum kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti kikhosta, difteritis, stívkrampa og barnalammilsi (polio).
Stk. 2. Persónar yngri enn 18 ár við føstum bústaði í Føroyum kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti meslingum, reydlingum og fárasjúku. Koppsetingin verður veitt sum ein samansett koppseting.
Stk. 3. Kvinnur eldri enn 12 ár við føstum bústaði í Føroyum kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti reydlingum.
Skt. 4. Børn yngri enn 6 ár við føstum bústaði í Føroyum kunnu verða koppsett ókeypis ímóti Hæmophilus influenzae, type b (Hib).
Stk. 5. Børn yngri enn 2 ár, sum eru fødd aftaná 30. juni 2008, við føstum bústaði í Føroyum, kunnu verða koppsett ókeypis móti pneumokoksjúku.
Stk. 6. Persónar við føstum bústaði í Føroyum, ið eru fyltir 67 ár, kunnu verða koppsettir ókeypis móti influensa.
§ 2. Apoteksverk Føroya hevur skyldu til, altíð at hava eina nøktandi mongd av vaksinu á goymslu, ið nýtast skal til koppseting móti teimum í § 1 nevndu sjúkunum.
§ 3. Kommunulæknar í føstum starvi í Føroyum og avloysarar fyri kommunulæknar kunnu koppseta.
Stk. 2. Landskassin rindar samsýning til kommunulæknar og avloysarar fyri kommunulæknar fyri at koppseta ímóti teimum í § 1 nevndu sjúkum.
Stk. 3. Landskassin rindar útreiðslurnar til vaksinur, ið skulu nýtast til koppseting ímóti teimum í § 1 nevndu sjúkum.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi bekendtgørelse nr. 634 af 5. juli 1994 om gratis vaccination mod visse smitsomme sygdomme m.v. på Færøerne.
Almanna- og heilsumálaráðið, 30. september 2008
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)