Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 10-06-2011
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2011 A - Hefti 23 A frá 10. juni 2011
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

7. juni 2011Nr. 84

Kunngerð um rakstrarjáttan

Við heimild í § 27, nr. 2-5 í løgtingslóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan verður ásett:

Kapittul 1

Virkisøki

§ 1. Rakstrarjáttan verður brúkt , tá ið endamálið við játtanini fyrst og fremst verður rokkið við virksemi, sum fevnir um at seta starvsfólk og at halda útreiðslur í hesum sambandi, herímillum at keypa vørur og tænastur, útvega tilfar og rakstur av bygningum landsins, sbrt. § 15 í lógini.

Stk. 2. Smáar stuðulsveitingar kunnu takast við undir rakstrarjáttan, um hesar eru nær tengdar at vanliga rakstrarvirkseminum.

Stk. 3. Inntøkur, sum stava frá gjøldum og avgjøldum til ávís endamál, og sum ikki verða roknað sum skattur, verða tiknar við undir rakstrarjáttan, sbrt. § 8.

Stk. 4. Útreiðslur til fyrireikandi kanningar, herundir tørvsmetingar, viðvíkjandi løguverkætlan, kunnu verða tiknar við undir rakstrarjáttan. Útreiðslur til framhaldandi fyrireikingararbeiði og projekteringsútreiðslur krevja serstaka løgujáttan.

Stk. 5. Útreiðslur til KT-verkætlanir verða tiknar við undir rakstrarjáttan.

Stk. 6. Í ivamálum er tað landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sum ger av, um ávís inntøka ella útreiðsla skal takast við undir rakstrarjáttan ella annað játtanarslag, sbrt. § 14, stk. 3, í lógini.

§ 2. Undir gjøllari ásettum treytum kann serstakt virksemi verða tikið við undir rakstrarjáttan, útgreinað sum landsfyritøka, inntøkufíggjað virksemi ella stuðulsfíggjað virksemi. Reglurnar hesum viðvíkjandi eru at finna í kapittlunum 5-7.

§ 3. Tað er ikki loyvt at gera avtalur um langtíðarleigu. Langtíðarleiga er í hesi merking, at váðar og fyrimunir, sum eru tengdir at ognarrættinum til ognina, verða fluttir frá útleigara til leigara. Í hesum føri er langtíðarleiga at rokna sum eitt keyp og skal verða viðgjørt samsvarandi.

Stk. 2. Tó kunnu avtalur um langtíðarleigu verða gjørdar, um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum metir, at slíkar avtalur hava munandi og eyðsýndar fyrimunir fyri landið.

§ 4. Landsstýrismaður kann gera avtalur, sum hava útreiðsluvirknað í seinni fíggjarárum, um tað er ein nátturlig fortreyt fyri einum skynsamum og framhaldandi rakstri, so sum avtalur um setanarviðurskifti, sáttmálar um húsaleigu, tænastusáttmálar, og loyvdar avtalur um langtíðarleigu, sbrt. § 17 í lógini.

§ 5. Rakstrarjáttan verður játtað á høvuðskontustigi, sum er sundurliðað í undirkontur, herundir standardkontur. Henda sundurgreining er ikki bindandi, men vegleiðandi.

Stk. 2. Rakstrarjáttan verður í fíggjarlógini sett upp sum nettoútreiðslujáttan. Er inntøkan hægri enn ætlað, kunnu verða hildnar fleiri útreiðslur, verður ikki farið út um nettoútreiðslujáttanina. Er inntøkan minni enn ætlað, hevur hetta við sær, at útreiðslurnar skulu skerjast samsvarandi, sbrt. § 16, stk. 1, í lógini.

Stk. 3. Hóast rakstrarjáttan er ein nettoútreiðslujáttan, verða inntøkur og útreiðslur settar upp fyri seg í viðmerkingunum til játtanina (bruttoskrásetingarmeginreglan), um ikki landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gevur loyvi til at víkja frá meginregluni, sbrt. § 16, stk. 2, í lógini.

Stk. 4. Inntøkur, sum verða  tiknar við undir rakstrarjáttan, skulu vera liður í vanliga rakstrarvirkseminum, og mugu sostatt ikki stava frá skattum o.t.

§ 6. Endamálið við rakstrarjáttanini skal vera lýst í viðmerkingunum til játtanina, har tað somuleiðis skal vera ávísing til møguliga lóggávu á økinum.

Stk. 2. Fær stovnurin meira at ráða yvir, tí virksemið verður minni enn ætlað, ella tí at framdar verða stórar skynsemisbroytingar, er ikki loyvt at brúka ta hervið tøku játtanarupphæddina at betra um virksemisstigið í mun til upprunaliga ætlað við játtanini.

Stk. 3. Eru góðar grundgevingar fyri tí, kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tó loyva, at tøka játtanarupphæddin verður brúkt til at betra um virksemisstigið í mun til upprunaliga ætlað við játtanini.

Kapittul 2

KT-verkætlanir

§ 7. KT-verkætlanir verða tiknar við undir rakstrarjáttan, sbrt. § 1, stk. 5. Tá talan er um størri KT-verkætlanir á 5 mió. kr. ella meira, so skulu hesar hava heimild í og fremjast sambært verklagslóg.

Kapittul 3

Gjøld og avgjøld ásett til ávís endamál

§ 8. Gjøld og avgjøld til ávís endamál, jbr. § 1, stk. 3, skulu, um annað ikki er galdandi, ásetast soleiðis, at í mesta lagi fullur dekningur er fyri tær útreiðslur, sum kunnu verða roknaðar til ávísa virksemið, sum gjøld ella avgjøld verða roknað fyri soleiðis, at meðal langtíðarkostnaðurin verður fíggjaður, sbrt. § 20.

Kapittul 4

Lønar- og pensjónsviðurskifti

§ 9. Í viðmerkingunum til fíggjarlógina verður fyri hvørja høvuðskontu undir rakstrarjáttan ásettur ein lønarkarmur, svarandi til standardkontu 11, sum er mesta upphæddin fyri lønarútreiðslurnar samanlagt.

Stk. 2. Eru góðar grundgevingar fyri tí, kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tó loyva, at  farið verður uppum lønarkarmin treytað av, at samlaða játtanin heldur.

§ 10. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal góðkenna allar setanir og umflokkingar av tænastumannastørvum í lønarflokki 37 ella hægri. Hetta er eisini galdandi fyri aðrar setanir og umflokkingar, har lønarstigið er samsvarandi lønarflokki 37 ella hægri hjá tænastumonnum landsins.

Stk. 2. Hóast eitt starv er flokkað við serligari góðkenning, kann starvið verða sett  í lægri lønarflokk.

Stk. 3. Í viðmerkingunum til rakstrarjáttan skal vera eitt starvsfólkayvirlit, sum vísir lønarsamtøl og tal av ársverkum, sbrt. § 16, stk. 3, í lógini.

Stk. 4. Eitt ársverk verður allýst sum tímatalið eitt starvsfólk eftir viðkomandi sáttmála skal arbeiða í einum fulltíðarstarvi í eitt ár. Tá ið ársverkini verða roknað sum brøkur, er teljarin samtalið fyri allar tímar arbeitt verður eftir viðkomandi sáttmála bæði hjá fast- og tímaløntum. Nevnarin er tímatalið eitt starvsfólk eftir viðkomandi sáttmála skal arbeiða í einum fulltíðarstarvi.

§ 11. Stovnar, sum hava útreiðslur til tænastumannalønir, skulu útreiðsluføra eitt pensjónsavsetingargjald. Gjaldið er 15 % av pensjónsgevandi lønini. Gjaldið verður roknað sum ein partur av lønarútreiðslunum og verður tikið við sum samsvarandi inntøka undir játtanini til tænastumannapensjónir.

Kapittul 5

Landsfyritøkur

§ 12. Ber virksemið handilsligan dám, kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum loyva, at tað verður framt sambært ræðisreglum, galdandi fyri landsfyritøkur, sbrt. § 18 í lógini.

§ 13. Loyvi at reka landsfyritøku skal verða greitt í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið, sbrt. § 21 í lógini.

Stk. 2. Í viðmerkingunum skal somuleiðis verða greitt nærri frá landsfyritøkuni, herundir bygnað, slag av virksemi, og hvussu stórt virksemið ætlandi verður.

§ 14. Reglurnar um landsfyritøkur verða nýttar, tá virksemið hjá almennum stovni í høvuðsheitum er vinnuligt, og tað tí er skilabest at geva leiðsluni størri møguleikar til at laga virksemið eftir marknaðarviðurskiftunum.

§ 15. Tá talan er um landsfyritøkur eru somu ásetingar galdandi sum fyri rakstrarjáttan. Tó er kravið um lønarkarm sbrt. § 9 ikki galdandi.

§ 16. Landsfyritøkur verða settar upp á serskildum høvuðskontum.

Kapittul 6

Inntøkufíggjað virksemi

§ 17. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann loyva, at inntøkufíggjað virksemi kann verða framt undir rakstrarjáttan, sbrt. § 19 í lógini.

§ 18. Loyvi til inntøkufíggjað virksemi skal verða greitt í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið, sbrt. § 21 í lógini.

Stk. 2. Í viðmerkingunum skal somuleiðis verða greitt nærri frá um inntøkufíggjaða virkseminð, herundir bygnað, slag av virksemi, hvussu stórt virksemið ætlandi verður og um skilnaðin frá vanliga virkseminum á stovninum.

§ 19. Loyvi til inntøkufíggjað virksemi er treytað av, at:

1)   Viðskiftafólkin ikki hava nakra skyldu at taka móti vøruni ella tænastuni,

2)   Stovnurin skal kunna skilja virksemið, sum ætlanin er at hava sum inntøkufíggjað virksemi, frá øðrum uppgávum hjá stovninum, og

3)   Tað inntøkufíggjaða virksemið skal verða sprottið náttúrliga úr vanliga virksemi stovnsins.

§ 20. Søluprísurin á vørum og tænastum skal ásetast soleiðis, at hann ikki er kappingaravlagandi mótvegis privatum og almennum útbjóðarum, og soleiðis at meðal langtíðarkostnaðurin verður fíggjaður.

Stk. 2. Meðal langtíðarkostnaður er tað, sum tað í meðal kostar at framleiða ávísa vøru ella tænastu gjøgnum eitt longri tíðarskeið. Uppí kostnaðin verður roknað:

1)   Beinleiðis útreiðslur, tvs. útreiðslur sum beinleiðis eru knýttar at framleiðsluni av vøruni ella tænastuni (t.d. løn, tilfar og uttanhýsis tænastur).

2)   Óbeinleiðis útreiðslur, tvs. útreiðslur sum ikki beinleiðis kunnu knýtast at vøruni ella tænastuni, men sum kunnu roknast við grundarlagi í útreiðslum, stovnurin hevur yvir eitt tíðarskeið (t.d. høli, skrivstovulutir, KT og leiðsla)

3)   Aðrar óbeinleiðis útreiðslur, sum kunnu vera rakstrarútreiðslur frá farnum árum ella útreiðslur, sum eru tiknar við aðrastaðni á fíggjarlógini (t.d. avskrivingar og kapitalkostnaður).

§ 21. Hevur inntøkufíggjað virksemi einkarrætt ella støðan líkist einkarrætti, so kann prísurin fyri vøruna ella tænastuna ikki vera hægri enn miðal langtíðarkostnaðurin.

§ 22. Inntøkufíggjað virksemi verður sett upp á serskildari undirkontu undir rakstrarjáttan.

§ 23. Inntøkufíggjað virksemi skal í størst møguligan mun javnviga ella geva yvirskot.

Stk. 2. Yvirskot kann verða nýtt til vanliga virksemið, og undirskot verður fíggjað av vanliga virkseminum.

§ 24. Vísir roknskapurin fyri inntøkufíggjað virksemi undirskot í minst 3 ár, kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gera av at niðurleggja virksemið.

§ 25. Vørur og tænastur, sum verða nýttar bæði av inntøkufíggjaða virkseminum og vanliga virkseminum, skulu skrásetast undir ávikavist inntøkufíggjað virksemi og vanligt virksemi samsvarandi veruligu nýtsluni.

§ 26. Lønarútreiðslur til starvsfólk, sum arbeiða bæði í inntøkufíggjaða virkseminum og vanliga virkseminum, verða skrásettar alt eftir, hvussu stóran part starvsfólkini hava arbeitt ávikavist í inntøkufíggjaða virkseminum og vanliga virkseminum.

§ 27. Fyri inntøkufíggjað virksemi er kravið um lønarkarm sbrt. § 9 ikki galdandi, tó eru hesar avmarkingar galdandi:

1)   Starvsfólk kunnu bara verða sett, um útreiðslurnar av hesum verða fíggjaðar av inntøkufíggjaða virkseminum. Um neyðugt skal starvssetanin vera tíðar- ella uppgávuavmarkað.

2)   Tænastumenn kunnu ikki verða settir við beinleiðis tilknýti til inntøkufíggjað virksemi.

3)   Starvsfólk, sum verða sett beinleiðis til inntøkufíggjað virksemi, verða sett eftir sáttmálatreytunum, sum eru galdandi á økinum.

Kapittul 7

Stuðulsfíggjað virksemi

§ 28. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann loyva, at stuðulsfíggjað virksemi kann verða framt undir rakstrarjáttan, sbrt. § 20 í lógini.

§ 29. Loyvi til stuðulsfíggjað virksemi skal verða greitt í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið, sbrt. § 21 í lógini.

Stk. 2. Í viðmerkingunum skal somuleiðis verða greitt neyvari frá stuðulsfíggjaða virkseminum, herundir bygnað, slag av virksemi, hvussu stórt virksemið ætlandi verður og skilnaðinum mótvegis vanliga virkseminum á stovninum.

§ 30. Loyvi til stuðulsfíggjað virksemi er treytað av, at:

1)   Virksemið ikki er handilsligt,

2)   Stovnurin skal kunna skilja framleiðsluna, sum ætlanin er at hava sum stuðulsfíggjað virksemi, frá øðrum uppgávum hjá stovninum, og

3)   Tað stuðulsfíggjaða virksemið skal verða sprottið náttúrliga úr vanliga virksemi stovnsins.

§ 31. Stuðulsfíggjað virksemi verður sett upp á serskildari undirkontu undir rakstrarjáttan.

§ 32. Bindandi tilsøgn um fígging skal vera fingin til vega, áðrenn farið verður undir stuðulsfíggjað virksemi.

Stk. 2. Er talan um  fígging frá privatum veitarum, so  skal stuðulin helst verða goldin, áðrenn farið verður undir virksemið. Verður í undantaksføri goldið afturút, so skal stuðulin verða goldin samsvarandi útreiðslugongdini.

§ 33. Vørur og tænastur, sum verða nýttar bæði av stuðulsfíggjaða virkseminum og vanliga virkseminum, skulu skrásetast undir ávikavist stuðulsfíggjað virksemi og vanligt virksemi samsvarandi veruligu nýtsluni.

§ 34. Lønarútreiðslur til starvsfólk, sum arbeiða bæði í stuðulsfíggjaða virkseminum og vanliga virkseminum, verða skrásettar alt eftir, hvussu stóran part starvsfólkini hava arbeitt ávikavist í stuðulsfíggjaða virkseminum og vanliga virkseminum.

§ 35. Fyri stuðulsfíggjað virksemi er kravið um lønarkarm sbrt. § 9 ikki galdandi, tó eru hesar avmarkingar:

1)   Starvsfólk kunnu bert setast, um útreiðslurnar av hesum verða fíggjaðar av stuðulsfíggjaða virkseminum. Um neyðugt skal starvssetanin vera tíðar- ella uppgávuavmarkað.

2)   Tænastumenn kunnu ikki setast við beinleiðis tilknýti til stuðulsfíggjað virksemi.

3)   Starvsfólk, sum verða sett beinleiðis til stuðulsfíggjað virksemi, verða sett eftir vanligu sáttmálatreytunum, sum eru galdandi á økinum.

Kapittul 8

Gildiskoma

§ 36. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2011

Stk. 2. Tó fær § 11 ikki gildi fyrrenn seinni við serskildari kunngerð.

 

 

Fíggjarmálaráðið, 7. juni 2011

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Atli Suni Leo