7. oktober 1999Nr. 84
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt
§ 1
Í kunngerð nr. 6 frá 25. januar 1995 um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt verður § 2, stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Gjaldið sambært stk. 1 kann ásetast soleiðis, at gjaldið fyri børn undir 3 ár og fyri børn yvir 3 ár kann verða ymiskt, men skal tó leggjast eftir teimum veruligu útreiðslunum, sum aldursbólkurin hevur.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. oktober 1999.
Almanna- og heilsumálastýrið, 7. oktober 1999
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýrismaður
/ Høgni Joensen (sign.)