Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. juni 2019Nr. 84
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2019
(Inngangur dagførdur, loyvi at flyta kvotu um ár, áseting um gjald fyri eygleiðara broytt og nýggj orðing av revsireglu)
§ 1
Í kunngerð nr. 177 frá 21. desember 2018 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2019, sum broytt við kunngerð nr. 47 frá 26. apríl 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 5, stk. 2, § 28, stk. 1, § 34, stk. 1 og 2, § 39, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 2-4 og 7-10 og stk. 3, § 44, stk. 1, § 46, stk. 3, § 58, stk. 5 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 9. mai 2019, verður ásett:”
2. § 7, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Rættindahavari, sum í 2018 hevur keypt svartkjaft á uppboði til at fiska í 2018, kann, sambært 39, stk. 4 í løgtingslógini, flyta ta nøgd av hesi kvotu, sum ikki er fiskað í 2018, til at fiska í 2019.”
3. Í § 7, stk. 1, 2. pkt. verður “persónur ella felag” broytt til “rættindahavari”.
4. § 23, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Fiskifarið ber útreiðslurnar til kost og innivist av at hava eygleiðara frá Vørn umborð.”
5. § 23, 3. pkt. verður strikað.
6. § 27, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 14. juni 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)