Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. mai 2005Nr. 84
Kunngerð um broyting í kunngerð um tilgerð og útgerð á akførum
§ 1
Í kunngerð nr. 105 frá 21. juni 1995 um tilgerð og útgerð á akførum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 14 frá 2. mars 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 31, stk. 3, verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Viðfestisvognur, leguvognur, og viðfest akfar til motorsúkklu, kann hava skaðablunk og tær í § 11 nevndu lyktir og endurskin, tó soleiðis, at endurskin, ið venda aftureftir, skulu vera tríhyrnt.”
2) Aftaná § 31 verður sett:
“Kap. 6 a
Viðfest akfar til motorsúkklu
§ 31 a. Viðfest akfar til motorsúkklu kann ikki vera tilgjørt til fólkaflutning.
Stk. 2. Viðfest akfar til motorsúkklu skal vera gjørt soleiðis, at teir útstandandi partarnir ikki elva til óneyðugan vanda fyri onnur.
§ 31 b. Viðfest akfar til motorsúkklu skal hava:
1) Tilskilan av merki, flokki og skrokknummari.
2) Eina ás við einum ella tveimum hjólum.
3) Fjaðring á øllum hjólum.
4) Luftgummihjól við minst 1 mm dekk-mynsturdýpi.
5) Skermar yvir hjólini.
6) Koplingarskipan, ið hóskar til koplingarskipanina á dragandi akfarinum.
§ 31 c. Viðfest akfar til motorsúkklu skal hava lyktir og endurskin sambært § 31.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 23. mai 2005
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)