Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2021Nr. 84
Kunngerð um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan
Við heimild í § 10, stk. 3 í løgtingslóg nr. 89 frá 7. juni 2020 um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan verður ásett:
§ 1. Landsstýrismaðurin lýsir alment eftir uppskotum um limir til Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal eisini heita á stjórnarráðini, Fróðskaparsetur Føroya og aðrar granskingarstovnar, Føroya Arbeiðsgevarafelag, og arbeiðstakarafeløgini um uppskot til ráðslimir.
Stk. 3. Tá ið lýst verður, skal dentur leggjast á at fáa inn grundað uppskot um ráðslimir, sum hava royndir við gransking, menning og nýskapan, bæði alment og vinnuligt og innanlands sum uttanlands.
§ 2. Í uppskoti sbrt. § 1 skal verða grundgivið fyri, hví viðkomandi persónur skal veljast í ráðið. Grundgevingin skal umfata eina lýsing av fakligum førleikum, viðkomandi royndum og persónligu eginleikunum hjá viðkomandi.
§ 3. Landsstýrismaðurin setur trímanna nevnd at viðgera innkomnu uppskotini.
Stk. 2. Nevndin skal geva landsstýrismanninum tilmæli við í minsta lagi 10 nøvnum.
Stk. 3. Hevur nevndin fingið ov fá uppskot, ella metir nevndin, at ov fá av innkomnu uppskotunum eru skikkað at sita í ráðnum, kann nevndin sjálv skjóta upp fólk at sita í ráðnum.
§ 4. Landsstýrismaðurin tilnevnir, við støði í tilmælinum sbrt. § 3, stk. 2, ein formann og seks ráðslimir.
Stk. 2. Limirnir verða tilnevndir fyri fýra ár í senn og kunnu í mesta lagi tilnevnast fyri tvey skeið á rað.
Stk. 3. Fyrstu ferð ráðið verður tilnevnt, verða fýra limir tilnevndir fyri fýra ár, og tríggir limir verða tilnevndir fyri tvey ár.
§ 5. Um limur fer úr ráðnum í úrtíð, tilnevnir landsstýrismaðurin, við støði í tilmælinum sbrt. § 3, stk. 2, nýggjan lim, ið situr tað, ið er eftir av skeiðnum.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 25. mai 2021
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)