3. oktober 2008Nr. 85
Kunngerð um broyting í kunngerð um heilsuásetingar fyri hjáframleiðslu úr djórum, sum ikki er ætlað til matna
§ 1
Í kunngerð nr. 99 frá 20. november 2006 um heilsuásetingar fyri hjáframleiðslu úr djórum, sum ikki er ætlað til matna verður í § 5, stk. 1 “1. januar 2008” broytt til: “1. januar 2009”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið 3. oktober 2008
Johan Dahl (sign.)
landsstyrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)