Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. juni 2009Nr. 85
Kunngerð um skiftisreglur fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum byrjað hava lesturin áðrenn 1. august 2008 ella seinni og reglur um alment próvskeið í føroyskum, sum broytt við kunngerð nr. 111 frá 31. august 2011 1)
Við heimild í § 3, stk. 1 og § 21, stk. 1 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya verður ásett:
Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
§ 1. Útbúgvingarnar á Fróðskaparsetri Føroya eru akademiskar útbúgvingar, sum geva studentinum ástøðiligar og verkligar førleikar og kunnleikar í vísindaligum háttaløgum og evnum.
Stk. 2. Útbúgvingarnar eru:
1) Bachelorútbúgvingar, sum eru 3 ársverk.
2) Masterútbúgvingar, sum eru 2 ársverk í framhaldi av bachelorútbúgving.
3) Granskaraútbúgvingar, sum verða skipaðar sambært serstakari kunngerð um Ph.D.- lestur.
§ 2. Eitt ársverk svarar til 60 námsstig, sum er fulltíðarlestur í eitt lestrarár. 1 námsstig svarar til 1 European Credit Transfer System (ECTS).
§ 3. Fróðskaparsetrið leggur bachelor- og masterútbúgvingarnar til rættis við skeiðum og valmøguleikum í námsskipan fyri hvørja útbúgving sær.
Kapittul 2
Útbúgvingarsløg og skipan av útbúgvingum
Bachelorútbúgving
§ 4. Bachelorútbúgvingin skal geva studentinum innlit í fakøki og kunnleika til vísindalig ástøði og háttaløg. Hon skal menna førleikan til at orða og skilmarka faklig greiðsluevni, til at lýsa, greina og tulka tey og soleiðis geva førleika til sjálvstøðugt arbeiði. Harumframt er bachelorútbúgving støði undir akademiska framhaldsútbúgving.
Stk. 2. Bachelorútbúgving gevur rætt til hesi heiti:
1) Bachelorútbúgving í hugvísindum gevur rætt til heitið baccalaureus artium, stytt B.A.,
2) Bachelorútbúgving í samfelagsfrøði gevur rætt til heitið baccalaureus socialis scientiarum, stytt B.S.Sc.
3) Bachelorútbúgving í náttúruvísindum gevur rætt til heitið baccalaureus scientiarum, stytt B.Sc.
4) Bachelorútbúgving í verkfrøði og tøknifrøði gevur rætt til heitið baccalaureus scientiarum, stytt B.Sc.
§ 5. Bachelorútbúgving er í minsta lagi 180 námsstig.
Stk. 2. Sambært námsskipan eru fyrstu 1 til 2 ársverkini í bachelorútbúgving støðisnám. Lokið støðisnám er treyt fyri at halda fram við bachelorútbúgving.
Stk. 3. Námsskipanin ásetur, hvørji støðisnám geva upptøku á hvørjari bachelorútbúgving.
Stk. 4. Námsskipanin fyri bachelorútbúgvingar kann í serligum føri tilskila, at aðrar útbúgvingar, møguliga við neyvari ásettum ískoytum, kunnu koma í staðin fyri støðisnám og geva upptøku á bachelorútbúgving.
Stk. 5. Bachelorútbúgving er annaðhvørt í einum fakøki ella samansett, har í minsta lagi 30 og í mesta lagi 60 námsstig eru í øðrum faki.
§ 6. Bachelorútbúgving endar við bachelorritgerð.
Stk. 2. Ritgerðin skal prógva evnini hjá studentinum at nýta vísindaligt ástøði og háttalag í arbeiðinum við einum avmarkaðum evni.
Stk. 3. Ritgerðarevnið skal vera avmarkað soleiðis, at arbeiðið við tí í minsta lagi svarar til 15 námsstig.
Stk. 4. Studenturin velur evnið í samráð við vísindastarvsfólk. Dekanurin staðfestir ritgerðarevnið.
Masterútbúgving
§ 7. Masterútbúgvingin skal menna fakligu vitanina, økja ástøðiliga og háttalagsliga førleikan, sum studenturin hevur ognað sær í bachelorútbúgvingini. Hon skal harumframt styrkja sjálvstøðugt arbeiðslag.
Stk. 2. Masterútbúgving gevur rætt til hesi heiti;
1) Masterútbúgving í hugvísindum gevur rætt til heitið magister artium, stytt M.A.
2) Masterútbúgving í samfelagsfrøði gevur rætt til heitið magister socialis scientiarum, stytt M.S.Sc.
3) Masterútbúgving í náttúruvísindum gevur rætt til heitið magister scientiarum, stytt M.Sc.
4) Masterútbúgving í verkfrøði og tøknifrøði gevur rætt til heitið magister scientiarum, stytt M.Sc.
§ 8. Masterútbúgving er 11/2-2 ársverk aftur at loknari bachelorútbúgving. Masterútbúgving kann vera sett saman av høvuðsgrein og hjánámi sambært § 10.
Stk. 2. Námsskipanin ásetur, hvørjar bachelorútbúgvingar geva upptøku á hvørjari masterútbúgving.
Stk. 3. Fróðskaparsetrið kann í serligum førum góðkenna, at aðrar útbúgvingar, møguliga við neyvari ásettum ískoytum, geva upptøku á masterútbúgving.
§ 9. Masterútbúgving endar við sjálvstøðugari ritgerð, masterritgerð.
Stk. 2. Ritgerðin skal prógva evnini hjá studentinum at nýta vísindaligt ástøði og háttalag í arbeiðinum við einum avmarkaðum evni.
Stk. 3. Ritgerðararbeiðið svarar til í minsta lagi 30 og í mesta lagi 60 námsstig.
Stk. 4. Studenturin velur ritgerðarevnið í samráð við vísindastarvsfólk. Dekanurin staðfestir evnið.
Hjánám
§ 10. Hjánám er 11/2-2 ársverk í øðrum faki enn bachelorútbúgvingin. Bachelorútbúgvingin verður tá høvuðsgrein í masterútbúgving.
Stk. 2. Tá masterútbúgving er sett saman av høvuðsgrein og hjánámi, verður masterritgerð skrivað í høvuðsgreinini.
Stk. 3. Hjánám, ætlað til at avriksflyta til lestur á lærdum háskúla uttanlands, kann vera sett saman av fakum og próvtøkum á ávikavist bachelorstigi og masterstigi. Nágreiniligari ásetingar verða tilskilaðar í viðkomandi námsskipanum.
Kapittul 3
Alment próvskeið í føroyskum
§ 11. Skipað verður fyri almennum próvskeiði í føroyskum.
§ 12. Endamálið er at menna førleikan at nýta málið sum amboð á ein góðan og fjøltáttaðan hátt og at økja fatanina av føroyskum máli og nýta tað í arbeiði, gerandislívi og til hægri lestur. Skeiðið skal økja um innlitið í føroyskt mál og menna tilvitið um mál og málnýtslu bæði í talu og skrift.
§ 13. Skeiðið fevnir um:
1) mállæru og venjingar í rættskriving,
2) upplestur og orðaskifti,
3) viðgerð av fjølbroyttum tekstum og
4) málburð og ymisk stílløg.
§ 14. Skeiðið byggir á ávísan forkunnleika, svarandi til føroyskt á miðnámsskúlastigi ella samsvarandi.
§ 15. Skeiðið endar við próvtøku.
§ 16. Til tess at standa krevst í minsta lagi 6 í miðal, tó skal einki einstakt próvtal vera lægri enn 5.
§ 17. Sami próvdómari er til allar stakroyndir í próvtøkuni. Hann verður tilnevndur av rektaranum.
Kapittul 4
Námskipan
§ 18. Fróðskaparsetrið ásetur nærri reglur um útbúgvingarnar í námsskipanum.
Stk. 2. Í námsskipanini verður ásett:
1) endamál, innihald, stødd og próvdøming, tilskilað í skeiðslýsing fyri hvørt fakið sær,
2) upptøkukrøv,
3) reglur um fakligar samansetingar og valmøguleikar,
4) undirvísingarhættir, lýstir sum floksundirvísing, fyrilestrar, skeið, venjingar, bólkaarbeiði, verkætlanir o.a.,
5) raðfylgjan av fakum, skeiðum, venjingum v.m. og møguligar treytir í lestrargongdini,
6) hvørjar próvtøkurnar eru og raðfylgja teirra í lestrargongdini,
7) próvtøkuslag ella próvtøkusløg, um studenturin kann velja millum fleiri sløg,
8) nær 13-stigin ella Staðið ella Ikki staðið verður nýtt,
9) nær próvdømingin er innanseturs ella uttanseturs,
10) reglur um bachelor- og masterritgerð.
Stk. 3. Tá ið ein námsskipan verður samtykt, og tá størri broytingar verða gjørdar, eigur Fróðskaparsetrið at kunna um tær.
Stk. 4. Námsskipanir og størri broytingar í námsskipanum koma í gildi við lestrarársbyrjan.
Stk. 5. Broytingar í upptøkukrøvunum, sum avmarka upptøkumøguleikarnar til masterútbúgving, kunnu bara gerast við 3 ára fráboðan.
§ 19. Fróðskaparsetrið ger og dagførir lestrarvegleiðing um útbúgvingarnar, har útbúgvingarnar verða lýstar nærri við dømum um valmøguleikar og samanseting av fakum.
Avriksflutningur
§ 20. Fróðskaparsetrið kann eftir umsókn góðkenna, at stakar próvtøkur og útbúgvingartættir, sum studenturin hevur staðið við annan lærustovn, verða flutt fyri javnmett avrik á Fróðskaparsetrinum.
Stk. 2. Avriksflutt próvtøka verður skrásett sum Staðin.
Kapittul 5
Próvdøming
§ 21. Endamálið við próvtøkum er at meta, um og í hvønn mun førleikarnir hjá studentinum eru í samsvari við tey mál og krøv, sum eru ásett fyri útbúgvingina í kunngerðini, námsskipanum o.ø. Staðin próvtøka er treyt fyri at skrivað verður út prógv.
§ 22. Teir førleikar, sum studenturin hevur ognað sær í útbúgvingini, verða prógvaðir við próvtøkum, íroknað próvdøming av bachelorritgerð og masterritgerð.
Stk. 2. Útbúgvingartættir, sum innihaldsliga ella arbeiðsliga loyva tað, kunnu heilt ella lutvíst prógvast við luttøku í undirvísing. Ábyrgdarlærarin ella lærararnir á hvørjum skeiði sær próvdøma undirvísingarluttøkuna hjá studentinum sambært hesum stykki.
Stk. 3. Próvtøkuhættirnir skulu hóska til endamálið við útbúgvingini og skulu tryggja, at hvør studentur verður mettur sjálvstøðugt.
Stk. 4. Próvdøming verður grundað á:
1) munnligar ella skrivligar próvtøkur,
2) skrivligar uppgávur, ið eru kravdar í undirvísingini,
3) luttøku á skeiðum, próvtøkum ella tílíkum, og
4) eina samanseting av nr. 1-3.
§ 23. Próvtøkumálið er føroyskt. Við próvtøkur, sum ikki hava til endamáls at prógva kunnleika um føroyskt mál, kann verða vikið frá hesi áseting.
§ 24. Próvtøkurnar eru annaðhvørt uttanseturs ella innanseturs.
Stk. 2. Uttanseturspróvtøkur verða dømdar av læraranum ella lærarunum og einum ella fleiri próvdómarum úr próvdómaraliðnum, sum er góðkent av Mentamálaráðnum.
Stk. 3. Innanseturspróvtøkur verða dømdar av læraranum ella lærarunum og einum ella fleiri próvdómarum úr vísindastarvsliðnum á Fróðskaparsetrinum.
§ 25. Próvdómarar eru annaðhvørt uttanseturs- ella innanseturspróvdómarar.
Stk. 2. Uttanseturspróvdómari er vísindafólk frá øðrum hægri læru- ella granskingarstovni ella fólk uttan fyri Fróðskaparsetrið við sama fakliga førleika.
Stk. 3. Vísindafólk, ið hevur undirvíst á Fróðskaparsetrinum, kann ikki vera uttanseturspróvdómari hjá studentum, sum hann ella hon hevur undirvíst á setrinum.
Stk. 4. Við uttanseturspróvdøming kunnu lærari og próvdómari ikki vera frá sama stovni ella, tá talan er um útlendskan stovn, frá sama institutti.
Stk. 5. Innanseturspróvdómari er vísindafólk ella styrkhavi á Fróðskaparsetrinum ella leysalærari, ið hevur undirvíst á Fróðskaparsetrinum seinasta árið.
Stk. 6. Mentamálaráðið góðkennir uttanseturspróvdómaraliðið fyri 5 ár í senn eftir nærri reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
§ 26. Lærari og próvdómari skulu í felag tryggja:
1) at krøvini til eina próvtøku, munnliga ella skrivliga, eru í samsvari við endamálið í kunngerðum, námsskipanum og skeiðslýsingum,
2) at próvtøkan fer fram sambært galdandi reglum,
3) at studentarnir fáa einsháttaða og rættvísa viðferð, og
4) at avrikini hjá studentunum fáa álítandi próvdøming, ið eru í samsvari við reglur um próvtalagávu og aðrar reglur.
Stk. 2. Próvdómarin skal undir próvdømingini gera skrivligar viðmerkingar um avrikið og próvtalið. Viðmerkingarnar skulu brúkast sum grundarlag undir próvdómarans meting í møguligari kæru. Viðmerkingarnar skulu goymast í 1 ár.
§ 27. Í minsta lagi 2/3 av próvtøkunum í ávikavist bachelor- og masterútbúgvingini skulu prógvast við uttanseturspróvdøming. Hetta skal fevna um týdningarmestu partarnar av útbúgvingini, herímillum bachelor- og masterritgerð, sbr. §§ 6, 9 og 10.
§ 28. Próvtal verða givin eftir 13-stiganum ella dømingini Staðið ella Ikki staðið.
Stk. 2. Bachelor- og masterritgerðin verða próvdømdar eftir 13-stiganum.
Stk. 3. Fyri undirvísingarluttøku sambært § 22, stk. 2 verður dømingin Staðið ella Ikki staðið nýtt.
Stk. 4. Dømingin Staðið ella Ikki staðið kann í mesta lagi verða nýtt til próvtøkur, sum svara til 1/3 av útbúgvingini.
§ 29. Próvtøkurnar skulu verða lagdar til rættis sum einstaklingspróvtøkur. Í námsskipanini kann tó vera ásett, at ávísar próvtøkur verða lagdar til rættis sum bólkapróvtøkur, har fleiri studentar verða próvdømdir fyri felags avrik. Avrikini hjá studentunum skulu próvdømast hvørt sær.
Stk. 2. Bachelorritgerð og masterritgerð eru vanliga einstaklingsavrik, men kunnu eftir nærri reglum avrikast av fleiri studentum í felag. Avrikini hjá studentunum skulu próvdømast hvørt sær.
Stk. 3. Í eini skrivligari bólkapróvtøku skal bera til at eyðmerkja íkastið hjá hvørjum studenti og próvdøma avrikini hjá studentunum hvørt sær.
§ 30. Próvtøkan er staðin, um próvtalið er í minsta lagi 6 ella Staðið. Hvør próvtøka skal vera staðin fyri seg. Próvtøka, ið er staðin, kann ikki takast av nýggjum.
Stk. 2. Í námsskipanini kann vera ásett, at ein samanseting av próvtøkum verður staðin sum ein próvtøka. Í hesum føri skal miðalpróvtalið vera í minsta lagi 6 uttan upprunding.
§ 31. Um studentur vegna sjúku ella av øðrum lógligum forfalli er forðaður í at møta til próvtøku, skal hann hava møguleika at fara upp aftur til próvtøku skjótast til ber ella í seinasta lagi í næsta próvtøkuskeiði.
Stk. 2. Um studentur vegna sjúku er forðaður í at møta til próvtøku, og ynksir at fara upp til próvtøku sambært stk.1, skal hann framleggja eina læknaváttan.
§ 32. Fróðskaparsetrið eigur at kunna studentarnar um:
1) Próvtøkureglur.
2) Reglur í sambandi við sjúku.
3) Serligar próvtøkureglur í einstøku lærugreinunum.
4) Avleiðingarnar av ikki at fylgja reglum um próvtøku, og
5) Kærumøguleikar.
§ 33. Studentur kann í mesta lagi fara tríggjar ferðir til somu próvtøku. Dekanurin kann eftir skrivligari umsókn loyva studentinum at fara til próvtøku í sama faki fjórðu ferð, um serligar umstøður tala fyri tí.
§ 34. Fyri hvørja einstaka próvtøku ásetur avvarðandi dekanur tíðarfreist fyri innskriving og avboð. Um avboðið ikki er rættstundis, verður próvtøkan at telja sum ein próvtøka sambært § 33. Hetta er tó ikki galdandi, um studenturin ikki fær møtt til próvtøku vegna sjúku ella annað lógligt forfall sambært § 31.
Stk. 2. Tá serligar umstøður gera seg galdandi, kann dekanurin eftir skrivligari umsókn gera frávik frá tíðarfreistunum í stk. 1.
§ 35. Próvtøkuspurningin ger vísindastarvsfólkið ella lærarin, sum hevur undirvíst. Próvdómarin skal góðkenna próvtøkuspurningin.
Stk. 2. Verður undir ella eftir próvtøkuna gjørt vart við álvarsamt mistak ella vantandi upplýsingar í próvtøkuuppgávuni, skal beinanvegin verða boðað avvarðandi dekani frá. Lærari ella próvdómari gera tilmæli um, hvussu bøtast kann um skeivleikan.
Stk. 3. Eftir tilmæli frá próvdómara ella lærara kann dekanur í tílíkum føri strika próvtøkuna og skipa fyri serligari umpróvtøku.
§ 36. Studentur kann verða burturvístur frá próvtøku, um hann:
1) Undir próvtøku útvegar sær sjálvum ella øðrum ólógliga hjálp,
2) hevur við sær amboð, ið ikki eru loyvd til ta ávísu próvtøkuna ella
3) gevur arbeiði hjá øðrum út fyri sítt egna.
Stk. 2. Verður illgruni staðfestur um, at ein studentur hevur útvegað sær ella øðrum ikki loyvda hjálp, ella um ein studentur hevur givið arbeiði hjá øðrum út fyri sítt egna, skal boðast frá hesum til avvarðandi megindeild. Verður illgrunin váttaður, ger dekanurin av, um próvtøkan skal strikast og próvtalið falla burtur hjá tí, ið hevur svikað. Próvtøkan telur kortini sum ein próvtøka sambært § 33.
Stk. 3. Dekanur kann í serliga álvarsligum førum vísa studentinum burtur í eina ella fleiri lestrarhálvur. Í slíkum føri verður skrivlig ávaring givin um, at verður svikað aftur, kann tað hava við sær varandi burturvísing.
§ 37. Kann próvtal ikki latast studentinum beint eftir próvtøkuna, ásetur dekanurin freist fyri, nær próvtalið í seinasta lagi skal verða givið. Freistin skal vera kunngjørd framman undan próvtøkuni.
§ 38. Munnligar próvtøkur eru almennar.
Stk. 2. Við munnligar próvtøkur kann dekanurin avmarka atgongdina til próvtøkuhølini vegna plásstrot ella órógv í sambandi við próvtøkuna. Dekanur kann somuleiðis gera frávik frá stk. 1, um serligar umstøður tala fyri tí.
Kapittul 6
Próvtalsgáva
§ 39. Til próvtøku, har avrik ikki verður mett staðið ella ikki staðið, verður tað mett eftir hesum próvtalsstiga:
Støðan: | Stig: |
| 13 |
Sera góð | 11 |
| 10 |
| 9 |
Góð | 8 |
| 7 |
| 6 |
| 5 |
Ikki góð | 03 |
| 00 |
Stk. 2. At meta sum próvtøku sambært hesi kunngerð er próvtøkan ella royndin, ið beinleiðis ella óbeinleiðis er avgerandi fyri, um próvtakarin røkkur endaligum prógvi.
§ 40. Til grund fyri metingini verður at leggja atferð próvtakarans í próvtøkulagnum.
Stk. 2. Próvtøkulagið skal geva próvtakaranum høvi at vísa hegni, vitan og fatan viðvíkjandi hugtøkum, arbeiðsháttum og sannroyndum um tað evnið, próvtøkan fevnir um.
Stk. 3. Próvtøkuatferðin er mátin, ið próvtakarin í próvtøkulagnum setir saman og metir um partar av evninum, grundgevingarnar fyri at draga teir fram, heildarmetingarnar um tað framlagda og atfinningar hansara at tí.
Stk. 4. Próvtakarin skal vísa, hvussu hann við vitan síni er førur fyri at loysa greiðsluevni av kendum slagi, og um próvtøkulagið loyvir tí, loysa greiðsluevni av ókendum slagi.
§ 41. Tann sera góða próvtøkuatferðin er sermerkt av at:
1) Próvtakarin hevur sera góða vitan um hugtøk, arbeiðshættir og sannroyndir.
2) Próvtakarin greiðir frá, soleiðis at flest viðurskifti verða tikin við.
3) Próvtakarin gevur eina næstan fullfíggjaða grundgeving fyri at draga tey fram.
4) Próvtakarin ber saman ella setir saman arbeiðshættir og sannroyndir á sera greiðan hátt, og somuleiðis er førur fyri at meta um, og út frá tí geva eina heildarmeting.
5) Próvtakarin á tryggan hátt nýtir sína vitan at loysa greiðsluevni av kendum slagi og møguliga vísir, hvussu greiðsluevni av ókendum slagi kunnu sammetast og loysnir fáast á teimum.
§ 42. Tann góða próvtøkuatferðin er sermerkt av at:
1) Próvtakarin hevur góða vitan um hugtøk, arbeiðshættir og sannroyndir.
2) Próvtakarin greiðir frá, soleiðis at fleiri viðurskifti verða tikin við.
3) Próvtakarin gevur eina góða grundgeving fyri at draga tey fram.
4) Próvtakarin ber saman ella setir saman arbeiðshættir og sannroyndir á greiðan hátt og somuleiðis er førur fyri at meta um og út frá tí geva eina heildarmeting.
5) Próvtakarin nýtir vitan sína at loysa greiðsluevni av kendum slagi.
§ 43. Tann ikki góða próvtøkuatferðin er sermerkt av at:
1) Próvtakarin hevur lítla vitan um hugtøk, arbeiðshættir og sannroyndir.
2) Próvtakarin greiðir frá, soleiðis at nøkur viðurskifti verða tikin við.
3) Próvtakarin gevur eina ógreiða grundgeving fyri at draga tey fram.
4) Próvtakarin ber saman ella setir saman arbeiðshættir og sannroyndir, men ikki er førur fyri at meta um og út frá tí geva eina heildarmeting.
5) Próvtakarin nýtir sína vitan at loysa greiðsluevni av kendum slagi, men soleiðis at framløgan sum heild er merkt av ótryggleika.
§ 44. Próvtøkuatferðirnar, ið eru nevndar í §§ 41-43, lýsa próvtalastigan sum eina heild. Lýsingarnar av støðuni svara til stigatalið í miðjari støðuni, ávikavist 11, 8 og 03.
Stk. 2. Tá ið próvtal verður givið, verður fyrst mett um, hvar á próvtalastiganum støðan hoyrir til. Tá støðan er fastløgd, verða tað frávikini frá lýsingini av próvtøkuatferðini ið eru avgerandi fyri, um próvtalið verður hægri ella lægri enn talið, ið svarar til lýsingina.
§ 45. Í teimum førum, har fleiri próvtøl verða givin í einum evni, og har bert eitt próvtal verður nýtt, verður miðaltalið roknað út. Tá tað verður gjørt, má bert brúkast ein desimalur, og endaliga próvtalið má ikki vera desimaltal. Er avlopið 0,5 ella meira, verður próvtalið hækkað.
Stk. 2. Miðaltalið á endaliga próvnum kann tó vera við einum desimali. Útrokningin av hesum tali verður gjørd út frá endaligu tølunum í stk. 1.
Kapittul 7
Prógv
§ 46. Fróðskaparsetrið skrivar út prógv fyri útbúgving, sum er staðin. Á próvnum skal standa:
1) navn útbúgvingarstovnsins á føroyskum og enskum,
2) navn og føðingardagur hjá tí, sum hevur staðið útbúgvingina,
3) heitið, sum útbúgvingin gevur rætt til á føroyskum og á enskum og
4) heimildin fyri útbúgvingini.
Stk. 2. Rektarin og avvarðandi dekanur skriva undir prógvið.
Stk. 3. Aftur at próvnum skal fylgja próvtalayvirlit á føroyskum og enskum, ið fevnir um:
1) fakini, sum eru staðin,
2) próvúrslitini,
3) námsstig fyri hvørt fak sær og
4) flutt avrik frá øðrum útbúgvingarstovnum.
Stk. 4. Fyrisitingarstjórin skrivar undir próvtalayvirlitið.
Stk. 5. Sum fylgiskjal til prógvið letur Fróðskaparsetrið eitt Diploma Supplement á enskum, sum samsvarar við ásetingarnar hjá ES-kommisjónini, Evroparáðnum og UNESCO/CEPES.
Stk. 6. Studentur, sum gevst, hevur rætt til váttan fyri tær próvtøkur, ið hann hevur staðið.
Kapittul 8
Kærur
§ 47. Kærur um avgerðir í sambandi við próvtøku sambært hesi kunngerð skulu latast Fróðskaparsetrinum skrivliga við grundgevingum.
Stk. 2. Kærufreistin er 2 vikur frá tí, at studenturin hevur fingið avgerðina at vita. Í undantaksføri kann Fróðskaparsetrið víkja frá tíðarfreistini.
§ 48. Kærur um rættarspurningar verða viðgjørdar av dekaninum.
§ 49. Kært kann verða um:
1) próvtøkugrundarlagið (próvtøkuspurning, uppgávur ella tílíkt) í mun til pensum,
2) próvtøkugongdina ella
3) próvdømingina.
Stk. 2. Dekanurin leggur skjótast til ber kæruna fyri læraran og próvdómaran til viðmerkingar og tilmæli.
Stk. 3. Dekanurin tekur avgerð í kærumálum, og niðurstøðan kann vera:
1) At tað verður gjørd umdøming,
2) at bjóða endurpróvtøku ella
3) at kæran verður víst aftur
Stk. 4. Við umdøming og við endurpróvtøku kunnu nýggj fólk verða sett at døma avrikið. Tað seinasta próvtalið verður tá at galda og tað fyrra fellir burtur.
Stk.5. Verður niðurstøðan umdøming ella endurpróvtøka, endar málið her.
§ 50. Vísir dekanurin kæruni aftur, sbr. § 49, stk. 3, 3. pkt. kann kærast skrivliga til rektaran, sum kann seta eina kærunevnd í hvørjum einstøkum føri. Kærufreistin er 2 vikur frá tí, at dekanurin hevur kunngjørt avgerðina. Kæran skal vera stílað til rektaran.
Stk. 2. Kærunevndin verður mannað við tveimum góðkendum uttanseturs-próvdómarum. Ber tað ikki til, verður kærunevndin mannað av ad hoc tilnevndum uttanseturs-próvdómarum, einum vísindastarvsfólki á Fróðskaparsetrinum og einum studenti innan fakøkið á Fróðskaparsetrinum. Rektarin tilnevnir formannin.
Stk. 3. Formaðurin hevur ábyrgdina av, at allir nevndarlimirnir taka lut í viðgerðini. Avgerð verður tikin við atkvøðugreiðslu. Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
§ 51. Kærunevndin kann:
1) hækka próvtalið ella broyta Ikki staðið til Staðið,
2) avgera, at umdøming verður við nýggjum próvdómarum,
3) bjóða endurpróvtøku við nýggjum próvdómarum ella
4) vísa kæruni aftur.
Stk. 2. Ger kærunevndin av at hækka próvtalið ella broyta Ikki staðið til Staðið, skal studentaumboðið ikki vera við í restini av viðgerðini.
Stk. 3. Avgerð kærunevndarinnar kann ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.
Kapittul 9
Gildiskoma og skiftisásetingar
§ 52. 1) Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum eru farin undir lestur fyri 1. august 2008 ella seinni.
Stk. 2. Lesandi sambært stk. 1 skulu hava lokið prógv í seinasta lagi 12. august 2012.
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
Mentamálaráðið, 9. juni 2009
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Leivur Harryson (sign.)