Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. juli 2010Nr. 85
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum
§ 1
Í kunngerð nr. 117 frá 14. november 2005 um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum verða gjørdar hesa broytingar:
1) § 2, 2. og 3. pkt. verða orðað soleiðis:
“Veiðan av undirmátsfiski fyri hvønn túr, má ikki vera meira enn 5% av samlaðu vektini av veiðini fyri túrin. Veiðan av undirmátsmakreli kann tó vera uppí 10% av samlaðu vektini av veiðini fyri túrin.”
2) § 19 verður orðað soleiðis:
“Sild og gulllaksur
§ 19. Tá sild ella gulllaksur verður veiddur við uppsjóvartroli, mugu meskarnir ikki fara niður um 35 mm.
Stk. 2. Í beinleiðis veiði eftir sild ella gulllaksi má samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur ikki vera meiri enn 2% av samlaðu veiðini fyri hvørt hál. Hjáveiða av øðrum fiskasløgum er loyvd.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 9. juli 2010
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)