14. juni 2019Nr. 85
Kunngerð um broyting í kunngerð um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019
(Hækking í nøgd av svartkjaftarættindum og sildarættindum og nýggj áseting um at fiska í íslendskum sjógvi)
§ 1
Í kunngerð nr. 5 frá 17. januar 2019 um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019, sum broytt við kunngerð nr. 13 frá 27. februar 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 12, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Hvørt boð skal tilskila, hvørja nøgd í kilo tann, ið bjóðar, er áhugaður í at keypa og hvønn prís í krónum og oyrum fyri kilo, hann er til reiðar at gjalda fyri hesa nøgd.”
2. Í § 16 a, stk. 2 verður “19.552 tons” broytt til: “22.002 tons”.
3. Í § 16 c, stk. 2 verður “18.261 tons” broytt til: “21.574 tons”.
4. Aftan á § 16 d verður í kapittul 4 sett:
“§ 16 e. Nøgdirnar, bjóðaðar út sambært §§ 16 a og 16 c, kunnu eisini fiskast í íslendskum sjógvi.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 14. juni 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)