Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. august 2024Nr. 85
Kunngerð um gjøld fyri tænastur o.a. frá Heilsustýrinum
Við heimild í § 14 í løgtingslóg nr. 59 frá 29. mai 2024 um vevnaðarskrá, genomskrá, diagnosuskrá og ættarbandsskrá til gransking í mannaílegum og persónlagað medisin (Ílegulógin) verður ásett:
§ 1. Heilsustýrið tekur gjald fyri tær tænastur o.a., ið Heilsustýrið letur granskarum o.ø. atgongd til sambært ásetingum í hesi kunngerð.
§ 2. Gjøld fyri tænastur úr Vevnaðarskránni eru hesi:
1) At taka blóðroynd: 110,00 kr.
2) Tilfar til blóðroynd o.a.: 20,00 kr.
3) DNA uppreinsingar Kits: 65,00 kr.
4) Uppreinsað DNA frá blóði: 180,00 kr.
5) Uppreinsað DNA frá spýtti: 250,00 kr.
6) Uppreinsað DNA frá Formalin fixed parafin embedded, FFPE, blokkar: 310,00 kr.
7) Máta konsentratión við spektrofotometer: 3,50 kr. fyri hvørja roynd.
8) Útflýggja ekstraherað DNA: 20,00 kr. fyri hvørja roynd.
§ 3. Heilsustýrið ásetir harumframt gjald, sambært galdandi sáttmálum, fyri rindan av útreiðslum, sum standast av tænastunum, t.d. løn til lækna, sjúkrarøktarfrøðing, læknaskrivara o.tíl. í sambandi við at greina sjúklingar og kontrollar og at leggja upplýsingar úr Diagnosuskránni og Ættarbandsskránni inn í Progeny skipanina til einstøku verkætlanirnar.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 15. august 2024
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)