Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. juli 2014Nr. 85
Kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir hummara á føroysku landleiðunum
Við heimild í § 8, stk. 7, § 9, stk. 1, nr. 3, 6 og 7, § 9, stk. 2, § 40, stk. 2 og 3 og § 45, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 133 frá 9. august 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 49 frá 10. mai 1999 og løgtingslóg nr. 80 frá 8. mai 2003, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um skipan av fiskiskapi eftir hummara, Nephrops norvegicus, á føroysku landleiðunum.
Fiskileiðir og árskvotur
§ 2. Loyvt er føroyskum fiskiførum undir 15 tons at fiska hummara við rúsum á hesum økjum:
1) Norðan fyri byrgingina um Haraldssund.
2) Hvannasund.
3) Árnafjørður.
4) Borðoyarvík.
5) Funningsfjørður.
6) Norðan fyri Streymin.
7) Tangafjørður, Kollafjørður, Skálafjørður, Kaldbaksfjørður og Sunnan fyri Streymin.
8) Sørvágsfjørður.
§ 3. Fyri hvørt av økjunum í § 2 eru ásettar hesar felags árskvotur fyri hvørt fiskiár:
1) Norðan fyri byrgingina um Haraldssund 3.000 kg
2) Hvannasund 6.750 kg
3) Árnafjørður 4.500 kg
4) Borðoyarvík 1.500 kg
5) Funningsfjørður 4.000 kg
6) Norðan fyri Streymin 6.000 kg
7) Tangafjørður, Kollafjørður, Skálafjørður,
Kaldbaksfjørður og Sunnan fyri Streymin 54.000 kg
8) Sørvágsfjørður 1.000 kg
Fiskiloyvistal
§ 4. Talið av fiskiloyvum til fiskiskap eftir hummara á hvørjum øki, sbrt. § 2, er talið av loyvum, sum vóru í gildi fiskiárið, sum byrjar 1. september 2013 og endar 31. august 2014.
Fiskiloyvi og skipan av fiskiskapinum
§ 5. Fiskiloyvi til fiskiskap eftir hummara, sbrt. hesi kunngerð, verða latin eigarum av fiskiførum, sum hava rætt til fiskiloyvi, tá kunngerðin kemur í gildi.
Stk. 2. Til fiskiskap sbrt. hesi kunngerð verða rættindini í fiskiloyvinum til hvørt øki, sbrt. § 2, latin sum egin árskvota, tó undantikið økið sbrt. § 2, nr. 7, Tangafjørður, Kollafjørður, Skálafjørður, Kaldbaksfjørður og Sunnan fyri Streymin, har rættindini í fiskiloyvinum verða latin sum felags kvota við hámarki. Hámarkið er tað hámark, sum er ásett í fiskiloyvinum fyri fiskiárið, sum byrjar 1. september 2013 og endar 31. august 2014.
§ 6. Fiskiskapur, sbrt. hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá VØRN til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Í fiskiloyvið verða settar treytir og mannagongdir um fráboðanir, sbrt. § 11, stk. 1 í lógini.
Flyting av fiskiloyvum til hummaraveiðu
§ 7. Sbrt. § 8, stk. 8 í lógini kann fiskiloyvið hjá fiskifari við fiskiloyvi sbrt. hesi kunngerð verða flutt á annað fiskifar undir 15 tons uttan fiskiloyvi sbrt. hesi kunngerð.
Stk. 2. Fiskiorka hjá fiskiførum við loyvi sbrt. hesi kunngerð er talið av rúsum sbrt. § 11, stk. 6.
Avhending av egnari árskvotu
§ 8. Egin árskvota kann avhendast eftir ásetingunum í lógini.
Minstamát o.a.
§ 9. Hummari styttri enn 15 cm, máldur ytst úr pannuhorninum og ytst á halafjøðurina, og hummari við rognum, skal beinanvegin sleppast útaftur.
Reiðskapur v.m.
§ 10. Veiða við troli eftir hummara er ikki loyvd.
§ 11. Loyvt er ikki at nýta rúsur við smærri meskum enn 22,5 mm x 35 mm (mált innan).
Stk. 2. Ein rúsa skal ikki vera størri í rúmmáli enn 80 litrar.
Stk. 3. Rúsur skulu setast fram við landi og ikki út frá landi.
Stk. 4. Hvørt strekki skal hava endaboyur. Endaboyurnar skulu hava stong, sum skal vera 150 cm høg oman fyri sjógvin, og skal vera merkt við fløggum, ið síggjast væl. Eitt flagg skal vera á norðaru endaboyu og tvey fløgg á sunnaru endaboyu. Fløggini skulu ikki vera minni enn 21 x 30 cm. Endaboyurnar skulu vera merktar við sjónskum og skilligum bátsnummari og strekkinummari.
Stk. 5. Loyvt er ikki at seta rúsur omanyvir annan reiðskap.
Stk. 6. Loyvt er ikki at hava fleiri enn 250 rúsur standandi í sjónum í senn.
Stk. 7. Hóast ásetingina í stk. 6 er loyvt bátum við fiskiloyvi í økinum sbrt. § 2, nr. 7, Tangafjørður, Kollafjørður, Skálafjørður, Kaldbaksfjørður og Sunnan fyri Streymin, at hava tað tal av rúsum standandi í sjónum í senn, sum er ásett í fiskiloyvinum í fiskiárinum, sum byrjar 1. september 2013 og endar 31. august 2014.
Stk. 8. Verður øll egin árskvota avhendað endaliga, sbrt. § 8, verður, hóast ásetingina í stk. 6, talið av rúsum, sum avhendandi báturin hevur loyvið at hava standandi í sjónum í senn, lagt afturat hjá bátinum, sum egin árskvota er avhendað til.
Stk. 9. Loyvt er bert at seta ella taka upp hummararúsur í dagslýsi. Gamalt ella brúkt agn skal ikki blakast út aftur á veiðiøkið.
Landingar
§ 12. Skiparin ella bátsformaðurin á fiskifarinum hevur ábyrgd av, at veiðan verður landað um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av VØRN eftir ásetingunum í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavøru.
Revsing
§ 13. Brot á § 6, stk.1 og §§ 9-11 verða revsað við bót, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið verða revsað við bót.
Stk. 2. VØRN kann beinanvegin taka inn fiskiloyvið, er bátsformaður skuldsettur fyri brot á § 6, stk. 1, § 10 og § 11 í hesi kunngerð, fiskifar hevur fiskað meir enn loyvt er sbrt. fiskiloyvinum, ella ikki hevur hildið seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sbrt. hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Stk. 3. VØRN kann beinanvegin taka aftur fiskiloyvið, er brot staðfest á § 9 í hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 3 vikur hvørja ferð.
Gildiskoma
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2014. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 97 frá 22. september 1982 um veiðu eftir hummara á landleiðini.
Fiskimálaráðið, 16. juli 2014
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)