Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. september 2006Nr. 86
Fráboðan um at broyta fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 12 frá 1. apríl 2004 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, seinast broytt við fráboðan nr. 133 frá 9. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1) |
Í § 2, Løgmaður, verður í kapitlinum ”Fyrisitingarheimildir” sett aftur at Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya § 6 stk. 2, § 9, § 12, § 15, § 21, § 26, § 27 stk. 2, 2. pkt., § 33 stk. 1, § 33 stk. 3, § 37, § 48, § 51, § 52, § 53 og § 54: ”tó ikki millumtjóða samráðingar og avtalur um fiskivinnu, tá ið umræður § 52 og § 54 stk. 1”. |
2) |
Í § 4, Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, verður í kapitlinum ”Umsitingarøkið” strikaður setningurin ”Landsstýrismaðurin hevur um hendi góðkenning av leigusáttmálum, tá ið landið leigar frá øðrum.” Harafturat verður orðið ”leigusáttmálum” strikað. |
3) |
Í § 5, Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, verður í kapitlinum ”Fyrisitingarheimildir” sett afturat: ”Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya § 52 og § 54 stk. 1, hvat viðvíkur millumtjóða samráðingar og avtalur um fiskivinnu”. |
4) |
Í § 6, Landsstýrismaðurin í innlendismálum, verða í kapitlinum ”Fyrisitingarheimildir” strikaðar: ”L. nr. 185 af 28. apríl 1971 om nordisk samarbejde, som senest ændret ved L. nr. 220 frá 16. mai 1984” og ”Ll. nr. 33 frá 26. juni 1973 um sendinevnd Føroya til Norrøna ráðið, sum broytt við Ll. nr. 42 frá 10. mai 1984.” |
5) |
Í § 6, Landsstýrismaðurin í innlendismálum, verður í kapitlinum ”Fyrisitingarheimildir” sett afturat: ”Ll. nr. 26 frá 17. august 1955 um Føroya Náttúrugripasavn, sum seinast broytt við Ll. nr. 66 frá 10. mai 2000.” |
6) |
Í § 6, Landsstýrismaðurin í innlendismálum, verður í kapitlinum ”Umsitingarøkið” sett afturat ímillum ”byggimál” og ”kærumál”: ”matrikulering og sundurbýti” |
7) |
Í § 6, Landsstýrismaðurin í innlendismálum, verður í kapitlinum ”Løgtingslógaruppskot” sett afturat eftir ”farmakoyring”: ”Matrikulsmál”: |
8) |
Í § 6, Landsstýrismaðurin í innlendismálum, verður í kapitlinum ”Tænastuboð” sett afturat: ”Føroya Náttúrugripasavn” og ”Matrikulstovan” |
9) |
Í § 7, Landsstýrismaðurin í mentamálum, verða í kapitlinum ”Fyrisitingarheimildir” settar afturat: ”L. nr. 185 af 28. apríl 1971 om nordisk samarbejde, som senest ændret ved L. nr. 220 frá 16. mai 1984” og ”Ll. nr. 33 frá 26. juni 1973 um sendinevnd Føroya til Norrøna ráðið, sum broytt við Ll. nr. 42 frá 10. mai 1984.” |
10) |
Í § 7, Landsstýrismaðurin í mentamálum, verður í kapitlinum ”Fyrisitingarheimildir” strikað: ”Ll. nr. 26 frá 17. august 1955 um Føroya Náttúrugripasavn, sum seinast broytt við Ll. nr. 66 frá 10. mai 2000.” |
11) |
Í § 7, Landsstýrismaðurin í mentamálum, verður í kapitlinum ”Tænastuboð” strikað: ”Føroya Náttúrugripasavn” |
12) |
Í § 8, Landsstýrismaðurin í vinnumálum, verður í kapitlinum ”Umsitingarøkið” strikað: ”matrikulering og sundurbýti” |
13) |
Í § 8, Landsstýrismaðurin í vinnumálum, verður í kapitlinum ”Løgtingslógaruppskot” strikað: ”Matrikulsmál” |
14) |
Í § 8, Landsstýrismaðurin í vinnumálum, verður í kapitlinum ”Tænastuboð” strikað: ”Matrikulstovan” |
15) |
Í § 8, Landsstýrismaðurin í vinnumálum, verður í kapitlinum ”Tænastuboð” seinasta regla orðað soleiðis við nevndu undirreglum: 1) KT – nýtslu og trygd 2) Ný- og umbygging 3) Viðlíkahald 4) Leigumál og keyp av fastogn 5) Viðgerð av studningsmálum viðvíkjandi fastogn 6) Nýtslu av byggiráðgeving” |
§ 2
Fráboðanin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 1. september 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)