Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. oktober 2008Nr. 86
Kunngerð um at velja foreldraumboð í skúlastýri og kommunustýrisumboð í felagsskúlastýri
Við heimild í § 51, stk. 1 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 7. juni 2007, verður ásett:
Ábyrgd, høli og tíðarskeið í sambandi við valini
§ 1. Kommunustýrið hevur ábyrgdina av, at foreldraumboð verða vald í skúlastýrini í øllum sjálvstøðugum skúlum í kommununi.
Stk. 2. Val til skúlastýrini verða hildin sama dag sum val til allar føroyskar kommunur. Kommunustýrið tekur avgerð, um valið verður hildið í somu hølum sum kommunuvalið, har hetta er gjørligt, ella í øðrum hølum sbr. § 13, stk. 1.
Stk. 3. Í serligum førum kann landsstýrismaðurin eftir umsókn frá kommunustýri broyta valdagin til ein dag eftir kommunuvalið, tó ikki seinni enn seinasta týsdag í november í tí árinum, kommunuval er.
Stk. 4. Umsókn sbrt. stk. 3. skal vera landsstýrismanninum í hendi í seinasta lagi triðja týsdag í oktober í tí árinum, kommunuval er.
Stk. 5. Tíðarfreistirnar í § 5, stk. 4 og stk. 5, § 7, stk. 1 og stk. 3, § 8, stk. 2 og stk. 7, § 10, § 16, stk. 1, § 23 og § 31 eru eisini galdandi, um valdagurin verður ásettur sbrt. stk. 3.
Valrætt og valbæri
§ 2. Valrætt og valbæri til skúlastýrisval hevur hvør tann, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan, sbrt. § 50, stk. 2, nr. 2 í lógini.
Stk. 2. Eingin kann atkvøða, uttan hann er á vallista.
Stk. 3. Foreldur at barni, sum komandi skúlaár flytur í annan skúla, hevur valrætt og valbæri í tí skúlanum, sum barnið flytur í, sí tó stk. 4.
Stk. 4. Foreldur at barni, sum í styttri tíðarskeið enn eitt skúlaár er í øðrum skúla, hevur ikki valrætt og valbæri í hesum skúla.
§ 3. Tað er borgaraskylda at lata seg velja sum foreldraumboð. Hetta er galdandi fyri tey, sum hava foreldramyndugleika yvir barni/børnum í skúlanum.
Stk. 2. Tann, sum hevur verið skúlastýrislimur í 2 valskeið, hevur ikki skyldu til at lata seg stilla upp.
Stk. 3. Kommunustýrið kann eftir umbøn sleppa einum valevni undan at koma á vallista, um serlig viðurskifti tala fyri hesum.
Valnevnd
§ 4. Í sambandi við val til skúlastýrið setur kommunustýrið eina valnevnd til hvønn sjálvstøðugan skúla í kommununi. Í valnevndini eru eitt umboð fyri kommunustýrið, eitt umboð valt av fráfarandi skúlastýri og skúlaleiðarin, sum er formaður. Formaðurin kallar inn til fyrsta fundin.
Stk. 2. Í valnevndini til felagsskúlar eru eitt umboð fyri hvørja kommunu í felagsskapinum og skúlaleiðarin, sum er formaður. Kommunustýrini í felagsskapinum skiftast um at seta valnevndina, soleiðis at størsta kommunan setur fyrstu valnevndina.
Stk. 3. Kommunustýrið kann víkja frá ásetingunum í stk. 1 og sjálvt seta valnevnd, sum skipar fyri valinum sbrt. reglunum í hesi kunngerð. Landsstýrismaðurin skal hava boð frá kommunustýrunum, um valnevndin ikki verður skipað sbrt. stk. 1 ella 2.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann, tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, loyva, at valnevndir eru mannaðar øðrvísi enn ásetingarnar í stk. 1-3.
Vallisti
§ 5. Valnevndin hevur ábyrgd av at gera ein lista við teimum, sum hava valrætt og valbæri, sbrt. § 2.
Stk. 2. Ein vallisti verður gjørdur við teimum, sum í næmingayvirliti skúlans eru skrásett sum foreldur at næmingunum.
Stk. 3. Á vallistanum skal standa navn, bústaður og møguliga aðrar upplýsingar, soleiðis at tað ber til at staðfesta, hvør viðkomandi er.
Stk. 4. Vallistin skal verða gjørdur í seinasta lagi 3 vikur undan valdegnum og skal liggja frammi í skrivstovu skúlans ella kommunuskrivstovuni í 14 dagar.
Stk. 5. Fólk, sum ikki eru á vallistanum, og sum hava valrætt og valbæri sbrt. § 2, skulu venda sær til formannin í valnevndini í seinasta lagi 7 dagar undan valinum við undirskrivaðari váttan fyri at koma á vallistan.
§ 6. Kommunustýrið lýsir alment:
1) nær áhugað skulu venda sær til formannin í valnevndini fyri at koma á vallistan sbrt. § 5, stk. 5,
2) nær uppstillingarfundur er ásettur,
3) nær seinasta freistin er at lata valevnislistar inn, og
4) nær og hvar valið verður.
Stk. 2. Valnevndin kann tó skipa fyri, at heimini fáa skrivlig boð um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.
Uppstillingarfundur
§ 7. Valnevndin boðar veljarum til uppstillingarfund í seinasta lagi 14 dagar undan valdegnum, har nevndin greiðir frá, hvørjar reglur eru galdandi á valinum og umrøður onnur viðurskifti, sum hava týdning í hesum sambandi.
Stk. 2. Eftir fundin sbrt. stk. 1 hava tey, sum møtt eru, høvi til at hava uppstillingarfund og lata inn uppstillingarlistar.
Stk. 3. Valnevndin kann víkja frá tíðarásetingini í stk. 1 við 3 døgum.
Valevnislisti
§ 8. Atkvøðugreiðslan fer fram sambært einum valevnislista, har ávísir persónar eru skotnir upp sum valevni.
Stk. 2. Uppskot um valevni skulu vera valnevndarformanninum í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 sjey dagar undan valdegnum.
Stk. 3. Á hvørjum uppstillingarlista kunnu vera í mesta lagi dupult so nógv valevni, sum skulu veljast.
Stk. 4. Á uppstillingarlistunum skulu í minsta lagi vera eins nógvir stillarar, sum talið á uppstillaðum valevnum. Ein stillari skal vera tilskilaður á listanum sum ábyrgdarhavandi.
Stk. 5. Eingin kann vera stillari á meira enn einum uppstillingarlista og heldur ikki stillari á einum uppstillingarlista, sum viðkomandi sjálvur er uppstillaður á.
Stk. 6. Ábyrgdarhavandi stillari sbrt. stk. 4 skal geva teimum uppstillaðu valevnunum á listanum boð um, at tey eru á listanum.
Stk. 7. Heldur valnevndin, at uppstillingarlisti, ið er latin inn rættstundis, er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan, skal nevndin beinanvegin boða ábyrgdarhavandi stillara frá hesum og geva viðkomandi høvi til innan 24 tímar at rætta listan.
§ 9. Um so er, at ásetta freistin sbrt. § 8, stk. 2, er farin, og eingin uppstillingarlisti er latin inn, ella talið á valevnum á øllum listunum samanlagt er minni enn lógarásetta talið á foreldraumboðum, skal valnevndin gera ein valevnislista. Valnevndin er tá stillari.
Stk. 2. Um so er, at tað ikki er møguligt at manna skúlastýrið við foreldraumboðum og eykaumboðum í sambandi við valið, skal landsstýrismaðurin hava boð um hesi viðurskifti sum skjótast og fyri valdagin.
§ 10. Valevni, sum ikki vilja verða á uppstillingarlista, skulu gera vart við seg innan 24 tímar, eftir at tey hava fingið boð frá ábyrgdarhavandi stillara. Sagt verður ábyrgdarhavandi stillara frá, um viðkomandi vil sleppa av listanum. Halda stillararnir fast við uppstillingina, sleppur valevni ikki av listanum, sbr. tó § 3, stk. 2 og 3.
§ 11. Valnevndin ger ein valevnislista við øllum teimum góðkendu valevnunum. Hesi verða sett upp í bókstavarøð uttan listafrámerki.
Atkvøðugreiðsla
§ 12. Við støði í valevnislistanum verða valevnini skipað í bókstavarøð á atkvøðuseðlinum. Valnevndin tekur støðu til, hvussu atkvøðuseðilin skal verða.
Stk. 2. Valnevndin útvegar atkvøðuseðlar. Atkvøðuseðlarnir skulu vera tøkir í valhølinum, tá ið valið byrjar.
§ 13. Valið fer fram í einum ella fleiri hølum, sum valnevndin hevur ávíst, har atkvøðurúm eru í neyðugum tali, og har møguligt er at koma til í koyristóli. Atkvøðurúmini skulu vera soleiðis háttað, at persónur kann standa upprættur inni, og soleiðis at eingin annar hevur møguleika fyri at síggja, hvussu viðkomandi hevur atkvøtt. Tey skulu vera nóg ljós, so at lættliga sæst at lesa. Harumframt skulu blýantur og føst pláta sum skriviundirlag vera í hvørjum atkvøðurúmi.
Stk. 2. Á valstøðunum skulu vera yvirlit yvir valevnini. Somuleiðis skal vera uppsligin ein vegleiðing fyri veljararnar, sum skal innihalda tær greinir í hesi kunngerð, sum mestan týdning hava fyri sjálvt valið.
Stk. 3. Valnevndin útvegar ein ella fleiri atkvøðukassar, ið skulu vera soleiðis háttaðir, at eingin atkvøðuseðil kann verða tikin uppúr, uttan at kassin verður latin upp.
§ 14. Veljarar, sum ynskja at atkvøða, eiga at møta upp á valstaðnum. Valnevndin kann krevja samleikaprógv, áðrenn veljarin fær atkvøðuseðilin. Tá ið veljarin hevur fingið atkvøðuseðilin, verður navnið strikað á vallistanum, og viðkomandi undirskrivar váttan um foreldramyndugleika.
Stk. 2. Valt verður á tann hátt, at veljarin setur ein kross fyri einum valevni.
Stk. 3. Atkvøðugreiðslan er loynilig. Valhølið skal vera opið í minsta lagi 6 tímar. Ein partur av tíðini skal verða uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Valhølini eiga ikki at verða afturlatin, tá ið veljarar eru á veg inn í hølini.
Stk. 4. Fer valið fram í somu hølum sum kommunuvalið, skal møguleiki verða at greiða atkvøðu innan somu tíðarkarmar sum á kommunuvalinum.
§ 15. Valnevndin kann heita á starvsfólk kommununnar og skúlans um at vera hjálparfólk undir valinum.
§ 16. Veljarar, sum ikki kunnu møta á valdegnum, kunnu við at venda sær til formannin í valnevndini atkvøða við brævatkvøðu í seinasta lagi kl. 18 dagin fyri valdagin.
Stk. 2. Tá ið atkvøtt verður sbrt. stk. 1, fær veljarin ein atkvøðuseðil og ein brævbjálva at leggja atkvøðuseðilin í. Um teir vanligu atkvøðuseðlarnir ikki eru gjørdir, fær veljarin ein valseðil at skriva navnið á valevninum á.
Stk. 3. Formaðurin í valnevndini saman við einum starvsfólki í skúlanum skrásetur og dagfestir valið á vallistan.
Stk. 4. Atkvøðuseðilin verður varðveittur í brævbjálvanum, til valið er liðugt, og atkvøðuseðilin verður síðan taldur við, tá ið uppteljingin fer fram.
Uppteljing
§ 17. So skjótt sum atkvøðugreiðslan er av, verður talt upp. Uppteljingin er almenn.
§ 18. Sessirnir verða lutaðir millum valevnini eftir persónliga atkvøðutalinum.
§ 19. Valevnini verða vald í mun til, hvussu nógvar persónligar atkvøður tey fáa. Um tvey valevni hava fingið eins nógvar atkvøður, verður lutakast um sessin.
§ 20. Tey valevni, sum ikki verða vald, eru tiltaksumboð. Persónligu atkvøðutølini avgera í hvørji røð, tiltakslimirnir eru valdir.
§ 21. Valnevndin boðar nývaldu foreldraumboðunum og tiltaksumboðunum frá valinum, og samstundis verður valúrslitið sent kommunustýrinum, sum almannakunnger valúrslitið.
§ 22. Kommunustýrið ber útreiðslurnar, sum standast av valinum, íroknað samsýning til formannin í valnevndini.
Starvstøka hjá foreldraumboðum
§ 23. Í seinasta lagi eina viku eftir, at skúlastýrið er mannað, kallar skúlaleiðarin inn til skipandi fund, har formaður og næstformaður verða valdir.
§ 24. Nýggju skúlastýrini taka við 1. januar eftir valið.
Broytingar í valskeiðnum
§ 25. Um ein nýggjur skúli verður skipaður í valskeiðnum, skulu foreldraumboð verða vald so skjótt sum til ber.
Stk. 2. Tá ið skúlar verða lagdir saman í valskeiðnum, kann kommunustýrið gera av, at foreldraumboðini frá skúlunum arbeiða saman, til nýval hevur verið.
§ 26. Kommunustýrið kann eftir áheitan gera av, at foreldraumboð av persónligum ávum sleppa undan at vera foreldraumboð í skúlastýrinum.
At velja kommunustýrisumboð í felagsskúlastýri
§ 27. Um tvær kommunur eru felags um ein skúla, velja tær hvør sítt umboð í skúlastýrið.
§ 28. Um so er, at fleiri enn tvær kommunur eru felags um ein skúla, gera kommunurnar í felag eina skiftisskipan um umboðanina í skúlastýrinum.
Stk. 2. Um so er, at kommunurnar ikki kunnu semjast um eina skiftisskipan, tekur landsstýrismaðurin avgerð í málinum.
Kærur o.a.
§ 29. Landsstýrismaðurin tekur avgerð í øllum ivamálum viðvíkjandi skúlastýrum og virksemi teirra, sbrt. § 51, stk. 2 í lógini.
§ 30. Kærur um valið av foreldraumboðum til skúlastýrið skulu skrivliga latast landsstýrismanninum í seinasta lagi 8 dagar eftir valið. Landsstýrismaðurin tekur, eftir at hava sent kæruna til ummælis hjá valnevndini, endaliga avgerð í málinum.
§ 31. Landsstýrismaðurin kann, tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, geva valnevndini loyvi til at víkja frá tíðarásetingunum í hesi kunngerð.
Skiftisreglur og Gildiskoma
§ 32. Foreldraumboðini í verandi skúlastýrum halda fram í skúlastýrinum til 31. desember 2008.
§ 33. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 41 frá 30. mars 2001.
Mentamálaráðið, 6. oktober 2008
Helena Dam á Neystabø ( sign.)
landsstýriskvinna
/ Olaus Jespersen (sign)