Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. august 2010Nr. 86
Kunngerð um orkulán frá Húsalánsgrunninum
Við heimild í § 5, stk. 3 í løgtingslóg nr. 62 frá 31. mai 2010 um Húsalánsgrunn verður fyrisett:
§ 1. Húsalánsgrunnurin kann veita sethúsa- og íbúðaeigarum orkulán til at:
1) bjálva, skifta út vindeygu, klædning, tak og gera aðrar størri og smærri umbyggingar og endurnýggingar, soleiðis at orkunýtslan minkar,
2) skifta út, umvæla og gera aðrar ábøtur á hitaskipanina, soleiðis at orkunýtslan minkar,
3) skifta út, umvæla og gera aðrar ábøtur á el-tól og el-skipanina, soleiðis at orkunýtslan minkar og
4) leggja um til alternativar orkuskipanir.
§ 2. Umsókn um lán skal vera skrivlig og við umsóknini skulu fylgja:
1) tekning fyri ætlaðu broytingin,
2) kostnaðarætlan fyri verkætlanina,
3) tilfar at meta um verkætlanin hjá lántakaranum er orkusparandi,
4) inntøku, fíggjar- og ognarviðurskifti umsøkjarans,
5) onnur skjøl, sum grunnurin heldur vera neyðug
Stk. 2. Umsøkjarin ber kostnaðin fyri meting og aðrar útreiðslur í sambandi við lánsveiting.
§ 3. Húsalánsgrunnurin tekur avgerð um lániumsóknina við støði í eini meting um afturgjaldsevni og ætlaðu orkusparandi tiltøkini hjá umsøkjaranum.
§ 4. Lánini verða veitt við veð í tí ognini, sum lánið verður veitt til.
Stk. 2. Øll lán skulu veðsetast innan fyri 80% av metingarvirðinum við tinglýstum veðbrævi, ognarbrævi, skaðaloysisbrævi. o.l. í somu fastogn ella við aðrari samsvarandi trygd.
§. 5. Stýrið fyri Húsalánsgrunnin ásetir mestu upphædd á lánum, sum grunnurin veitir.
§ 6. Stýrið fyri Húsalánsgrunnin ásetir útlánsrentu og kostnaðin fyri lán hjá grunninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna rentuásetingina.
§ 7. Afturgjaldstíðin fyri lánini kann vera upp í 30 ár.
Stk. 2. Møguleiki er fyri gjaldsskáa í eitt tíðarskeið, sum stýrið ásetir.
Stk. 3. Renta verður roknað 4 ferðir árliga. Lánsgjøldini falla til gjaldingar mánaðarliga ella eftir avtalu.
§ 8. Tá ið skuldari hjá einum av teimum í løgtingslóg um Húsalánsgrunn o.a. nevndu grunnum/skipanum søkja um endaliga uppgerð sambært § 6 í løgtingslóg nr. 62, frá 31. mai 2010, skal umsøkjarin við umsóknini lata dagførda ognaruppgerð og sjálvuppgávu/útskrift og tey skjøl/upplýsingar, sum Húsalánsgrunnurin krevur.
Stk. 2. Endalig uppgerð við skuldaran kann gerast um skuldarin ikki hevur ogn at gera fulnað í, og tá inntøkur og væntaðar inntøkur skuldarans ikki vera mettar at megna at afturrinda skuldina.
§ 9. Stýrið avgerð, hvørjar bústaðareindir eru at meta sum sethús og íbúð sambært lógini um Húsalánsgrunn.
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 10. august 2010
Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)