Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. juni 2009Nr. 86
Kunngerð um gjøld fyri útflýggjan av upplýsingum og skjølum frá Skráseting Føroya
Við heimild í § 154, stk. 7 í fyriskipan nr. 1356 frá 9. desember 2007 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um partafeløg og § 69 stk. 6 í fyriskipan nr. 1111 frá 20. september 2007 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um smápartafeløg, hevur landsstýrið fyrisett:
Kapittul 1
Almennar reglur
§ 1. Upplýsingar um virkir, skrásett hjá Skráseting Føroya, kunnu bíleggjast skrivliga. Ásetta gjaldið skal sendast við hesum skrivi.
Stk. 2. Sama er galdandi fyri serstakar váttanir v.m. viðvíkjandi virkjum og persónum.
Kapittul 2
Gjøld fyri veitingar
§ 2. Fyri váttað avrit av niðanfyri nevndu skjølum er gjaldið:
| 1) Útskrift fyri hvørt virkið sær | 450 kr. |
| 2) Samandráttur. | 300 kr. |
| 3) Tekningarútskrift. | 100 kr. |
| 4) Stovningarsamtykt.. | 200 kr. |
| 5) Viðtøkur | 200 kr. |
| 6) Samanleggingarætlanir. | 125 kr. |
| 7) Roknskapir. | 200 kr. |
| 8) Fráboðanir. | 125 kr. |
| 9) Onnur skjøl, 10. kr. fyri hvørja síðu, tó í minsta lagi . | 125. kr. |
Stk. 2. Fyri serstakar váttanir v.m. og fyri allar ella ávísar edv-grundaðar upplýsingar fyri fleiri virkir ella persónar verður goldið eftir rokning.
Stk. 3. Við bílegging av øllum óváttaðum roknskapum í einum roknskaparári verður goldið 80 kr. fyri hvønn.
Kapittul 3
Ígildissetanarreglur
§ 3. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 34 frá 24. mars 1998 um gjøld fyri útflýgging av upplýsingum og skjølum frá Skráseting Føroya.
Vinnumálaráðið 11. juni 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Maria Róin (sign.)