Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. august 2024Nr. 86
Kunngerð um umsiting av PKU-kortskránni
Við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 um Heilsustýrið verður ásett:
§ 1. Heilsustýrið skipar, umsitur og mennir PKU-kortskránna.
§ 2. Ein PKU-roynd, ella eina hælroynd, er ein kanning, sum verður bjóðað øllum nýføðingum, fyri at kanna, um nýføðingurin hevur nakrar ávísar sjúkur, eitt nú Følling sjúkuna.
Stk. 2. PKU-royndirnar verða goymdar í PKU-kortskránni hjá Heilsustýrinum.
§ 3. Landsstýrisfólkið velur eina nevnd, sum skal taka avgerð um, hvørt ein granskingarverkætlan kann fáa loyvi at granska í PKU-kortskránni.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið velur fýra limir í nevndina. Tvey umboð verða vald fyri Heilsustýrið, undir hesum stjórin í Heilsustýrinum; ein kliniskur varastjóri innan Sjúkrahúsverkið og eitt umboð fyri Heilsugranskingareindina innan Sjúkrahúsverkið við granskingarkunnleika og granskingarroyndum.
Stk. 3. Stjórin í Heilsustýrinum er forfólk í nevndini.
Stk. 4. Limirnir í nevndini verða valdir sambært § 8 í javnstøðulógini.
Stk. 5. Nevndin verður tilnevnd fjórða hvørt ár. Limirnir í nevndini verða sitandi, til nýggir limir eru tilnevndir.
§ 4. Umsóknir um loyvi til gransking í PKU-kortskránni verða sendar til Heilsustýrið.
Stk. 2. Áðrenn loyvi verður givið til gransking í PKU-kortskránni, skal Vísindasiðseminevndin hava góðkent granskingarverkætlanina.
§ 5. Fyri at fáa atgongd til gransking í PKU-kortskránni, skal ein granskingarverkætlan verða mett at hava munandi samfelagsligum týdning, umframt at koma við einum týðandi íkasti til føroyska heilsugransking, sum kann koma føroyska fólkinum til gagns. PKU-kortini skulu harumframt vera mett at vera neyðug fyri at kunna uppfylla endamálið við verkætlanini.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 13. august 2024
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)