Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. juni 2011Nr. 86
Kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal hjá fiskiførum í bólki 5
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 5 og 9, § 29, stk. 1 og 4 og § 31, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 18. august 2010, verður ásett:
Virkisøki v.m.
§ 1. Henda kunngerð fevnir um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal hjá fiskiførum í bólki 5, sbrt. § 28, stk. 1 og § 29, stk. 1 í lógini.
§ 2. Eigari av fiskifari í høvuðsbólki 5, ið er skrásett í Føroyum fyri 1. januar 1995, og sum ikki er ræðisavmarkað ella hevur aðra avmarking til at reka vinnuligan fiskiskap, kann eftir umsókn fáa útskrivað fiskiloyvi eftir ásetingunum í hesi kunngerð.
Stk. 2. Eigari av fiskifari í høvuðsbólki 5, sum í tíðarskeiðinum frá 1. januar 1995 til 31. august 2002 hevur fingið útskrivað fiskiloyvi, kann eftir umsókn fáa útskrivað fiskiloyvi eftir ásetingunum í hesi kunngerð, um fiskifarið ikki er ræðisavmarkað ella hevur aðra avmarking til at reka vinnuligan fiskiskap.
Fiskiloyvi 5A
§ 3. Fiskiloyvi 5A kann, eftir umsókn, eina ferð um árið, verða útskrivað eigara av fullriknum fiskifari í høvuðsbólki 5, um eigarin lýkur treytirnar í § 2 í hesi kunngerð, og um fiskifarið, álmanakkaárið fyri, hevur avreitt fyri minst kr. 400.000,-, tó undantikið virði av sild, makreli, brislingi, høgguslokki og gággu.
Fiskiloyvi 5B
§ 4. Fiskiloyvi 5B kann, eftir umsókn, eina ferð um árið, verða útskrivað eigara av fiskifari í høvuðsbólki 5, um treytirnar í § 2 eru loknar, og treytin í § 3 ikki er lokin.
Fiskidagatal
§ 5. Fiskidagatalið, ásett sbrt. § 29, stk. 1 í lógini, verður at nýta fyri eitt hálvt fiskiár í senn fyri tíðarskeiðini 1. september til 29. februar og 1. mars til 31. august, eftir avgerð landsstýrismansins, sum verður tikin við støði í
1) samlaða fiskidagatalinum hjá bólki 5, sbrt. § 29, stk. 1 í lógini,
2) tal av fiskiførum, ið lúka treytirnar at fáa útskrivað ávikavist fiskiloyvi 5A og fiskiloyvi 5B, sbrt. §§ 3 og 4 í hesi kunngerð, og
3) 110 fiskidøgum fyri hvørt fiskifar, sum lýkur treytirnar at fáa fiskiloyvi 5A, sbrt. § 3 í hesi kunngerð, tó so, at í mesta lagi 60 % av fiskidagatalinum sbrt. pkt. 1 verður tillutað í fiskiloyvini 5A undir einum.
Stk. 2. Rættindi til fiskidagar, sbrt. stk. 1 í hesi grein, verða tillutað sum felags fiskidagar í fiskiloyvini 5A og 5B.
Stk. 3. Í mesta lagi helvtin av samlaða tillutaða fiskidagatalinum fyri fiskiárið kann nýtast fyrra hálvár.
Stk. 4. Ikki nýttir fiskidagar frá fyrra hálvári verða fluttir yvir á seinna hálvár.
Gildiskoma
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2011. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 105 frá 14. september 2005 um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal til útróðrarbátar undir 15 tons.
Fiskimálaráðið, 14. juni 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)