14. juni 2019Nr. 86
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2019
(Loyvi at flyta ávísar kvotur millum ár í 2018-2019 og 2019-2020)
§ 1
Í kunngerð nr. 73 frá 16. mai 2019 um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2019 verður § 12, stk. 1 orðað soleiðis:
“Rættindahavari, sum í 2018 hevur keypt norðhavssild á uppboði at fiska í 2018, kann, sambært 39, stk. 4 í løgtingslógini, flyta ta nøgd av hesi kvotu, sum ikki er fiskað í 2018, at verða fiskað í 2019. Somuleiðis kann rættindahavari, sum í 2019 hevur keypt norðhavssild á uppboði at fiska í 2019, flyta upp til 10% av keyptu kvotuni fyri 2019 at verða fiskað í 2020.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 14. juni 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)