Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mai 2001Nr. 86
Kunngerð um sáttmálanevnd, sum broytt við kunngerð nr. 118 frá 24. august 2001
Við heimild í § 41, stk. 2, í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, við seinni broyting, verður ásett:
§ 1. Landsstýrismaðurin setir sáttmálanevndir at viðgera ósemjur millum lærling og lærupláss, sbrt. § 41, stk. 1, í lógini.
§ 2.1) Í høvrja sáttmálanevnd verða valdir 3 limir og ein varalimur fyri formannin.
Stk. 2.1) Landsstýrismaðurin velur formannin, sum er fastur limur í øllum sáttmálanevndunum. Formaðurin skal vera løgfrøðingur, og verður valdur fyri eitt 4 ára skeið. Á sama hátt velur landsstýrismaðurin varalimin fyri formannin.
Stk. 3. Avvarðandi yrkisfeløg, smb. § 10, stk. 4, velja hvønn sín lim, sbrt. § 41, stk. 1, í lógini, og hesi skulu vera vald í seinasta lagi 4 vikur eftir, at kæra er latin formanninum.
§ 3. Sáttmálanevndin virkar sambært galdandi reglum í fyrisitingarlógini.
§ 4. Kæran skal vera skrivlig.
Stk. 2. Í kæruskrivinum skal verða greitt frá:
1. Hvørjir partar eru í málinum,
2. hvat ósemjan snýr seg um,
3. grundgevingum, ið stuðla tí kærandi,
4. á hvønn hátt tann kærandi heldur, ósemjan kann loysast og
5. navn og bústaði hjá fólki, sum kunnu stuðla tí kærandi
Stk. 3. Saman við kæruskrivinum skulu latast avrit av lærusáttmála og øðrum skjølum, sum kunnu hava týdning í málinum.
§ 5. Sáttmálanevndin sendur innan eina viku kæruskrivið og onnur skjøl í innskrivaðum brævi til tann, sum kært er um.
§ 6. Tann, sum kært er um, kann innan 14 dagar eftir at hava fingið fráboðan um kæruna í skrivi gera viðmerkingar til kæruna.
Stk. 2. Í svarskrivinum skal verða greitt frá:
1. Hvørja støðu tann, sum kært er um, hevur til ósemjuna,
2. á hvønn hátt tann, sum kært er um, heldur málið kann avgreiðast,
3. grundgevingum, ið stuðla tí, sum kært er um, og
4. navn og bústaði hjá fólki, sum kunnu stuðla tí, sum kært er um.
Stk. 3. Saman við skrivinum skulu latast skjøl, sum hava týdning í málinum.
§ 7. Um tann, sum kært er um, ikki svarar aftur innan ásettu freistina sbrt. § 5, eigur nevndin at avgreiða málið við grundarlagi í teimum skjølum og samráðingum, sum nevndin metir hava týdning í málinum.
§ 8. Tá nevndin hevur fingið svarskriv o.a. frá tí, sum kært er um, verða avrit send til tann, sum kærir.
§ 9. Partar og møgulig vitni verða avhoyrd, áðrenn málið verður avgreitt.
Stk. 2. Formaðurin avhoyrir partar og vitni.
§ 10. Um partar ella vitni ikki møta til ásettu avhoyringarnar sbrt. § 8, verður málið avgjørt við grundarlagi í teimum skjølum og avhoyringum, sum eru til taks.
§ 11. Um semja ikki fæst millum partarnar ger nevndin úrskurð sbrt. § 42, stk. 1 og 2 í lógini.
Stk. 2. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.
§ 12. Útreiðslur til høli, skrivstovuhald og ferðing verða goldnar av landskassanum.
§ 13. Ferða- og fundarpeningur til lærlingar verður eftir avgerð formansins goldin av landskassanum eftir ásetingum, sum eru galdandi fyri tænastumenn landsins.
Stk. 2. Tey, sum geva frágreiðing til nevndina sbrt. § 9, fáa ferða- og fundarpening eftir somu reglum, sum vitni fáa eftir rættargangslógini.
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálastýrið, 15. mai 2001
Torbjørn Jacobsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)