Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 07-09-2006
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2006 A - Hefti 19 A frá 8. september 2006
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

4. september 2006Nr. 87

Kunngerð um heimildir og skyldur hjá eftirlitsverjum

Við heimild í § 16, stk. 4 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 134 frá 9. desember 2005, verður ásett:

Kapittul 1

Eftirlitsverjumál

§ 1. Barnaverndarnevndin tilnevnir eftirlitsverjar.

Stk. 2. Tann persónur, ið verður tilnevndur eftirlitsverji, skal so vítt gjørligt hava serligar fyritreytir fyri at kunna útinna tílíkt starv. Hvørjar fyritreytir, ið dentur eigur at verða lagdur á í tí einstaka førinum, er tengt at teimum umstøðum, sum hava havt við sær tilnevningina, harafturat aldur og kyn barnsins og teir trupulleikar, ið roknast má við, at eftirlitsverjin skal hjálpa familjuni við.

Stk. 3. Uppgávan hjá eftirlitsverjanum er ikki bert at hjálpa við teimum trupulleikum, ið hava elvt til barnaverndarmálið. Eftirlitsverjin skal eisini arbeiða við upprunanum til trupulleikarnar, og hjálpa familjuni ella tí unga at finna eina varandi loysn.

§ 2. Eftirlitsverjumál fyri pinkubørn og smábørn eru vanliga grundað á vantandi ansing og røkt, ella orsakað av bústaðar-umstøðunum hjá familjuni, og eigur sostatt serliga at vera háttað sum ein familju-leiðbeining.

Stk. 2. Familjan kann ikki vísa eftirlitsverja frá sær, og hesin hevur krav uppá at síggja barnið í heiminum og at kunna seg um viðurskiftini, sum tað býr undir.

§ 3. Eftirlitsverjumál fyri skúlabørn kunnu ofta vera grundað á trupulleikar í atburði barnsins, ið kanska ikki í sjálvum sær eru so álvarsligir, men sum kunnu vera tekin um eina óhepna gongd. Við eftirlitsverjumáli og aðrari hjálp skal barnaverndarnevndin í hesum førum, útyvir at arbeiða við møguligum breki í familjuviðurskiftum barnsins, eisini vera varug við tann avgerandi týdning, sum tilknýti barnsins til skúla hevur.

Stk. 2. Eftirlitsverjumálið skal fremjast í neyvum samstarvi við skúlan, serstakliga við beinleiðis stuðli, ið kann forða fyri skulking og líknandi óregluskili í skúlagongdini, og skal royna at fremja ein positivan hugburð hjá barninum og familjuni mótvegis skúlanum.

§ 4. Eftirlitsverjumál fyri ung byrja ofta við ákærufrágangi ella einum treytaðum dómi fyri lógarbrot. Eftirlitsverjumál eiga í hesum førum at byrja skjótast gjørligt í málsgongdini.

Stk. 2. Serstakliga tá ið tað er fyrstu ferð, at tann ungi er í sambandi við rættarverjandi mynduleikar, er tað av týdningi, at revsimálið verður uppfylt av eini munagóðari kanning av stuðulstørvinum hjá tí unga.

Stk. 3. Eftirlitsverjin skal hjálpa familjuni og tí unga at forða eini endurtøku ella øðrum, ið stavar frá vantandi evnum at laga seg eftir umstøðunum. Somuleiðis eigur verjin, í samstarvi við foreldur ella onnur avvarðandi, skúla ella arbeiðspláss, við leiðbeining og ítøkiligum stuðli at hjálpa tí unga at tillaga seg í samfelagnum. Serstakliga skal tann ungi stuðlast við atliti til útbúgving ella arbeiði og eisini at finna hóskandi frítíðarítriv.

Kapittul 2

Eftirlitsverjar hjá børnum

§ 5. Tað áliggur eftirlitsverjanum at hava eftirlit við støðuni í heimi ella fosturheimi hjá barni, sum hann er tilnevndur at hava eftirlit við, og við útinnan av hesum eftirliti at fylgja vanligu ásetingunum í hesi fyriskipan, og teimum serligu fyriskipanum, sum barnaverndarnevndin gevur honum í sambandi við tilnevnda yrkið.

§ 6. Eftirlitsverjin hevur, við at vísa skriftligu tilnevning sína, rætt at fáa atgongd til heimið hjá barninum, herundir fosturheimið.

Stk. 2. Undir útinnan av yrki sínum er tað skylda eftirlitsverjans at bera seg hóvliga at og við umhugsni.

Stk. 3. Eftirlitsverjin eigur í vitjanum sínum at royna at vinna semju í yrki sínum, tá ið heimið vísir mótvilja mótvegis eftirlitinum.

Stk. 4. Eftirlitsverjin eigur altíð at siga, hvør hann er, og eigur serliga á fyrstu vitjan síni at gera sítt besta fyri at fáa heimið at skilja endamálið við eftirlitinum.

Stk. 5. Um so er, at foreldur seta seg ímóti eftirlitinum, og tað ikki við skynsemi og fastleika eydnast eftirlitsverjanum at fáa framt atgongd til heimið, eigur hann at venda sær til barnaverndarnevndina, sum um neyðugt kann krevja hjálp frá løgregluni til tess at fáa eftirlitið framt.

§ 7. Eftirlitsverjin skal javnan hava umsjón við heiminum, og vitjanirnar eiga aloftast ikki at verða fráboðaðar frammanundan.

Stk. 2. Talið á vitjanum eigur at vera tengt at teimum viðurskiftum, ið hava elvt til, at málið er reist, aldur barnsins, viðurskiftini í heiminum og líknandi. Viðvíkjandi eftirliti av barni yngri enn 2 ár, eigur vitjanin vanliga at fara fram 1 ella 2 ferðir um mánaðin. Vitjanirnar eiga ikki at liggja so regluliga, at tíðarskeiðið fyri vitjanunum kann roknast frammanundan.

Stk. 3. Umframt tær regluligu vitjanirnar, eigur eftirlitið at fremjast so ofta, sum viðurskiftini gera tað neyðugt. Sum slík viðurskifti kunnu nevnast:

1)   Sjúka í heiminum.

2)   Flyting av heiminum.

3)   Týdningarmikil broyting av fíggjarligu viðurskiftunum í heiminum.

4)   Føri, har verjin kennir seg ótryggan í meting síni av viðurskiftunum.

5)   Tá atburðurin hjá barninum ella viðurskiftini í heiminum volda trupulleikar, serliga um viðurskiftini hava endurtikið seg, sum upprunaliga elvdu til málið.

6)   Tá eftirlitsverjin ella barnaverndar-nevndin hevur givið boð, hvørs útinnan eigur at kannast, sbr. § 8.

7)   Tá barnið skal skifta arbeiði ella fer úr forsorgini.

§ 8. Tað áliggur eftirlitsverjanum at hjálpa við ráðum og vegleiðing viðvíkjandi umsorgan og uppaling av barninum og síggja til, at uppalararnir gera sína skyldu mótvegis barninum.

Stk. 2. Eftirlitsverjin eigur serliga at ansa eftir heilsustøðu barnsins, herundir at kosturin er rættur og regluligur, klæði, svøvnpláss og siðalagnum í heiminum sum heild. Eisini eigur eftitlitsverjin at ansa eftir frítíðarítrivum barnsins, hvønn barnið søkir sær samlag við og fíggjarviðurskiftunum í heiminum.

Stk. 3. Eftirlitsverjin eigur eisini at geva systkjum og øðrum børnum í heiminum gætur. Um tørvur er á at víðka eftirlitið til eitt ella fleiri av hesum børnum, skal eftirlitsverjin geva barnaverndarnevndini tilmæli um hetta.

§ 9. Um so er, at eftirlitið fevnir um pinkubarn, eigur eftirlitsverjin at gera seg kunnugan við vegleiðingarnar hjá danska heilsustýrinum um føði og røkt, og um neyðugt at syrgja fyri, at henda verður útflýggjað til tann, ið hevur umsorgan við pinkubarninum.

Stk. 2. Serliga eigur at verða ansað eftir, at pinkubarnið fær nóg nógva hvíld og svøvn, at barnið regluliga verður vaskað og fær mat, at kosturin er tann rætti, at barnið verður stimbrað á rættan hátt og barninum verður víst umsorgan og kærleika. Eisini eigur eftirlitsverjin at ansa eftir reinførinum rundan um barnið, at luftin í kamarinum, har barnið býr, er frísk og rein, og at barnið so vítt gjørligt dagliga kemur út í fríska luft. Er møguligt hjá móðurini at geva barninum bróst, eigur móðirin at verða eggjað til hetta. Um eftirgjørdan mat til pinkubørn, verður víst til omanfyri nevndu vegleiðing hjá danska heilsustýrinum.

Stk. 3. Um so er, at heimið verður vitjað av einum heilsufrøðingi, eigur eftirlitið at verða útinnt í neyvum samstarvi við heilsufrøðingin.

§ 10. Hjá undirvísingarskyldugum børnum eigur eftirlitsverjin vanliga at seta seg í samband við skúlan.

§ 11. Eftirlitsverjin eigur, um so er, at tørvur er á at heinta upplýsingar hjá grannum ella øðrum, altíð at sýna størsta varsemi og í ivamálum fyrst útvega sær heimild frá barnaverndarnevndini.

§ 12. Eftirlitsverjin skal, sambært § 16, stk. 2 í barnaverndarlógini, so ofta høvi býðst og í minsta lagi 2 ferðir árliga, senda avvarðandi barnaverndarnevnd frágreiðing um viðurskiftini hjá barninum.

Stk. 2. Serligar frágreiðingar eiga at verða latnar, um so er, at barnið mennist óhepnan veg, at atferð tess voldir serligar trupulleikar, setanin vísir seg at verða óheppin, ella tá tað í heiminum hjá barninum fara fram hendingar, sum kunnu hava avgerandi ávirkan á viðurskiftini hjá barninum. Slík viðurskifti kunnu eitt nú vera, at fíggjarviðurskiftini í heiminum skerjast, at foreldrini flyta bústað, at svárar sjúkur raka uppalaran ella barnið sjálvt gerst álvarsliga sjúkt, ella gruni er um, at barnið hevur tørv á serforsorg, eitt nú tí tað er evnaveikt ella er rakt av blind- ella deyvleika.

Stk. 3. Um barnið gerst sjúkt, eigur eftirlitsverjin at síggja til, at tað skjótast gjørligt kemur undir lækna- ella tannlækna-viðgerð. Verða ráð eftirlitsverjans á hesum øki ikki fylgd, og verður tað mett óforsvarligt, at barnið ikki fær viðgerð, skal eftirlitsverjin við tað sama fráboða barnaverndarnevndini.

§ 13. Metir eftirlitsverjin, at viðurskiftini hjá barninum ella viðurskiftini í heiminum geva orsøk til broytingar í virkandi fyriskipanum, ella at tørvur er á fleiri fyriskipanum, eitt nú at víðka eftirlitið til at fevna um onnur børn, skal eftirlitsverjin beinanvegin gera tilmæli um hetta til barnaverndarnevndina.

Stk. 2. Í førum har eftirlitsverjin metir tað rættast, at eftirlitið sambært § 16 í barnaverndarlógini verður longt út um barnsins 18. ár, eigur hann at senda barnaverndarnevndini eitt nærri grundað tilmæli um leingjan av eftirlitinum. Í tilmælinum skal tilskilast, hvussu langa tíð eftirlitið eigur at verða longt. Tilmælið skal sendast barnaverndarnevndini uml. tveir mánaðir innan 18 ára føðingardagin hjá barninum, ella tann dag, eftirlitið longu er framlongt til.

Kapittul 3

Eftirlitsverjar hjá børnum sum eru sett heiman og sett í fosturheim

§ 14. Tað áliggur eftirlitsverjanum hjá børnum, ið eru tikin heiman, at røkja tørvin hjá barninum í viðurskiftum við fosturforeldur.

Stk. 2. Reglurnar í §§ 2-11 eru eisini galdandi fyri eftirlitsmál, har barnið er sett heiman.

§ 15. Eftirlitsverjin eigur at geva fosturheimi nærri boð um viðurskifti barnins, tá tað verður mett alneyðugt fyri tørv barnsins.

Stk. 2. Eftirlitsverjin kann einans lata upplýsingar, neyðugar til tess at fosturheimið kann veita framhaldandi hjálp og uppaling, og til tess at barnið ella tann ungi kann hjálpast við ávísum veikleikum.

§ 16. Barnaverndarnevndin skal geva loyvi til, at barn, ið er sett heiman, kann vitja heim.

Stk. 2. Hevur barnaverndarnevndin ikki givið loyvi til, at barnið kann vitja heim sítt, kunnu ferðaútreiðslur frá slíkum vitjanum einans í undantaksførum verða goldnar av tí almenna.

§ 17. Er eftirlit við barni, sum er sett heiman, áðrenn tað er fylt 14 ár, áliggur tað eftirlitsverjanum, í minsta lagi eitt fjórðingsár áðrenn undirvísingarskyldan heldur uppat, at fara undir samráðingar við fosturforeldrini hjá barninum um, hvar barnið framyvir skal vera. Tað eigur at verða tosað við barnið um møguligu broytingina.

Kapittul 4

Eftirlitsverjar hjá børnum sum eru sett í læru, tænastu o.l.

§ 18. Tað áliggur eftirlitsverjum hjá børnum at røkja tørvin hjá barninum í viðurskiftum við lærumeistara ella onnur.

Stk. 2. Reglurnar í §§ 2–11 og § 13 eru eisini galdandi fyri eftirlitsmál, har barnið er sett í læru, tænastu o. l.

§ 19. Er barnið sett í læru ella tænastu, skal eftirlitsverjin føra eftirlit við, at lønin verður nýtt á ein ráðiligan hátt. Ein hóskandi upphædd av lønini kann nýtast til lummapening, meðan lønin annars serliga eigur at verða nýtt til rímiligar klæðnaútreiðslur.

Kapittul 5

Tá eftirlitið steðgar

§ 20. Tá eftirlitið er steðgað, skal eftirlitsverjin senda skriftligu tilnevning sína, og onnur møgulig skjøl í málinum, aftur til barnaverndarnevndina.

Kapittul 6

Gildiskoma

§ 21. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 50 frá 25. mars 1993 um barnaforsorg og kunngerð nr. 65 frá 1. apríl 1993 um fyriskipanir fyri eftirlitsverjar.

 

 

Almanna- og heilsumálaráðið, tann 4. september 2006

 

Hans Pauli Strøm, (sign.)

landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)