Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mai 2001Nr. 87
Kunngerð um kærunevnd í sambandi við góðkenning av virkjum sum lærupláss, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 24. august 2001
Við heimild í § 26, stk. 2, í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broyting, verður ásett:
§ 1. Landsstýrismaðurin setir kærunevndir at viðgera kærur um samtyktir hjá yrkisnevndunum í sambandi við góðkenning av virkjum sum lærupláss.
§ 2. 1) Í hvørja kærunevnd verða valdir 3 limir og ein varalimur fyri formannin.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin velur ein formann, sum er fastur limur í øllum kærunevndunum. Formaðurin skal vera løgfrøðingur og verða valdur fyri eitt 4 ára skeið. Á sama hátt tilnevnir landsstýrismaðurin varalimin fyri formannin.
Stk. 3. Í seinasta lagi 4 vikur eftir at kæra er móttikin, tilnevnir landsstýrismaðurin eftir tilmæli frá avvarðandi yrkisfelag, smb. § 10, stk. 4, í lógini, ein lim, sum umboðar arbeiðsgevaran og ein lim, sum umboðar løntakaran.
§ 3. Kærunevndin virkar sambært galdandi reglum í fyrisitingarlógini.
§ 4. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, kærarin fekk skrivliga fráboðan um samtykt yrkisnevndarinnar.
§ 5. Formaðurin boðar nevndarlimunum til fundar. Nevndin er viðtøkufør, tá allir limir eru møttir. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.
§ 6. Kærunevndin skal miða eftir at taka avgerð innan 4 vikur, eftir at allir tørvandi upplýsingar í málinum eru nevndini í hendi.
Stk. 2. Kærarin skal hava skrivlig boð um avgerðina innan 8 dagar eftir, at hon er tikin.
Stk. 3. Kærunevndin tekur endaliga umsitingarliga avgerð.
§ 7. Landskassin rindar útreiðslurnar av virkseminum.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.