Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. juni 2013Nr. 87
Kunngerð um førleikakrøv til sjófólk, sum handfara matvørur umborð á skipi
Við heimild í § 7, stk. 4, § 10, stk. 1 og § 24, stk. 3 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, verður ásett:
§ 1. Persónur, ið mynstrar í starvi á føroyskum handilsskipi, har viðkomandi skal handfara matvørur umborð og ikki hevur sjóvinnubræv sum skipskokkur, skal kunna skjalprógva førleikar innan:
1) Innaneftirlit, har serlig umsjón krevst og eftirlitismannagongdir, og
2) almenna smáverulívfrøði, herundir matvørubornum sjúkum, og
3) grundreglum um reinføri, herundir reingerð, persónligt reinføri, og handfaring og goymslu av matvørum.
Stk. 2. Førleikarnir kunnu fáast antin:
1) sum liður í útbúgving ella skeiði á í minsta lagi 18 tímars undirvísing, sum Mentamálaráðið hevur góðkent, ella
2) við upplæring umborð á skipi í minsta lagi í sjey dagar, har millum annað fjarundirvísing kann verða nýtt.
Stk. 3. Skeið sbrt. stk. 2 enda við einari roynd, sum skal vera staðin, og verður prógv tá givið út sum váttan um luttøku.
Stk. 4. Sjóvinnustýrið góðkennir skeið, ið eru tikið uttan fyri Føroyar, tá umsøkjarin hevur prógvað, at støðið og innihaldið á skeiðnum svarar til skeiðið sbrt. stk. 2, nr. 1.
Stk. 5. Upplæring, sum nevnd í stk. 2, nr. 2, skal fremjast av einum skikkaðum persóni, ið hevur tikið skeið sbrt. stk. 2, sum lýkur krøvini í § 1, stk. 1, og skal fevna um bæði praktikk og gjøgnumgongd av evnunum, ið nevnd eru í § 1, stk. 1, nr. 1-3. Tá ið upplæringin er endað skal skiparin vátta fyri, at praktikkin og gjøgnumgongdin av tí viðkomandi upplýsingartilfarinum hevur verið nøktandi.
§ 2. Skiparin hevur ábyrgdina av, at persónar, ið handfara matvørur umborð, hava skjalprógv fyri teir í § 1 nevndu førleikunum.
§ 3. Brot á § 2 verður revsað við bót.
Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Tá ið revsing verður áløgd sbrt. stk. 2, eru persónar, sum onnur enn reiðarin hava sett at útinna arbeiði umborð á skipinum, eisini at meta sum knýttir at reiðaranum. Er samsvarsskjal útflýggjað sambært koduni um tryggan skiparakstur ella loyvisbræv sambært sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki til eitt annað felag ella persón, eru skipsførarin og sjófólkini eisini at meta sum knýtt at honum, sum skjalið er útflýggjað til.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi tann 20. august 2013.
Stk. 2. Í seinasta lagi tann 20. august 2014 skulu allir persónar, sum handfara matvørur umborð á føroyskum handilsskipum og ikki hava sjóvinnubræv sum skipskokkur, lúka krøvini í § 1.
Vinnumálaráðið, 18. juni 2013
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)