20. juni 2011Nr. 87
Kunngerð um gjald sum Vanlukkutryggingarráðið kann taka fyri vegleiðandi ummæli
Við heimild í § 26, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða verður ásett:
§ 1. Fyri vegleiðandi ummæli sum Vanlukkutryggingarráðið gevur um persónsskaða, sum ikki er fevndur av arbeiðsskaðatryggingarlógini, verður goldið til Vanlukkutryggingarráðið kr. 2.000,00 fyri hvørt ummæli.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst.
Vinnumálaráðið, 20. juni 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)