Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. juni 2019Nr. 87
Kunngerð um broyting í kunngerð um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
(Løggilding av serkønum veitarum at gera eftirlit við gassskipanum í húsvognum o.ø.)
§ 1
Í kunngerð nr. 123 frá 22. august 2018 um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 31, stk. 1, § 39, § 49, stk. 6, § 54, nr. 6, § 56, § 57, stk. 1, § 62 b, nr. 7 og § 66 í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008 og løgtingslóg nr. 40 frá 13. mai 2013, og § 36, stk. 1 í løgtingslóg nr. 61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving verður ásett:”
2. Tvær staðni í § 1, stk. 2 og í § 5, stk. 2 verður “skjølunum 2-9” broytt til: “skjølunum 2-10”.
3. Í § 12 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Løggildingar sambært skjali 10 eru tó undantiknar ásetingini um gjald sbrt. stk. 1.”
4. Skjal 1 í kunngerð nr. 123 frá 22. august 2018 um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum verður orðað sum ásett í skjali 1.
5. Skjal 2 verður sett sum skjal 10 í kunngerð nr. 123 frá 22. august 2018 um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Samferðslumálaráðið, 20. juni 2019
Heðin Mortensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)
Skjal 1
“Skjal 1
Yvirlit yvir skjøl
Skjal 2
Løggildingarøki nr. 1: Løggilding at kanna og umvæla billyftarar.
Skjal 3
Løggildingarøki nr. 2: Løggilding at útinna 12 mánaðarkanningar og umvælingararbeiði av gaffiltrukkum.
Skjal 4
Løggildingarøki nr. 3: Løggilding at kanna og umvæla kranar í sambandi við 12 mánaðarkanningar.
Skjal 5
Løggildingarøki nr. 4: Løggilding at kanna og umvæla kranar í sambandi við 10 ára høvuðskanning.
Skjal 6
Løggildingarøki nr. 5: Løggilding at útinna 12 mánaðarkanningar og umvælingararbeiði av persónlyftarum.
Skjal 7
Løggildingarøki nr. 6: Løggilding sum serkønt virki til høvuðseftirlit av trygdarútgerð og kontrolútgerð.
Skjal 8
Løggildingarøki nr. 7: Løggilding sum serkønur kølimontørur og serkønt virki innan køliveiting.
Skjal 9
Løggildingarøki nr. 8: Løggilding sum serkønt virki innan eftirlit, uppseting og viðlíkahald av lyftum o.ø.
Skjal 10
Løggildingarøki nr. 9: Løggilding sum serkønt virki innan eftirlit við smærri gassskipanum til húsvognar o.a.”
Skjal 2
“Skjal 10
Løggildingarøki nr. 9: Løggilding sum serkønt virki innan eftirlit við smærri gassskipanum til húsvognar o.a.
Eftirlitini skulu í minsta lagi fara fram sambært viðkomandi vegleiðing frá framleiðaranum, umframt møguligum servegleiðingum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Løggildingartreytir
1) Virkið skal hava fólk atknýtt við neyðugari vitan, førleikum, útbúgving og royndum við eftirliti við smærri gassskipanum til húsvognar o.a.
2) Virkið skal skjalprógva innlit í bygningshátt og virkishátt á smærri gassskipanum til húsvognar o.a.
3) Virkið skal hava vitan um, hvørjar kanningar og royndir skulu gerast, og skal kunna staðfesta manglar við viðkomandi skipan.
4) Virkið skal ráða yvir neyðugari útgerð.”