20. september 2007Nr. 87
Kunngerð um friðing av hvali
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, verður ásett:
§ 1. Hvalir, sum Føroya Náttúrugripasavn hevur merkt við fylgisveinasendarum, eru friðaðir.
Stk. 2. Tá ein ella fleiri hvalir í einum bólki av grindahvalum ella øðrum hvalasløgum eru merktir, sum nevnt í stk. 1, er allur bólkurin friðaður.
Stk. 3. Tá grindaboð er, skulu sýslumenn og/ella grindaformenn seta seg í samband við Føroya Náttúrugripasavn til tess at fáa staðfest, um grindin er merkt, sum nevnt í stk. 1.
Stk. 4. Verður staðfest, at grind er merkt sambært stk. 1, skulu sýslumenn og/ella grindaformenn gera vart við, at forboð er fyri at drepa grindina og syrgja fyri, at grindaboðini ikki verða borin víðari.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 126 frá 23. juni 1997 um friðing av hvali.
Fiskimálaráðið, 20. september 2007
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)