28. juni 2018Nr. 87
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018
(Minni uppboðssølukvota og størri menningarkvota)
§ 1
Í kunngerð nr. 194 frá 29. desember 2017 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 28. mars 2018 og kunngerð nr. 34 frá 20. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 5, stk. 1, 1. pkt. verður “97.627 tons” broytt til: “89.169 tons”.
2. Í § 6, 1. pkt. verður “33.454 tons” broytt til: “41.912 tons”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 28. juni 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Jens Helgi Toftum (sign.)