Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 02-09-2016
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2016 A - Kunngerð 87 frá 29. august 2016
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

29. august 2016Nr. 87

Kunngerð um summartíð 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021

Við heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð verður ásett:

§ 1. Í árunum 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021 verður nýtt serstøk tíðarrokning um summartíð í hesum tíðarskeiðum:

1)   Í 2017 í tíðini millum 26. mars og 29. oktober.

2)   Í 2018 í tíðini millum 25. mars og 28. oktober.

3)   Í 2019 í tíðini millum 31. mars og 27. oktober.

4)   Í 2020 í tíðini millum 29. mars og 25. oktober.

5)   Í 2021 í tíðini millum 28. mars og 31. oktober.

§ 2. Summartíðin byrjar á fyrstnevnda degi í hvørjum av tíðarskeiðunum kl. 01.00, og verður klokkutíðin tá broytt og sett til kl. 02.00.

Stk. 2. Summartíðin endar á síðstnevnda degi í hvørjum av tíðarskeiðunum kl. 02.00, og verður klokkutíðin tá broytt til kl. 01.00.

Stk. 3. Tann farni tímin verður í tíðarrokning til­skilaður sum kl. 01.00 B og tann komandi tímin sum kl. 01.00 A.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Løgmansskrivstovan, 29. august 2016

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

/ Marjun Hanusardóttir (sign.)