Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. juni 2023Nr. 87
Kunngerð um prístalsjavning av lestrarstuðli í tíðarskeiðinum 1. august 2023 til 1. august 2024
Við heimild í § 19, stk. 2 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009, verður ásett:
§ 1. Prosentvísa broytingin í miðalprístalinum fyri undanfarna ár 2022 í mun til miðalprístalið fyri árið frammanundan 2021 er 7,7%.
§ 2. Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving, er kr. 4.960 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 2. Studningurin til teirra, ið lesa á miðnámi ella í fólkaskúla, er kr. 4.387 mánaðarliga, um tann lesandi er forsyrgjari ella kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, sbr. § 7, stk. 3 í løgtingslógini.
Stk. 3. Studningurin til teirra, ið ikki eru fevnd av § 7, stk. 2 ella 3 í løgtingslógini, og annars lúka treytirnar fyri at fáa lestrarstuðul, er kr. 2.113 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 4 í løgtingslógini.
§ 3. Lestrarlán sbrt. § 8 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.782 um mánaðin.
§ 4. Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 4.186.
§ 5. Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 2.925.
§ 6. Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.149 fyri hvørt barnið undir 18 ár.
Stk. 2. Studningurin til einsamallar uppihaldarar sbrt. § 12, stk. 4 í løgtinglógini er kr. 1.762 um mánaðin.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2023.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 30. juni 2023
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)