Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. november 1999Nr. 88
Kunngerð um broyting í kunngerð um brunaverju og brunatrygd
§ 1
Í kunngerð nr. 45 frá 9. mai 1992 um brunaverju og brunatrygd verða gjørdar hesar broytingar:
1) 1.2.-6, nr. 2, litra c, verður orðað soleiðis:
“Tangar, kranar, flutningsbrýr, pallar, áskoðarapallar, skýli og aðrar konstruktiónir, í tann mun tað er náttúrligt, tá ið hugsað verður um almennan tryggleika, skil, heilsu ella onnur viðurskifti, sum kunngerðin er ætlað at røkja.”
2) 5.1.-2, litra b, verður orðað soleiðis:
“Atkomu- og rýmingarviðurskifti skulu í størstan mun gerast við atliti til børn og fólk, sum eru rørslutarnað, og fólk, sum hava ilt við at staðkunna seg. Hurðar skulu vera í minsta lagi 9M.”
3) 5.2.-4 verður orðað soleiðis:
“5.2.-4 Í brunaeind við ongari hurð beinleiðis út á lendi, skal fyri hvørji ásett 10 fólk, sum eindin er ætlað til, vera í minsta lagi eitt bjargingarop, tó ikki brunaeind háttað sum í -3.”
4) 5.2.-7 verður orðað soleiðis:
“5.2.-7 Útgongd, ið svarar til -1, -3, og -6, er í minsta lagi 9M breið og 195 cm høg hurð út í tún, hurð til trappurúm og hurð til gang í aðrari brunaeind ella brunadeild, haðani gongt er beinleiðis út á lendi ella til sjálvstøðugt trappurúm, haðani tað slepst burtur.”
5) 5.4.-1 verður orðað soleiðis:
“5.4.-1 Hurðar í rýmingarleiðum skulu í einum taki kunna latast upp innanífrá í rýmingarleiðini uttan at nýta lykil ella nakað amboð. Hurðahandtøk skulu vera umleið 1 m yvir gólvi.”
6) Aftaná 5.4.-4 verður sett inn sum nýtt brot:
“5.5. Gangir
5.5.-1 Gangir, ið eru rýmingarleiðir, skulu vera sjálvstøðugar brunaeindir. Hurðar millum gangir og búrúm, tilhaldsrúm, skrivstovuhøli og tílík rúm, kunnu hóast ásetingarnar undir viðkomandi bygningsflokkingum vera í minsta lagi eins og BD-hurð 30-M. Hurðar inn til goymslur og tílík rúm skulu tó vera í minsta lagi BD-hurð 30.
5.5.-2 Hurðar mugu einans verða hildnar í upplatnari støðu við sjálvvirkandi hurðaafturlatingarskipan.”
7) 8.2.-9 verður orðað soleiðis:
“8.2.-9 Veggur millum garasju (bilhús) og onnur rúm og skilagólv millum garasju og ovaru hædd, skal vera í minsta lagi úr BD-húsaluti 60. Dyr mugu ikki vera millum garasju og búrúm. Tó kann BD-hurð 30 vera millum garasju og forrúm til búrúm.”
8) 8.2.-10, litra a, verður orðað soleiðis:
“Skilagólv yvir garasju ella bilskýli skal í minsta lagi vera úr BD-húsaluti 60”
9) 10.2.-1 verður orðað soleiðis:
“10.2.-1 Hvørt kamar við forrúmi, bað og wc skal vera sjálvstøðug brunaeind. Eru onnur rúm við sambandi inn til kamarið, ið umframt hava hurð út á gangin, skal rúmið ella rúmini vera skilað frá kamarinum við veggi í minsta lagi úr BD-húsaluti 60 og við BD-hurð 30-M.”
10) 12.2.-5 verður orðað soleiðis:
“12.2.-5 Hurð í brunadeildarveggi millum gangir, sum eru rýmingarleiðir, kunnu hóast ásetingarnar í 4.2.-2 vera F-hurð 60.”
11) 13.2.-5 verður orðað soleiðis:
“13.2.-5 Hurð í brunadeildarveggi millum gangir, sum eru rýmingarleiðir, hunnu hóast ásetingarnar í 4.2.-2 vera F-hurð 60.”
12) Í skjali 1 verður undir “Allýsingar” áðrenn seinasta reglubrot sett inn nýtt brot:
“Ein BD-hurð 30-M er ein BD-hurð 30, ið ikki hevur ámonteraða sjálvafturlatingarskipan, og er tí ikki sjálvafturlatandi.
9M er hurð við mátunum:
Breidd: 910 mm veggjaholmát, 888 mm útv. karmmát.
Hædd: 2188 mm veggjaholmát, 2088 mm útv. karmmát.”
13) Í skjali 1 verður undir “Góðkenningar” áðrenn brotið “- Um 25.-3.” sett inn nýtt brot:
“- Um 5.2.-4.:
Grundreglan er, at vindeygu, bjargingarop, skulu vera í øllum tilhaldsrúmum. Kravið er, at eit bjargingarop skal vera frá 1 upp til 10 fólk. Fyri hvørja ferð fleiri enn 10 fólk kunnu vera í einari brunaeind, skal vera eitt bjargingarop afturat.
- Um 5.5.-2.:
Brunaumsjón landsins góðkennir sjálvvirkandi hurðaafturlatingarskipan, ið er gjørd, kannað og verður hildin við líka sambært ásetingunum í Forskrift nr. 231 om Automatisk branddørlukningsanlæg, hjá Dansk Brandteknisk institut.
- Um 23.3.-1.:
Brunaumsjón landsins góðkennir roykop, ið sjálvvirkandi lata seg upp, sum eru gjørd, kannað og verða hildin við líka sambært ásetingunum í Vejledning nr. 27 om brandventilation, hjá Dansk Brandteknisk institut.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálastýrið, 9. november 1999
Finnbogi Arge (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)