15. oktober 2008Nr. 88
Kunngerð um at leggja heimildir til Tryggingareftirlitið
Við heimild í § 213 í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi verður ásett:
§ 1. Heimildir sambært teimum í stk. 2 nevndu greinum í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, verða hervið fluttar til Tryggingareftirlitið.
Stk. 2. § 72, § 129, stk. 1-4, § 130, § 139, § 144 og § 149.
§ 2. Avgerðir hjá Tryggingareftirlitinum kunnu ikki leggjast fyri hægri umsitingarligan myndugleika, men kunnu leggjast fyri Vinnukærunevndina sbr. § 214 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi sama dag, hon verður lýst. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 145 frá 15. desember 2005 um at leggja heimildir til Tryggingareftirlitið.
Vinnumálaráðið, 15. oktober 2008
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)