Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. juni 2009Nr. 88
Kunngerð um fíggjarligt frípláss, sum broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 29. mai 2015
Við heimild í § 6 a, stk. 2 og § 11, stk. 4 í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006, verður ásett:
Rætturin til fíggjarligt frípláss
§ 1.1) Fult fíggjarligt frípláss kann játtast eftir løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt § 6 a, stk. 2 um inntøkugrundarlagið er 253.300 kr. ella lægri.
Stk. 2. 1) Fyri inntøkur hægri enn 253.300 kr. til og við 254.100 kr. verður veitt 95% frípláss. Eftir hetta lækkar fríplássið við 1% fyri hvørjar 800 kr. inntøkugrundarlagið er hægri enn 254.100 kr.
Stk. 3. 1) Inntøkumarkið sambært stk. 1 og 2 verður á hvørjum ári javnað við lutfalsligu lønarhækkingini sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kunnger á hvørjum ári, í seinasta lagi 1. juni, í rundskrivi eina útrokningartalvu, sum vísir inntøkumarkið fyri fíggjarligum fríplássi, og hvussu nógv fíggjarligt frípláss kann játtast tí ávísa inntøkugrundarlagnum.
§ 2. Kommunan kann játta heilt ella partvíst fíggjarligt frípláss, um umsøkjarin prógvar, at inntøkugrundarlagið hjá húski umsøkjarans er lægri enn inntøkumarkið fyri fíggjarligum fríplássi.
Stk. 2. Inntøkugrundarlagið er inntøkan nevnd í § 3 lækkað við eini upphædd, ið svarar til tað vanliga barnagjaldið eftir løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., fyri hvørt heimabúgvandi barn undir 18 ár.
Stk. 3. Húski sambært stk. 1 umfatar bæði foreldrini, um barnið býr saman við báðum foreldrum. Býr barnið saman við tí eina av foreldrunum og er foreldrið gift við ella livir saman við øðrum persóni, er hesin umfataður av húskinum. Liva foreldrini ikki saman og býr barnið eins nógv hjá báðum foreldrunum, er húskið sambært stk. 1 har barnið hevur bústað sambært landsfólkayvirlitinum.
Stk. 4. Inntøka hjá barninum ella øðrum børnum í húskinum er ikki partur av inntøkugrundarlagnum hjá húskinum.
§ 3. 1) Inntøka er:
1) Skattskylduga inntøkan sambært skattalógini.
2) Inntøka, ið er heilt ella partvís skattafrí sambært skattalógini, so sum DIS-inntøka.
3) Barnaviðbót.
4) Barnagjald.
5) Lestrarstuðul.
6) Nettovinningur, ið er skattskyldugur sambært kapitalvinningsskattalógini.
7) Leiguinntøka.
Stk. 2. Inntøkutíðarskeiðið, sum avgerð um fíggjarligt frípláss verður grundað á, er inntøkan seinast farna skattaár (inntøkuár) ásett av líkningarmyndugleikanum. Um inntøkan broytist munandi í tíðarskeiðnum 1. august til 31. juli, kann avgerð um fíggjarligt frípláss grundast á eina metta ársinntøku, útroknaða við støði í inntøkuni í løtuni og mett frameftir.
Stk. 3. 1) Sum skjalprógv fyri inntøkur sambært stk. 1, verða nýttar eitt nú uppgjørdar sjálvuppgávur og endauppgerðir frá TAKS, kontoavrit frá fyribilssskattaskránni hjá TAKS, váttan frá Stuðulsstovninum ella útlendskum stuðulsveitara um lestrarstuðul.
Stk. 4. 1) Tá inntøkugrundarlagið verður uppgjørt, skulu skattafríar inntøkur sambært stk. 1, nr. 2-5 upproknast soleiðis, at tær samsvara við skattskylduga inntøku, og síðani leggjast afturat skattskyldugu inntøkuni.
Stk. 5. 1) Er skattskylduga inntøkan 65.000 kr. ella hægri, verður funnið fram til inntøkugrundarlagið við at leggja afturat skattskyldugu inntøkuni eina upphædd samsvarandi við skattafríu inntøkuna faldað við 1,83.
Stk. 6. 1) Er skattskylduga inntøkan lægri enn 65.000 kr., verður fyrst funnið fram til samlaða nettoinntøkugrundarlagið, og síðani verður inntøkugrundarlagið funnið við at upproknað samlaða nettoinntøkugrundarlagið til skattskylduga inntøku. Samlaða nettoinntøkugrundarlagið verður roknað soleiðis:
1) Er skattskylduga inntøkan hægri enn 30.000 kr., men lægri enn 65.000 kr., er samlaða nettoinntøkugrundarlagið nettoinntøkan umframt 75% av skattskyldugu inntøkuni umframt 6.300 kr.
2) Er skattskylduga inntøkan 30.000 kr. ella lægri, er samlaða nettoinntøkugrundarlagið nettoinntøkan umframt 96% av skattskyldugu inntøkuni.
Stk. 7. 1) Samlaða nettoinntøkugrundarlagið sambært stk. 6 verður upproknað til skattskylduga inntøku soleiðis:
1) Er nettoinntøkugrundarlagið 28.750 kr. ella lægri, verður nettoinntøkugrundarlagið faldað við 1,04.
2) Er nettoinntøkugrundarlagið hægri enn 28.750 kr., men lægri enn 54.900 kr., verður nettoinntøkugrundarlagið faldað við 1,34, og síðani verður 8.500 kr. drigið frá.
3) Er nettoinntøkugrundarlagið 54.900 kr. ella hægri, verður nettoinntøkugrundarlagið faldað við 1,83, og síðani verður 35.400 kr. drigið frá.
Umsókn og játtanarskeið
§ 4. Umsókn um fíggjarligt frípláss skal latast bústaðarkommununi á umsóknarblaði, útvegað av kommununi. Á umsóknarblaðnum skal upplýsast tal av heimabúgvandi børnum undir 18 ár, inntøkan hjá húskinum og onnur viðurskifti, sum umsøkjarin heldur vera viðkomandi fyri viðgerðina av umsóknini.
Stk. 2. Fíggjarligt frípláss verður játtað eitt ár í senn, hvørt ár frá 1. august til 31. juli. Sbr. tó §§ 5 og 6.
§ 5. Tá barn byrjar á dagstovni ella dagrøkt, verður fíggjarligt frípláss játtað frá
byrjanardegnum, um umsóknin verður latin inn í seinasta lagi ein mánað eftir byrjunardagin.
Stk. 2. Um umsókn verður latin inn seinni enn ein mánað eftir byrjanardagin, verður játtan av fríplássi galdandi frá 1. í mánaðinum eftir, at umsóknin er móttikin til komandi 31. juli.
§ 6. Umsókn um framhaldandi fíggjarligt frípláss, skal latast kommununi í seinasta lagi 1. juli.
Stk. 2. Um umsókn verður latin inn seinni enn 1. juli, verður játtan av fríplássi galdandi frá 1. í mánaðinum eftir, at umsóknin er móttikin til komandi 31. juli.
Upplýsingarskylda, vegleiðing og afturvirkandi javning
§ 7. Í játtanarskeiðinum hevur umsøkjarin skyldu til at boða kommununi frá varandi broytingum í inntøkuviðurskiftunum og øðrum viðurskiftum, ið skerja rættin til fíggjarligt frípláss.
Stk. 2. Foreldragjald kann javnast afturvirkandi til tað mundið, tá viðurskiftini hjá umsøkjaranum broyttust.
Stk. 3. Um varandi broytingar eru í inntøkuviðurskiftunum ella øðrum viðurskiftum, ið økja rættin til fíggjarligt frípláss, kann umsøkjarin lata nýggja umsókn inn. Umsóknin verður viðgjørd samsvarandi § 6, stk. 2.
§ 8. Umsøkjarin og viðkomandi dagstovnur ella dagrøkt skulu hava skrivlig boð um avgerðir um fíggjarligt frípláss.
Stk. 2. Kommunan skal kunna umsøkjaran um inntøkugrundarlagið, sum avgerðin um fíggjarligt frípláss er grundað á, og um skyldurnar sambært ásetingunum í § 7, stk. 1.
§ 9. Kommunan skal vegleiða foreldur sum søkja um barnaansing um møguleikan fyri fíggjarligum fríplássi.
Kærumøguleiki
§ 10. Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu, innan 4 vikur eftir at umsøkjarin hevur fingið fráboðan um avgerðina, kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum.
Stk. 2. Kærunevndin kann víkja frá hesi freist, um serlig orsøk er til tað.
Gildiskoma
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Kunngerðin hevur virknað fyri avgerðir um fíggjarligt frípláss fyri tíðarskeiðið 1. august 2009 og frameftir.
Stk. 3. Kunngerð nr. 72 frá 31. mai 2006 um fíggjarligt frípláss fer úr gildi 1. august 2009.
Almannamálaráðið, 17. juni 2009
Rósa Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)
1) Broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 29. mai 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2015.”