Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. juni 2013Nr. 88
Kunngerð umendurgjald fyri ognarlutir í sambandi við skipbrot o.a.
Við heimild í § 59 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri starvsett umborð á skipi, sbr. § 1, stk. 1 og § 47 í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, uttan mun til nýtsluna av skipinum og sigliøki, tó eru fiskiskip og frítíðarfør undantikin.
Stk. 2. Er ivi um, hvørt viðkomandi er fevndur av kunngerðini, tekur Sjóvinnustýrið avgerð í málinum aftaná, at málið hevur verið til ummælis hjá viðkomandi feløgum fyri reiðarar og sjófólk.
§ 2. Reiðarin ella arbeiðsgevarin rindar endurgjald til starvsfólkini fyri tap ella skaða á teirra ognarlutir umborð. Í teimum førum, har reiðarin er ein annar enn arbeiðsgevarin, er skyldan at rinda endurgjald somuleiðis hjá reiðaranum. Skaðin á ognarlutirnar skal vera ein avleiðing av skipbroti, sjóráni, eldsbruna ella øðrum skaða á skipið.
Stk. 2. Er starvsetti deyður, tá endurgjaldið verður útgoldið, fellur peningaupphæddin til búgvið ella til arvingarnar.
§ 3. Endurgjaldið er í mesta lagi kr. 44.700, um eingin avtala er gjørd um hægri upphædd.
Stk. 2. Upphæddin í stk. 1 verður javnað samsvarandi broytingum í brúkaraprístalinum. Sjóvinnustýrið almannakunnger árliga á sínari heimasíðu, www.fma.fo, ta javnaðu endurgjaldsupphæddina galdandi frá 1. januar í árinum.
Stk. 3. Upphæddirnar í stk. 1, sbr. stk. 2, verða lækkaðar við 50%, um tann starvsetti ikki er staddur umborð.
§ 4. Hevur reiðarin í sambandi við skipbrot ella úrskurð um, at skipið ikki gerst aftur (kondemnation), givið einum starvsettum neyðug klæði sambært § 19, stk. 2 í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, verða hesar útreiðslurnar mótroknaðar í tí endurgjaldi, sum tann starvsetti hevur rætt til eftir § 3, sbr. § 59, 3. pkt. í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki.
§ 5. Kann tað prógvast, at ein starvsettur hevur mist burtur bøkur, farteldu, amboð ella líknandi, sum viðkomandi hevur havt við sær umborð til brúk í tænastuni, hevur viðkomandi rætt til serligt endurgjald. Uttan so, at annað er avtalað, verður endurgjaldsupphæddin roknað út útfrá útveganarvirðinum, tá ið upphæddin verður útgoldin.
§ 6. Kunngerðin kemur í gildi 20. august 2013, og hevur gildi fyri útrokning av endurgjaldi fyri ognarlutir hjá starvsettum, sum eru burturmistir tann 20. august 2013 ella seinni.
Vinnumálaráðið, 18. juni 2013
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)