Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. mai 2021Nr. 88
Kunngerð um skyldu arbeiðsgevarans at gera skrivliga avtalu við sjófólk við fiskiskipum um setanartreytir
Við heimild í § 3, stk. 3 og § 68 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 verður ásett:
§ 1. Henda kunngerð er galdandi fyri sjófólk, sbrt. § 1, stk. 1 og § 47 í løgtingslógini, sum arbeiða umborð á fiskiskipum.
Stk. 2. Er ivi um, hvørt viðkomandi er at meta sum starvssettur umborð, tekur Sjóvinnustýrið avgerð í málinum, aftaná at málið hevur verið til ummælis hjá viðkomandi feløgum fyri reiðarar og sjófólk.
§ 2. Reiðari, arbeiðsgevari ella tann, ið er komin í reiðarans ella arbeiðsgevarans stað, skal, við starvsbyrjan ella, tá broytingar eru í starvsviðurskiftunum, skrivliga geva sjófólkinum upplýsingar um øll viðkomandi viðurskifti fyri setanina.
Stk. 2. Í starvsavtaluni skulu í minsta lagi hesar upplýsingar verða ásettar:
1) Fulla navn, føðingardagur og føðistaður hins starvssetta.
2) Navn og bústaður arbeiðsgevarans.
3) Nær og hvar starvsavtalan er gjørd.
4) Arbeiðsstaðið, tilskilað við navni og havnakenningarnummari skipsins.
5) Starvið, sum tann starvssetti er settur at røkja.
6) Nær byrjað verður í starvinum.
7) Dagfesting fyri, nær hýran er galdandi frá.
8) Støddin á avtalaðu hýruni.
9) Fráfaringarstaður og uppsagnarfreist. Er starvssetanin tíðaravmarkað, skal vera tilskilað, nær avtalan endar.
10) Rættindi viðvíkjandi:
a) frítíð, frítíðarískoyti ella frítíð við løn, tá tað er viðkomandi,
b) minstu hvílutíð,
c) heilsuvernd og sosiala trygd,
d) sjúku, persónsskaða ella deyða í sambandi við starvið,
e) fría heimferð og uppihald.
11) Vanlig daglig ella vikulig arbeiðstíð.
12) Hvør kollektivur sáttmáli ella avtala er galdandi fyri setanina.
13) Hvør er sáttmálapartur ella avtalupartur. Um partar uttan fyri virkið hava gjørt sáttmálan ella avtaluna, skal samleiki hjá hesum pørtum upplýsast.
Stk. 3. Tá starvsavtalan verður uppsøgd, skulu skrivlig boð latast við upplýsingum um dagfesting av uppsøgn og dagfesting fyri, nær farið verður úr starvi. Orsøk til uppsøgn skal eisini upplýsast.
Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1 eru ikki galdandi, um orsøkin til broytingina eru broytingar í løgtingslógum, kunngerðum ella kollektivum sáttmálum, ið eru galdandi fyri starvsviðurskiftini.
Stk. 5. Upplýsingarskyldan sbrt. stk. 2, nr. 8-11 verður mett at vera hildin, um tað í starvsavtaluni verður víst til løgtingslógir ella ásetingar í viðtøkum ella kollektivum sáttmála, ið eru galdandi fyri viðkomandi viðurskifti.
Stk. 6. Bæði arbeiðsgevari og starvssetti skulu undirskriva starsavtaluna sambært stk. 1.
§ 3. Eintak av starvsavtaluni skal vera umborð á skipinum. Starvsavtalan skal vera atkomulig hjá sjófólkinum og skal vísast eftir umbøn.
Stk. 2. Sjófólkið skal hava avrit av starvsavtaluni.
§ 4. Tað kann ikki við serstakari avtalu ella kollektivum sáttmála verða vikið frá ásetingunum í hesi kunngerð til bága fyri tann starvssetta.
§ 5. Brot á § 2 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 3. Tá revsing verður áløgd eftir stk. 2, verða persónar, ið onnur enn reiðarin hava sett at gera arbeiði umborð á skipinum, eisini at meta sum knýttir at reiðaranum.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 27. mai 2021
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)